Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 Sosialurin Rinkusteinar eru altso følilsisleysir, tit! Agga Niclasen meining@meyl.fo Hvør dugur enn er í natúrligum fyribrigdum sosum blómum, trøum og hamarum, er vert at staðfesta, at hesi einans eru virðismikil, av tí at tey nøkta tørvin hjá menniskjum Undir vanligum umstøðum hevði ein og hvør, sum fór í holt við eina kampanju kallað “Eisini trø hava rættindi”, komið undir illgruna fyri at at vera ein lsd-trippandi hippi. Men tað tykist sum um, at vit ikki liva í vanligum tíðum. Tí Polly Higgins, ein umhvørvisverndaristiskur advokatur, taldist ikki bert millum tey tíggju mest visjoneru fólkini í verðini, sambært The Ecologist, men var í 2008 enntá bjóðað at siga sína hjartans meining í ST. Tá ið Higgins hin 9. apríl í ár fór undir sítt átak at fáa ‘ecocide’, oyðileggingin av náttúruverðini, viðurkent sum eitt altjóða brotsverk, hildu nakrir viðmerkjarir, at hetta staðfesti hennara fram- úrskarandi dugnaskap og hásinni. Meðan handa misantrop- iska og miseydnaða veður- lags ráðstevnan hjá vigtig- Connie var í Keypmannahavn, hildu nakrir aðrir hitafrikar eina alternativa ráðstevnu, Fólksins veðurlagsráðstevna at navni, ætlað at redda okk- um fyri okkum. Har fortaldi henda Higgins-daman teim luttakandi frá, at vit hava tørv á einum paradigmu-skifti. Eini broyting, tá ið tað kemur til hvussu vit takkla hasa ikki- eksisterandi upphitingina av knøttinum. Hon segði, at vit mugu halda uppat at skoða jørðina verandi ein “ótømandi lutur”, sum kann komodifiserast, av tí at hetta einans er til gagns fyri handil og framleiðslu. Ístaðin eiga vit at síggja gongustjørnuna sum ein liv- andi vera við egnum virði. Bert tá ið slík hugsan sigrar, kunnu vit veruliga vissa okkum, at menniskjað fer at halda uppat við at eitra um- hvørvið og taka ábyrgd av gongustjørnuni. At siga, at Marx helst vend- ir sær í grøvini, hevði verið at smikra fyri frøkun Higgins, hvørs New Ageisma treyðugt hvílur í einum haldgóðum ella gjøgnumhugsaðum prin- sippi. Hvør dugur enn er í natúr- ligum fyribrigdum sosum blómum, trøum og hamarum, er vert at staðfesta, at hesi einans eru virðismikil, av tí at tey nøkta tørvin hjá menniskjum—tað veri seg um hetta hevur við sær at fella trø til timbur, henta blomstur at pynta um, nei, ikki heimin, men heimið, ella klatra sum eitt býtt í berg unum so at “føla seg á lívi”, ella bara njóta útsýnið. Altso, náttúran er til fyri okkum. Í so máta eiga náttúru- fyribrigdi, tilfar og verur funnin í náttúruni at vera brúkt og “misbrúkt” til gagns fyri mannaættina—vit eiga ikki at vera tvingað at verja náttúruna fyri náttúrinnar skuld. Ella, til fyrimunar fyri náttúrina bert tí at nakrir hallusinerandi tofuetarir bara elska onkran láturligan dal gjørdur av móður Gaia á triðja degi. Men altruistiskar oyði- mørkir og oyrar eru ikki til. Og rinkusteinar, í mun til grindahvalir, kunnu ikki føla pínu. Spyr bara oynd- firðingar! Teir kunnu heldur ikki kenna seg neyðtiknan ella baktalaðan. Rinkusteinar eru materiell ting, og tað er púrasta ógjørligt hjá teimum at hava individuell rættindi. (Eg eri sikkur uppá, at trø heimsins ikki leggja nakað í, at eg sigi hetta.) Man ikki eisini Polly Higgins hoyrir til hasa av- gomlu og primitivu kultina av náttúrutilbiðjarum, ið prísa tann mátan, hatta eld- fjall ið hevur tálmað sam - tíðar lív. Hvussu annars kanst tú lýsa hálsfevnanina hjá meiningsmyndandi øko- klassanum av íslendsku gos øskuni, hvørs fjarleiki til almenningin og fremmanda- gerð ímóti moderniteti ber prógv um eitt fólk býtt eftir at framkalla sítt egna lív, meðan tey líta á Ven us og drakoniskar van lukku- profetar. Øskan hevur kanska sæð til, at fólk í túsundatali strandaðust á flogvøllum, ikki før fyri at koma í føð- ingardag, brúdleyp, jarð- ar ferð, ástarfund, handils- stevnu ella bert fara í frí. Men sambært hesum smáligu melo dramatikarum er tað tó í hesum føri so, at handan skýggini er himmalin bláur: at við at tøma skýggini fyri CO2-fratandi jetflogførum, hava hasir kærkomnu silikat- bitlarnir seinkað lívið hjá okkum syndandi materia- listum. Ja, gjørt alt “oh-so-quiet”… til dømis givið okkum møgu- leikan aftur at hoyra fugl- arnar syngja, børnini berj ast í bønum, brølini úr Gundadali sum onkur for sagdur bygda- maður skor ar fyri HB, ella Oasuni, um tú vilt, soleiðis sum tey skora hvønnannan, og fløsku klirr í bestu flog- fars tíð og, yvirhøvur, tvingað menniskjað at detta niður aftur á jørðina sum tann brekaði Ikaros, tað er. “So, takk fyri Ísland, takk fyri at eg nú aftur slapp at hoyra likkuna og hennara for bannaða kli kli kli”. Vissuliga, fyri Polly Higg - ins og kompaní hevur gos- øskan úr Eyjafjallajøkli verið ein áminning um hvussu framúrskarandi øtilig, náttúr an er sett upp ímóti hasi arrogantu-men-faktiskt- patetisku mannaættini. Ein plága, sum má kontrollerast. “Hata Ísland? Á nei, teirra eldfjall minnir okkum á, og tað í tøkum tíma, at náttúran er bossurin, The Main Man”, heldur Polly. “Eisini trø hava rættindi”- fólkini greiða sannførandi frá, at natúrligt hald og frið - ing ikki bert er gott fyri Móðir Jørð, men eisini okk- um, “og tí burdu vit verið við uppá at stoppa dálking og tryggja rættin hjá náttúruni til burðardygt rættvísi”, sum heimasíðan hjá kampanjuni orðar seg (tú sært alt fyri eitt, at setningurin er advokat- skrivaður). Men, satt at siga, Higgins og hennara alheimshitaðu grønistar, ið krevja ein enda á ‘ecocide’, upphevja tørvin og rættin hjá náttúruni yvir tørvin og rættin hjá menn- iskjum. Fyri tey er primera málið hjá manna ættini at góðtaka og kenna ábyrgd sína mótvegis gongu stjørn uni. At lata vist skipanir og lív frøði- ligt marg feldni fáa frið og, har menniskjað hevur verið við í náttúru broytingum, at seta hana í stand soleiðis sum hon sá út fyrr — nær tað so einaferð var. Saman við slíkum ser skølt- um verður tú skjótt greiður yvir, at sovorðið sum sosialur framburður, og annars bara persónligur framtakshugur, verður umskipað og flokkað sum “dálking”. “Fokk materiella vælveru, ein hægri miðallivialdur, meiri frítíð og møguleikan at fylgja tínum dreymum, og inn við bulgarskum blokk floytu- spæli, úrslitaleysum vind- myllum, kliniskari elendig heit fyri øll og ótol andi forstáilsi fyri teimum, ið ikki megna dagsins ljós við nútímans hedonistisku góðbitum”, ljóð ar vitleysa krav boðið frá hesum origi nalum. Menniskjans uppílegging í náttúruna verður fatað sum onki minni enn etsandi og hubristisk náttúru morð eins andstyggi ligt sum Stalin sa samskip aða og státs-sank- tioneraða týning av ósek um menn iskj um, ung sum gom- ul. Ókey, Higgins hevur bert ein lutfalsliga lítlan heila, og afturat sær ein so lítlan fylgdarskara, at sjálvt Roman Polanski hevði verið illa við. Men hennara ætlan at yvirtala ST at viður kenna ‘ecocide’ sum hin fimta frið arbrotsgerðin, ið kann roynast við Altjóða Brots- mannadómstólin, harmoner- ar við grøna ólukkuhugsan. Fylgdarskarin, bert vaksin, Polanski, tíverri, tvíhalda um, at ein nýggj ‘ecocide’- lóg eisini kann brúkast ímóti teimum, ið ikki trúgva uppá alheimsupphiting og, opinberiliga, fylgjandi broyt- ingum í veðurlagnum. Naturalistiskir planet flipp- arir mana jú í heil um fram myndatalu frá Holokaust—á ein hátt at strika undir, at veður lags broytingar er ein simplistisk moralsk søk, og annars at læsa kjakið hesum við víkj andi. Vit vita øll, at Holokaust hendi, vit vita øll, at tað var skeivt, vit vita øll, hvør bartrogini og offrini vóru. Og vit vita eisini, at har enn eru nøkur trongskygd tvørball, ið ivast um tess sannleika. So, být jødarnar um við flora og fauna, nasistarnar um við Big Business, og rasist iskar revisionistar um við “veðurlagsbroytingar- sýt arar” og, voila, tú hevur eina liðugtseymaða moralska anek dotu, ið sigur, hvussu altavgerandi tað er at takkla veðurlagsbroytingar í stund- ini, og hvussu skakandi og skamm leyst tað er at seta spurn ing við motivini hjá umhvørvis verndar sektini. Bara hugskotið, at seta spurning við tann mest iva - sama og propaganda-plág- aða retorikkin nakran tíð fram leiddan, er nú so langt úti, halda líkbleiku um hvørv- isfólkini, at tú burdi biðið um hjálp. Tey ordi liga grønu steðga ikki so, men mæla til ein revsi rætt a la Nürn berg fyri okk um, frí teinkjandi heidn ingar. Við hesum royna tey at javnseta nasistanna hóp morð av jødum undir 2. heimsbardaga við træfelling og oyðimarkarmyndan. Hetta er skilvísa avleiðingin av at seta natúruna, ikki bert líka við, men hægri enn manna- ættina. Higginsa kampanja fær meg at hugsa um eina plakat frá eini mótmælisgongu um veðurlagsbroytingar nøkur ár síðani, ið ljóðaði “Trø neyð- taka ikki”. Boðskapurin er greiður: náttúran er rein, ósek og hjálparleys, með an menniskjað er ekult, skaða- samt og útnyttandi. Tað er, at um tú ikki longu er eitt die- hard umhvørvisfólk, tá blív tað, ella! Umframt at háundra gos fjøll og hav streymar og óbrúki lig djóra sløg, eru hasi fólkini faktiskt nokkso líka. Fjákutir, einfaldir, treyta- leysir og hysteriskir planet- bedýr arir, sum stinga peiki- fingrarnar í oyruni og skrála “La La La” so hart teir orka, heldur enn at lurta at tí, teir ikki vilja hoyra—í tí føri, hetta er okkurt, teir ikki klára at hoyra. Nei, ístaðin fyri at lifra fyri sjálvpískandi og træ- klemm andi apukattum, eiga vit nú heldur at teppa náttúru dyrk an ina og tveita okkurt seriøst bensin á hatta veðurlagsbroytingarkjakið og eina hávirðing av einum eldogsi, ið apsalutt einki hevur við sjálvt eldgosið at gera, men alt at gera við hvussu resulterandi øskan kann ávirka samtíðarlív. Í øllum lívsins tættum, frá státsligari uppíblanding í barnauppaling til at fortelja trøllvaksnum fólki, hvat tey skulu eta, hvat tey ikki skulu drekka og hvussu langt tey skulu renna, er endamálið effi nett tað sama: at kontrol- lera og broyta mátan, vit eru uppá. Tann grøni fólkaherurin kamuflerar hetta trølsliga lyndi í lívd av átrokandi tørv - in um at bjarga verðini und an armageddon. Men við ein- staklingum sum Polly Higgins, ið trúliga halda, at tað einasta, ið er galið við verðini, er handa for pulaða mannaættin, má miljónaspurningurin væl vera, hvønn hon tá ætlar at reservera verðina til.