Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 Sosialurin Ítróttur Botnuppgerð við Margáir Ólavur Øre Hansen Hvør skuldi trúð tí, at sunda lags­ menn skuldu liggja á níggjunda plássi eftir ar seks dystir eru spæld­ ir. EB/Streymur hevur bert vunnið ein dyst higartil í kappingini, um­ framt at hava leikt tveir javnleikir móti Víkingi og íF. Ein av ársøkunum til ringu gongd ina hjá sundalagsmonnum, er tann langi skaðalistin, sum teir hava at stríðast við, og í síðsta dysti í Runa vík mátti Dánjal Davidsen av vøll inum við skaða. Tað er ikki bara hjá sundalags­ monnum, at tað hevur gingið illa higartil. Mótstøðuliðið við Marg áir í morgin, AB, hevur havt eina sera vánaliga byrjan uppá kappingar­ árið. Tvey stig er úrtøkan eftir seks dystir. Eins og EB/Streymur, so eru argja menn skerdir til dystin við Margáir. Verjukempan Morten Over gaard fór út við skaða í dyst­ inum móti ÍF, og vandi er fyri at hann verður burtur frá fótbóltinum í longri tíð. Tað er avgjørt ein smeit­ ur fyri AB verjuna at Morten ikki verð ur við, tí tað er í verjuni at AB hev ur havt tað sera trupult í ár. Hvørki av liðunum hevur ráð at tapa dystin. EB/Streymur skal vinna fyri at halda sambandið við lið ini á ovaru helvt, meðan argja­ menn skulu til at fáa nøkur stig sum skjót ast, fyri ikki at verða iso­ leraðir í botninum. vodafonedeildin Tað eru mong ár síðani EB/Streymur hevur spælt ein botndyst, men Kristi Himmalsferðardag verður talan um eina reina botnuppgerð, tá AB kemur á vitjan við Margáir Ein av orsøkunum til ringu gongdina hjá sundalagsmonnum, er langi skaðalistin, teir hava at dragast við Ólavur Øre Hansen Tað hevur verið trupult at meta um styrkina á ÍF liðnum, men nú er okkurt sum týðir uppá at fuglfirðingar hava ein hóp, sum kann vera við í ovaru helvt í deildini. Hetta kann ljóða sum ein skøva fløga, tí tað sama var sagt undan kappingini í fjør, men tá útiblivu úrslitini. Men í ár er okkurt sum týðir uppá at tað er ørvísi. Til dystin á Argjum manglaði ÍF Rógva Jacobsen, Jovevic og Høgna Zachariasen men fuglfirðingar vístu at teir eisini kunnu uttan ein so týðandi leikara sum Rógva. Tað gevur ábendingar um eitt ÍF lið við eini ávísari breidd. Mótstøðuliðið hjá fugl firð­ ingum Kristi Himmalsferðar­ dag er FC Suðuroy. Suður oy­ ingar hava higartil havt eitt gott kappingarár, og í síðsta dysti eydnaðist teimum at leika javnt móti B36, og má tað met ast at vera eitt gott úrslit hjá upp flytarunum. Sum skilst eru gestirnir úr Suð uroy fullmannaðir til dystin, meðan tað er meira óvist hjá ÍF. Høgni Zachariasen verð ur eftir øllum at døma ikki tøk ur. Um fuglfirðingar skulu halda góðu gongdini, so skulu vinna á uppflytarunum úr FC Suð uroy. Men tað kann verða lætt ari sagt en gjørt. post@sosialurin.fo Ólavur Øre Hansen Tó at HB er at meta sum favo rittur at vinna á upp flyt­ arunum úr B71, so hava sand­ oyingar áður víst, at við góðum stríðsvilja kunnu teir gott geva sterkari liðum skarpan gang. Ofta vísir tað seg at upp­ flyt arar hava trupult við at venja seg við støðið. Men tað hevur gingið rímiliga gott hjá sandoyingum higartil í kapp­ ingini. Í teimum síðstu trim um dystunum hevur B71 fingið fimm stig, og serliga javn leik­ irnir á útivølli móti ÍF og Vík­ ingi tala um eitt B71 lið, sum ikki skal undirmetast. Tað er tó ein missur fyri sand oyingar at Marko Stanic ikki verður við. Serbiski mið­ vallar leikarin fekk tveir daga leikbann, fyri rasistiskar út­ sagn ir í dystinum móti FC Suð uroy. Føroyameistarnir úr HB hava ikki enn fingið rættuliga glið á spælið, men tó hava úrs­ litini sum heild verið góð hjá havnarliðnum. Somuleiðis hev­ ur HB víst evni at vinna dyst­ irnar í síðstu løtu, og vístu teir aftur síðsta sunnudag, at einki er liðugt fyrr enn dómarin hev­ ur bríkslað fyri síðstu ferð. Sum skilst úr HB, so eru all­ ir mans tøkir til dystin móti sand oyingum. Hvussu er og ikki, so er lagt upp til eina áhugaverda upp gerð inni í Dali, millum upp flyt arnar úr B71 og føroya­ meistarnar úr HB. Havnarmenn eru uttan iva favorittar at vinna dystin, men skulu tó ikki undir meta sandoyingar, sum áður hava víst at við góðum stríðs vilja er møguligt at fáa stig ímóti serkari liðum. post@sosialurin.fo ÍF á veg fram HB er favorittur, men... vodafonedeildin Tað hevur gingið gott hjá fuglfirðingum í síðstuni, og sigurin í síðsta umfari á Argjum gevur boð um eitt ÍF lið við breiðari hópi enn áður vodafonedeildin Føroyameistarnir úr HB skulu Kristi Himmalsferðardag til Sandoynna, at leika móti upp flyt arunum úr B71 Tað er long tíð síðan, at EB/Streymur var partur av eini botnuppgerð, men eftir laku úrslitini higartil lýgur stigatalvan ikki Mynd: savnsmynd botnlið