Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Bøkurnar og filmarnir um Lisbeth Salander og Kalle Blomkvist eru størsta norð­ urlenska succes av sínum slagi, og nú skal fyrsta bókin í røðini hjá Stieg Larsson gerast til film í USA. Har verð­ ur óført tos ­ að um, hvør skal spæla teir týðandi leik­ lutirnar í filminum. Entertainment Weekly skrivar nú um dagarnar, at sjálvasti Brad Pitt hevur fingið tilboðið um at spæla mannliga høvuðsleiklutin í filminum – journalisturin Kalle Blomkvist. Leikstjórin David Fincher hevur áður samstarvað við Brad Pitt, og hann hevur boðið Brad Pitt leiklutin. Sambært blaðnum The Sun eru Carey Mulligan og Kristen Stewart favorittar til at fáa leiklutin sum Lisbeth Salander. s o illa skulka tingfólk. Hetta var stóra yvirskriftin hjá So si al inum mikudagin, eftir at blaðið hevur kannað eftir, hvussu upp møt ingin hjá ting­ og lands stýris fólki hevur verið hesa tingsetuna. Á fremsti plássi er Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins. Hann hevur ikki møtt á 22 av teim um 92 tingfundunum, sum merkir, at hann hevur eina fráveru upp á 23,9%. Hevði hann verið ein miðnámsskúlanæmingur, so varð hann langt síðani tveittur á dyr fyri ringa uppmøting. Onnur tingfólk koma honum á baki við hesum ivasama heiðuri, harímillum bæði fólkatingsmenn og floksformenn. Tað kann kanska virka smáligt at gera upp, hvussu uppmøtingin hjá tingfólki er. Men tó. Løgtingið er stovnurin, sum vit seta at taka avgerðir okkara vegna. Fólkið velur tey 33 fólkini, sum í ymsum politiskum flokkum skulu taka skilagóðar avgerðir. Tí er tað minsta, vit kunnu krevja, at tey sýna so frægt av respekt, at tey møta til arbeiðis. Hvør annar arbeiðsgevari hevði funnið seg í, at starvsfólk vóru burtur frá arbeiði ein dag hvørja einastu viku? Men hetta sigur kanska nakað um arbeiðslagið í løgtinginum. Vit funnust í eini oddagrein herfyri at ting fólki, sum ikki eingong møttu upp til arbeiðis at atkvøða sítt egna uppskot um misálit á løg mann ígjøgnum. Slíkt vísir totala van­ virð ing fyri tingarbeiðinum – har løg tingið brúkar ein heilan seinna­ part upp á at viðgera eitt mis álitis­ uppskot, sum í besta fall ikki var meint í álvara. Og at vinstra hond ikki veit, hvat høgra ger, var aftur sjón fyri søgn mikudagin. Løgtingið gjørdi av ikki at játta pengar til veður tíðindi. Fyri tveimum árum síðani yvir tóku vit veðurtænastuna frá dønum. Nú skuldu vit hava før oysk veður tíðindi. Ein fyribils avtala varð gjørdi við DMI um at røkja tæn ast una fyri okkum móti gjaldi – og nú hevur okkara høga parla­ ment gjørt av, at hetta hava vit ikki ráð til longur. Er hetta yvir tøku­ politikkurin hjá landsstýrinum: At yvirtaka tænastur frá dønum fyri at leggja tær niður? Vit kunnu av røttum spyrja, um tingfólk taka sítt arbeiða í álvara, um tey eru kompetent til sítt arbeiði, ella um politiska handalagið bara er so vánaligt í løgtinginum og í landsstýrinum, at slíkt kann henda. Hetta er neyvan ein spurningur um pengar. Tað hvílir stór ábrygd á politisku flokkunum og leiðslum teirra. Tað minsta; vit krevja, er at eitt sindur av skili er í. Ein máti at røkka hesum, er at tingfólk møta til arbeiðis. Yvirtaka tænastur fyri at leggja tær niður Leygarkvøldið verður stóra stuðulskonsertin í Salt­ siloini á Drelnesi. Nógv av fremstu nøvnunum innan føroyskan tónleik fara at spæla til tiltakið. Teirra millum eru Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen, Frændur, Brandur Enni og Jens Marni Hansen. Stóra rúmið í Saltsiloini hevur eitt ekkó, sum vil nakað. Tosað verður um, at tað ekkóar í eini seks sekund, og tað er ikki júst tað optimala til eina konsert við rútmiskum tónleiki. Fyrireikararnir royna tó at gera ymiskt við ljóðteppum, sum kann avmarkað ekkóið eitt sindur. Konsertin í Saltsiloini á Drelnesi byrjar leygar­ kvøldið kl. 18.30, og hon heldur fram at alt kvøldið og endar tíðliga á náttini. Øgiligt ekkó skal basast Eiga at møta tiL arbEiðis Tá ið Eivør Pálsdóttir her­ fyri hevði konsert í Vega í Keypmannahavn, fekk hon eitt óvanliga kritiskt um ­ mæli í tíðarritinum Gaffa, sum annars mangan hevur hálovað føroysku song­ kvinnuni. Nú Eivør hevði eina mun­ andi meira rockkenda fram­ førslu, enn hon plagar at hava, vendi tummilin niður hjá Gaffa. Ummælarin helt millum annað, at Eivør tóktst óektað og pátikin. – Tað var eitt sindur óheppið at fáa slíkt ummæli, men eg hevði í grundini innstillað meg upp á, at eg kundi fáa okkurt slíkt ummæli. Tá ið tú skiftir stíl so drastiskt, so eru tað ikki øll, sum eru so glað fyri tað, sigur Eivør Pálsdóttir. – Hasin ummælarin er frá Tønder og dámar væl fólka­ tónleik, so eg skilji væl, at hann hevur fingið eitt sjokk. Tað einasta, eg kann gera, er ikki at taka tað ov nær, sigur Eivør. Væntaði okkurt vánaligt ummæli »Fólk­ sins rødd« ikki bara vanlig fólk Gunnhild dahl niclasen KjaK á síðu 13 Fólka­ atkvøða um val­ lógina helena dam á neystabø KjaK á síðu 14 Brad Pitt sum Blomkvist