mikudagur 12. mai 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
38
Sosialurin
ELINANDREASEN.DK
NÝGGJA INNRÆTTING?
Um tú gongur við tonkum um at fáa
eina nýggja innrætting av heiminum
ella virkinum, ber til at bíleggja eina tíð
til eina vitjan, har vit práta um allar
spennandi møguleikarnar.
Ring ella skriva til mín
sum skjótast, tí eg veri í
Føroyum aftur longu í
juni.
Tlf.: 0045 2892 9887
kontakt@elinandreasen.dk
www.elinandreasen.dk
Føroya Heimavirkisfelag
Aðalfundur felagsins verður hósdagin
27. mai 2010 kl. 20.00 í hølum felagsins í
J. Paturssonargøtu 24, Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
Summarhús bíliga til sølu
15 min. frá Ålborg. Húsini, sum eru í sera góðum
standi, eru 48 m2 og grundøkið 1400 m2. Alt inn
búgv og tvey reiðskapshús fylgja við.
Húsini standa við Limfjørðin.
Ein tíma frá Hanstholm (Norrønu).
Kostnaður kr. 420.000
Ring 0045-20897262
Leiga av fimleikahøll
Tey, sum ætla at leiga fimleikahøllina í Tofta skúla
komandi vetur, verða hervið biðin um at senda
skrivliga umsókn, til Nes kommunu, Toftavegur 3,
FO-650 Toftir, ella nes@nes.fo, í seinasta lagi
13.06.2010.
Nes kommuna
N e s K o m m u N a
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Við hesum verður sethúsaognin Kósaskákið 8
(matr.nr. 1014), Klaksvík, lýst til sølu.
Sethúsini eru uml. 30 m2 til støddar í trimum
hæddum. Grundøkið er uml. 170 m2 til støddar.
Eisini er ein fríttstandandi hjallur á ognini.
Myndir eru á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo.
Áhugaði kunnu venda sær til Irdi E. Toftegaard,
it@lawfirm.fo, ella Jógvan E. Ellefsen.
Sethús í Klaksvík til sølu
AdvokAtfelAgið við Strond 4
YVIrI VIð STrond 4 · TEl 311260 · fax 311261 · P.o. box 359
fo-110 TórShaVn · faroE ISlandS
EMaIl: lawfIrM@lawfIrM.fo
HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO
JóGVan PÁll laSSEn · PETur EVEn dJurhuuS
JóGVan E. EllEfSEn · anna daM · InGI høJGaard
Gunn EllEfSEn · MIMI STEInTórSdóTTIr
Leiga av svimjihøll
Tey, sum ætla at leiga svimjihøllina í Tofta skúla
komandi vetur, verða hervið biðin um at senda
skrivliga umsókn, til Nes kommunu, Toftavegur 3,
FO-650 Toftir, ella nes@nes.fo, í seinasta lagi
13.06.2010.
Nes kommuna
N e s K o m m u N a
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Endurlýsing
Lærarastarv
í Dímunar Skúla
Hoyvíksvegur 72 · Postrúm 3279 · FO-110 Tórshavn
Tel. 30 65 00 · Faks 30 65 55 · mmr@mmr.fo
MentaMálaráðið
Søkt verður eftir útoyggjalærara til Dímunar Skúla.
Starvið verður sett frá 1. august 2010.
Um starvið
Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans
og hevur sjálvur alla undirvísingina í skúlanum.
Starvið er fulltíðarstarv.
Søkt verður eftir útoyggjalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og
ábyrgdina av virksemi skúlans
• skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott
samstarv millum skúla og heim
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• skal vera førur fyri at loysa trupulleikar
• í samstarvi við foreldrini skal virka fyri,
at næmingarnir fáa sum mest burtur úr
skúlagongdini bæði fakliga og sosialt
• skal hava regluligt samstarv við ein størri skúla í
kommununi ella í økjunum.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum. Um eingin lærari
søkir starvið, verður umsøkjari, ið ikki hevur fólk
askúlalæraraútbúgving, settur í starvið skúlaárið
2010/2011.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum. Tann, ið
settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1,
29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjar
málaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum,
frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum
viðmælum skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 27. mai 2010 .
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við tposti: mmr@mmr.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um størvini, kunnu
ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf.
306500.
Tórshavn, 11. mai 2010
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undir
vísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Tvingsilssøla
Týsdagin, tann 1. juni 2010, kl. 9:15 verður á Dómara
skrivstovuni, Undir Glaðsheyggi 14, 100 Tórshavn,
hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 244c, Miðvágur
(AS nr. 225/2010).
Talan er um vinnubygning og sambært tryggingarskjali
num er bygda økið 300 kvm. Bygningurin er í tveimum
hæddum, og er úr timbri og betong, takt við tjørupappi
og aluminium.
Bygningurin er nærri innrættaður soleiðis:
Niðara hæddin: matstovuhøli (pláss til uml. 100 sitipláss),
køkur, 3 toilettir, goymslurúm og trappuuppgongd til
ovaru hædd.
Ovara hæddin: durur, kundawc, gongd, 2 viðgerðarrúm,
starvsfólkawc v/brúsu, venjingarhøli, tekøkur og trappu
niðurgongd til niðaru hædd.
Tvingsilssølan er umbiðin av Inga Højgaard, adv., Yviri
við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak nr. 5221801),
sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.
Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advo
kati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur