Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 36 Sosialurin Kjak Opið bræv til Menta mála­ ráðið og Føroya Løgting Enn er játtan ikki fingin upp á pláss til leigu av lonum við skúlastovum til Føroya Studentaskúla og HF-skeið og heldur ikki er játtanin til skúlan hækkað, so fleiri flokkar kunnu verða tiknir inn komandi ár. Vit vilja tí koma við einari áheitan til politisku skipanina um at taka henda spurning í stórum álvara og finna eina loysn skjótast til ber, tí verður eingin hækkað játtan latin skúlanum, so kann tað fáa álvarsamar avleiðingar fyri skúlan og samfelagið sum heild. Um skúlin einans skal halda seg til verandi játtan, røkkur peningurin bert til at taka inn skikkaðu um- søkjararnar til studenta- skúla útbúgvingina, ið hava lógarkrav um at verða upp- tiknir, meðan ráð ikki verða til at taka nakran HF-flokk inn. At skúlin ikki kann taka teir HF næmingar inn, sum hava søkt og eru skikkaðir at koma inn á skúlan, kann hava tær avleiðingar, at fólk antin flyta av landinum ella ganga arbeiðsleys og soleiðis koma at kosta dýrt aðrastaðni - í ALS ella á Almannastovuni. Tað eru stór sannlíkindi fyri, at fólk sum flyta av landinum á so ungum aldri, ongantíð koma aftur, og tískil kann henda vantandi játtan eisini hava týðandi fólkaflyting sum avleiðing. Niðurstøðan má vera, at ein hækkað játtan til skúlan í Hoydølum kemur at kosta væl minni fyri før oyska samfelagið, enn at ungdómurin flytur av landinum ella er arbeiðs- leysur. Vit vilja við hesum staðil iga heita á politiska myndug leikan um at játta tann pening sum krevst, at skúlin kann hava neyðug høli tøk til komandi skúla- ársbyrjan og til at taka teir umsøkjarar inn, sum eru skikkaðir til upptøku. Lærararáðið á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Vár í Ólavsstovu, forkv. Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara Kári Jespersen, form. Ikki minst fyri teir báðar Lars Larsen og Hugo Fjørð- oy, sum vóru áratíggjur framm anfyri teir, sum nú skýra Vága Floghavn at vera eina katastrofu fyri fram haldandi menning av føroyska samfelagnum. Sjálv sagt er tað slutur og vrøvl, tí einki tiltak, tað veri seg alment ella privat, í Før- oya søgu hevur nakrantíð givið okkara samfelag eitt so stórt búskaparligt og ment- unarligt framstig, sum tað fram skygni og og áræði, sum teir báðir sørvingarnir av sín um ein tingum løgdu til brots við í einum lítlun skúri vest uri á flog vøllinum fyrst í trýss un um. Haldor Hansen, fyrr ver- andi løgtingsumboð fyri Vágarnar, sum ikki er ímillum okkum meira, var ein sera skemtingarsamur maður og hartil hittinorðaður. Hann skal einaferð hava sagt, at um tað var gjørligt at rulla verandi flogvøll sam an, so hevði flogvøllurin langt síðani verið fluttur til Havn- ar. Tíbetur var tað ikki gjør- ligt, hinvegin so var alt gjørt, sum gerast kundi, at gera flogvøllin so ónýtiligan sum gjørligt, millum annað við at skræða el-kaðalar upp, og øll ljós, ið vóru niðurfeld í vøllin, gjørdust óvirkin. At seta Glyvursnes upp sum undrið, har flogfør við fleiri hundrað ferðandi kunnu lenda, er og verður ein eins stór hvørvisjón, sum at Glyvursnes skal verða bjargingin fyri útflutningi av fiski. Óansæð hvørji argu- mentir verða brúkt, so er fólkatalið í Føroyum sera sera avmarkað og ov lítið til stór ferðamannaflogfør og onnur stór flogfør, tey hava fyri neyðini, um farmur skal flytast báðar vegir loft vegis. Tað er neyðugt í dag at gera bindandi avtalur við keyp- arar um regluligar leveransur av fiski, og tað er ógjørligt at gera við støði í einum sera óregluligum fiskiskapi við tíðarskeiðum, har lítið og einki kemur uppá land. Hinvegin er einki til hind urs fyri útflutningi av millum annað fiskavørum, um áhugi er fyri tí, nú tá flog vøllurin verður longdur til 1800 metrar. Tað er gleðiligt, at tey mongu sum starvast og ann ars hava tilknýtið til flog vøllin, nú hava tryggari karmar at liva undir, eins og øll orrustan um ein annan flog vøll er skotin langt fram í tíðina. Meini at eg havi havt tað á skrift fyrr, hvønn ómetaligan týdning flogvøllurin hevur havt fyri tað føroyska sam- felagið hesa sløku hálvu øld, reglulig loftferðsla hevur verið við meginlandið. Sjálvur eri eg ikki í iva um, at vóru tað ikki hesar báðu fyrrnevndu eldsálir úr Sørvági, sum av sínum eintingum gjørdu millum landaflúgvingina til veruleika, hóast ikki so fáir fótonglar vórðu lagdir fyri teir, ja so var í ringasta føri als eingin flogvøllur komin í dag. Hvussu hevði okkara sam felag sæð út? Hvussu hevði okkara høvuðsvinna bæði á sjógvi og landið klára at liva vi at skula bíða eina ella tvær vikur eftir eyka- lutum? Og hvat við øllum okkara siglandi fólki, har flog vøllurin hevur verið ein heilt avgerðandi liður í teirri stremban eftir at vinna sær pening? Hvussu nógvir av teimun høvdu ikki verið noyddir av land- in um við teirra familjum upp í gjøgnum tríssini, hálv- fjerssini og fram til dagin í dag, um flogvøllurin ikki hevði verið tøkur? Eg spyrji bara. Taka vit so allar teir sjúklingar, ið hava havt gagn av loftvegis sambandinum, tá tað mangan hevur staðið um lív. Og øll tey húski, ið hava kunnað vitja hvønn annan. Ja ein kundi hildið áfram við dømum um, hvønn ómetaligan týdn ing, flog vøll- urin hevur havt fyri alt tað før oyska samfelagið. At so okkara vakra oyggj hevur verið miðdepulin í millumlandaflúgvingini, har ferðafólkini á túrinum til Tórshavn hava kunna tikið tí vøkru nattúruna, vit hava her vesturi, til sín, ja tað er bara at gleðast um. Leiðsla og starvsfólk í Vága Floghavn eins og leiðsla og starvsfólk í Atlantsflog eiga stóran heiður fyri, at okkarara flogfelag er komið so langt áleiðis, at tað eisini úti í heimi megnar at taka so at siga allar uppgávur á seg. Kann ikki lata verða við at greiða frá eini viðmerking, ið ein av flogskiparnum hjá Maersk hevði beint aftaná, at Atlantic Airways var byrja at flúgva. Eg kendi allar flogskipararnar sera væl, og tað, sum hann segði, vóru hesi orð: ”Jeg giver Atlantic seks måneder, så er det slut, fordi intet flyselskab kan operere funktionelt med kun en maskine”. Hetta var ikki sagt niður- setandi upp á nakran máta, men upp á ein vinarligan máta og sum ein konstatering av tí veruleika, sum hann kendi til innan flúgving. Tað má tí eisini verða ein stór viðurkenning av teimum, sum hava umsitið tað eina flogfarið frá 1988 til 2000. Og sama flogfar hevur egnað seg sera væl til flúgving upp á Føroyar. Tað eru nógvar doktararitgerðir gjørdar seinastu árini bæði innan búskap, innan fiski- vinnu o.m.a. Sjálvur haldið eg, at tað hevði verið sera áhugavert, um onkur kandi- datur fór undir at útgreina, hvørja ávirkan millum landa- flúgvingin hevur havt fyri tað føroyska samfelagið sein- astu hálvu øldina. Hon hevur ikki verið nøk- ur katastrofa, og ei heldur verður tað nøkur katastrofa, um flogvøllurin verður ver- andi í Vágum. Kann vera, at nógv av teimun, sum hava stríðst mest ímóti Vága Flog havn, ikki høvdu havt tann status í dag, um ikki sørvingar av sínum ein- ting um løgdu lunnar und- ir millum landa flúgving, og orsakað av hes um flutti tað føroyska sam felagið seg ára- tíggjur fram bæði búskapar- liga og mentanar liga. Sjálvsagt gleðast vit øll her vesturi um, at leingingin av flogvøllinum nú er veruleiki, hóast ágangurin hevur verið øgiligur. Men enn einaferð mega vit ikki gloyma at verða takksom fyri, at Lars Larsen og Hugo Fjørðoy gjørdu tað bragdið fyrst í trýssunum, sum seinni skuldi vísa seg at gerast nógv tað størsta arbeiðsplássið í Vágum. Og at Jóannes Eidesgaard tók sakina í egnar hendur, aftaná at Fólkaflokkurin hevði súltað útbyggingina av Vága Floghavn so leingi, teir sótu við samferðslumálum. Til seinast skal eg takka Jóhan Dahl fyri hansara greiðu støðu í hesum máli, har hann vísti tað for mat, ið krevst av einum lands stýris- manni, tá ein avgerð skuldi takast. 6. mai 2010 ein søguligur dagur fyri Vágoynna Frank Davidsen Sørvágur Men enn einaferð mega vit ikki gloyma at vera takk som fyri, at Lars Larsen og Hugo Fjørðoy gjørdu tað bragdið fyrst í trýssunum.