mikudagur 12. mai 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
Sosialurin
Kjak
Føroysk Myndlistafólk við
urkenna,
at
Tórshavnar
komm una er í broddinum,
vísir ábyrgd og framsókn, tí
kommunan hevur avgjørt
altíð at avseta ein part av
byggikostnaðinum til list
prýðing av teimum komm
unalu bygningunum.
Kortini hava ta seinastu
tíðina verið nøkur útboð,
har myndlistafólkini, hava
fingið nógv verri treyt ir
enn aðrir veitarar til bygn
ingsverkætlanir í Tórshavnar
kommunu. Hetta hevur ser
stakliga víst seg við stuttum
tíðarfrestum, har krøvini til
listarliga dygd, tær teknisku
loysnirnar
og
realistisku
prísmetingarnar
neyvan
kunnu lúkast. Uppskotini
ger ast tí hastverk og úrslitið
ikki tað best hóskandi.
Hetta kundi týtt upp á,
at Listabólkurin hjá Tórs
havn ar
kommunu
ikki
hevur neyðugu serfrøðina
til at døma um, hvørjar
treytir skulu vera, fyri at
lista fólk kunnu veita verk
ætl anir, sum hóska til ver
andi byggiverkætlanir. Før
oysk Myndlistafólk heita tí
á kommununa um at víðka
Listabólkin við hesi ser
frøðini.
Føroysk
Myndlistafólk
loyva sær tí at gera vart við
fylgj andi í sambandi við kapp
ingina útskrivað tann 224
2010 um Fimleikastandmynd
í Gundadali:
Tíðarfrestin, 22. apríl til
25. mai er ov stutt.
Nevndin, sum velur út,
skal víðkast við fólki við
serfrøði innan fyri mynd
listaøki, til dømis eitt listafólk
ella ein listfrøðing.
Johan Petersen
Seriøst svar
upp á tápuligan
spurning?
Onki kann hava minni áhuga enn
at vita, hvat ein sambandsmaður
hevði hildið um eitt úrslit, sum
hevði verið eitt annað, enn tað
veruliga var. Allíkavæl tvíheldur
Zakarias Wang um, at hann
vil hava svar upp á henda
tápuliga spurningin. Well, skal
royna at svara honum, men
ber tað til at svara seriøst upp
á ein tápuligan spurning?
Í tveimum førum stillar
Zakarias Wang mær spurn
ingin, hvat eg hevði hildið
um úrslitið á fólka atkvøð
uni í 1946, um tað var eitt
annað, enn tað veruliga
var:
1.
Um loysingin fekk
49,3% og stórnaruppskotið
50,7% (veruliga úr slit ið
var 47,2% fyri stjórnar upp
skotinum, 48,7% fyri loys
ingini, 4,1% vóru ógildugar
atkvøður og valluttøkan
var 66,4%) ella
2. Um loysingin fekk
5.499 atkvøður og stjórn ar
uppskotið 5.660 atkvøð ur
(veru liga úrslitið var 5.499
atkvøð ur fyri stjórnar upp
skot inum, 5.660 atkvøður
fyri loysingini, 478 atkvøður
vóru ógildugar, 11.637 vóru
á vali og vælrætt høvdu
17.216)
Í báðum førum »gloymir«
ZW (við vilja?) ógildugu at
kvøðurnar. Hetta broytir
jú spurningin, soleiðis, at
verða hesar atkvøður, sum
í ein stóran mun helst hava
verið »nei«atkvøð ur eftir
áheit an frá for manni Fólka
floksins Thorstein Petersen,
tiknar við, sum rímuligt er,
verða prosentini ávikavist
47,2 og 48,7 og soleiðis fær
hvørki av uppskotunum
fleir tal.
Verða ógildugu atkvøð
urnar ikki tiknar við, verður
talan um eitt evarska lítið
simpult fleirtal og eitt
stórt simpult ikkifleirtal.
Men talan skuldi sambært
Th. Petersen ikki verða um
simpult, men kvalifiserað
fleirtal (helvt av øllum
atkvøðum).
Tí broytir spurningurin
hjá ZW onki upp á úrslitið
og heldur ikki upp á svarið,
hóast hann ikki virðir
ógildugu atkvøðurnar og
um hann so vendir øll um
á høvdið og letur stjórnar
uppskotið fáa fleiri atkvøð
ur enn loysingin, tí
•
Th. Petersen hevði lovað,
at
»nei«atkvøðurnar
skuldu telja við, enntá
sum gildugar,
•
Th.
Petersen
kravdi
kvali fiserað fleirtal,
•
bæði Th. Petersen og
Andras
Samuel sen,
for mað ur
Sam bands
flok sins, søgdu undan
fólka atkvøð una,
at
fólka at kvøð an
skuldi
vera veg leið andi,
•
allir flokkar, eisini Fólka
flokkurin, góðtóku, at
danska stjórnin sendi
tingið heim og út skriv
aði nýval. Bert ein eks
kluderaður
javnaðar
ting maður góðtók ikki
hetta.
Viðmerkingar frá Føroya
Handverksmeistarafelag
til Landsverk
Føroya Handverksmeistarafelag
Magnus Magnussen, formaður
Landsverk skal ikki tryggja kappingina í byggivinnuni, men
vera ein kompetentur innkeypari. Kappingarráðið hevur
ábyrgdina av at tryggja kappingarstøðuna sum heild.
Í ársfrágreiðing síni vísir
Lands verk á, at tað ikki
altíð er ein fyrimunur at
bjóða arbeiðir út í almennari
kapp ing. Somuleiðis verður
víst á, at ein tann størsti
trupulleikin er, at tað ikki
er kapping um arbeiðir tí
føroyski marknaðurin er so
lítil.
Hetta vil Føroya Hand
verks meistarafelag avvísa.
Føroyska handverks vinn
an er ein sera liberal vinna
har nærum eingi krøv eru
til tann, sum vil bjóða seg
fram at byggja. Kappingin í
byggivinnuni er serstakliga
hørð og eru nógv dømir um,
at metti prísurin fyri eitt
arbeiðið hevur ligið langt
oman fyri kostnaðin, tá út
bjóð ingin er av. Nevnast
kann kappingin um at byggja
flogvøllin umframt í fleiri
førum tá eitt nú almenn og
kommunal vegarbeiðir eru
boðin út. Eitt er tó heilt vist,
verða arbeiðir ikki boðin út,
so verður føroyski markn
aðurin enn minni enn hann
er í dag.
Landsverk vísir á, í viðtalu
við Sosialin, at fer metra
prísurin á Miðnámsskúlanum
í Suðuroynni endaði á 30.000
kr, orsaka av manglandi
kapp ing
í
byggivinnuni.
Hetta er ikki rætt. Orsøkin
er ikki mangl andi kapping
í byggi vinnuni, men orsaka
av manglandi stýring av
verk ætlanini frá almennari
síðu, t.e. Landsverk. Henda
verkætlanin var nevni liga
ikki boðin út, men gjøgnum
førd eftir samráðing millum
Landsverk og ein einstakan
arbeiðstakara.
Tað eru fleiri dømi um
verk ætlanir – bæði røktar
heim og skúlar – har fermetra
prísurin hevur ligið undir
20.000 kr. fermeturin – eisini
í tíðarskeiðum við stórum
virksemi í samfelagnum. At
geva byggivinnuni kollektiva
ábyrgd fyri verkætlanir, sum
ikki hava gingið sum ætlað,
er óskilligt og rættuliga
ósakligt.
At Landsverk grundgevur
við, at tað er orsaka av, at
verkætlanirnar verða bjóð
aðar út, at kostnaðurin gerst
alt ov høgur, tí ov lítil kapping
er, er rein undanførsla. Hetta
kann ikki lesast øðrvísi enn,
at hetta verður gjørt fyri at
billa fólki og politikarum
inn, at betri er um alt størri
partur av bæði ráðgeving
og bygging skal vera á
almennum hondum!
Føroya Hand verks meist
ara felag vil vísa á, at tað, sum
stórur saknur er á, er einum
kompetentum inn keypara,
sum er førur fyri at stýra
stórum verkætlanum. Lat so
Kappingarráðið taka sær av
kappingarstøðuni á føroyska
byggimarknaðinum!
Listafólk vilja hava
longri freist
Ingi Joensen
formaður í Føroysk Myndlistafólk