mikudagur 12. mai 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
44
Sosialurin
Ítróttur
Klárar B68 at steðga
Christian Høgna?
Ólavur Øre Hansen
Christian Høgni Jacobsen hevur
skorað seks mál í seks dystum, sam
stundis sum NSÍ bert hevur skorað
átta mál higartil í kappingini. Tað
ber boð um ein leikara við sera stór
um týdningi fyri sítt lið.
Eftir eina ringa byrjan uppá
kapp ingina, so hevur tað gingið væl
betur hjá NSÍ seinastu dystirnar.
Fyri góðari viku síðani vunnu teir
greið an sigur á AB, og fríggjadagin
vórðu sundalagsmenn sendir norð
aft ur við einum 21 tapi í skjáttuni.
Í áður nevndu dystunum hevði
Christian Høgni ein leiðandi leiklut.
Talismanurin hjá runavíkingum var,
saman við eini kompaktari verju,
drív megin aftanfyri sigrarnar, og
spurn ingurin er bara um teir klára
at halda jaligu gongdini í granna
uppgerðini á Svangaskarði.
Hjá NSÍ hava nakrir leikarar
havt smáskaðar at dragast við, men
vænt andi eru allir tøkir til dystin á
Svanga skarði. Tískil hevur Pauli
Poulsen, venjari hjá NSÍ møguleika
at byrja við somu uppstilling, sum í
dyst unum móti AB og EB/Streymi.
Meðan formkurvan hjá runa
víkingur er jalig, so er ørvísi við
B68. Toftamenn hava havt eitt
rím iligt kappingarár higartil, men
úrs lit ini bera boð um eitt lið, ið ikki
heilt hevur funnið stabilitetin enn.
Toftamenn hava vunnið tríggj ar
heimadystir, og tapt tríggjar úti
dystir. Somuleiðis virkar javnvágin
millum verju og álop ikki heilt. B68
hevur skorað mest mál í kappingini
higartil, meðan toftamenn hava lat
ið næstflest mál inn.
Meðan
runavíkingar
kunnu
stilla upp við sterjastu manning, so
meira óvist við B68. Sambart venj
aranum hjá toftamonnum er ikki
av gjørt um Ahmed Keita verður
við, meðan N'Dende eftir øllum at
døma verður aftur at síggja á mið
vøllinum hjá B68.
Grannadystirnir millum B68 og
NSÍ plaga at vera spennandi og
intensir dystir, har bæði lið ini vilja
gera alt fyri at vinna. Spurn ing urin
er bara um B68 klárar at steðga
runa víkingum, við einum væl leik
andi Christian Høgna Jacobsen á
odda.
post@sosialurin.fo
vodafonedeildin Chrisian Høgni Jacobsen er uttan
iva formsterkasti leikarin í Vodafonedeildini í løtuni, har
hann eisini eru toppskjútti. Tískil er umráðandi hjá B68 at
steðga talismaninum hjá runavíkingum, um teir skulu vinna
grannauppgerðina, sum verður á Svangaskarði í kvøld
Meðan formkurvan hjá
runa víkingur er jalig, so er
ørvísi við B68
Óalvur Øre Hansen
Eftir eina flúgvandi byrjan við
trimum sigrum eftir trý um
før, hevur B36 bert fingið trý
stig í seinastu trimum dyst
unum. Hóast stígur er komin í
hjá B36, so liggur B36 á øðrum
plássi eftir seks dystir, og tað
er ikki so galið. Men tað er
eingin loyna at B36 skal til at
vinna dystir aftur, og Kristi
Himmalsferðardag er møgu
leiki fyri tí, tá Víkingur kemur
á vitjan í Gundadali.
Ártalsfelagið úr høvuð stað
num hevur havt nakrar skað ar
at dragast við. Sigfríður Clem
ent sen sigur í samrøðu við
Sosialin at Dimitrije Jankovic
verð ur tøkur, meðan Herbert í
Lon Jacobsen ikki verður við í
dyst inum móti Víkingi.
Støðan hjá Víkingi er meinlík
støð uni hjá árstalsfelagnum.
Felagsliðið úr Gøtu og Leirvík
hevur ikki vunnið síðani teir í
triðja umfari vunnu 02 á NSÍ,
og dysturin móti B71 sunnu
dagin, gav ikki ábend ingar um
eitt Víkinga lið við sjálvs áliti.
Tískil er lagt upp til eina
spenn andi uppgerð millum B36
og Víking í Gundadali, har tað
ræð ur um hjá báðum liðum at
vinna. So er spurningurin bara
hvørt tað verður ártalsfelagið
ella felagsliðið, sum megnar at
draga longra stráðið, ella at lið
ini leggja fót fyri hvørt ann að
við at leika javnt.
post@sosialurin.fo
Skulu venda
skeivu
gongdini
vodafonedeildin Hvørki B36 ella
Víkingur hava vind í seglunum í løtuni.
Síðst liðini vunnu var í triðja umfari,
og tí skulu bæði liðini venda skeivu
gongdini, og tað gerst bert við at vinna
Hóast støðan ikki er so
galin, so er eingin loyna at
B36 skal til at vinna aftur
Vodafonedeildin, 7. umfar
12. mai
B68 - NSÍ
Eiler Rasmusen
13. mai
B71-HB
Petur Reinert
ÍF-FCSuðuroy
Dagfinn Olsen
EB/Streymur-AB
Páll Augustinisen
B36-Víkingur
Rúni Gaardbo
nr. lið
dystir
Vunni
jaVnt
tapt
+ Mál - Mál
+/-
stig
1 HB
6
4
2
0
13
9
+4
14
2 B36
6
3
3
0
12
6
+6
12
3 B68
6
3
0
3
16
13
+3
9
4 Víkingur
6
2
3
1
12
10
+2
9
5 ÍF
6
2
3
1
7
5
+2
9
6 NSÍ
6
2
1
3
8
8
0
7
7 FC Suðuroy
6
1
3
2
10
12
-2
6
8 B71
6
1
3
2
7
13
-6
6
9 EB/Streymur
6
1
2
3
7
8
-1
5
10 AB
6
0
2
4
9
17
-8
2
Føroyska Vodafonedeildin
Landsliðsleikarin, Christian
Høgni Jacobsen, er
formsterkasti áleyparin í
Vodafonedeildini. Og uttan
iva er sjálvsálitið hjá honum
og liðfeløgunum í topp undan
grannauppgerðini á Toftum
Johan Ellingsgaard
Mynd: Álvur Haraldsen
toppskjúttin
Mynd: Hilmar Jan Hansen