Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 14. mai 2010 2 VIKUSKIFTI Sidney Lee ætlar sær ikki at skora í Føroyum Politiska stættin Redaktørur: Inna Törnroos Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Wilhelm Petersen / Mynd: Álvur Haraldsen 4 SaMrøða: WiLheLm PeterSen 6 HEIlSuSíðan: Set matin rætt Saman 7 TIPS: BLondir, FLeSar og PuFFar í vármótanum 8 90 SEkund: heini í Skorini 10 rEPorTaSJa: SoLeiðiS Skrivar man eina krimi 12 Bakgrund: hvat hendi við 90-ara SuPermodeLLunum 14 TIl arBEIðIS: herdiS gaardBo 15 uMafTurafTuruM: høgni djurhuuS 16 Bakgrund: P-BoLLin 50 ár 18 SPyrST So lIvST: rigmor Svarar 19 Mín BESTa uPPSkrIfT: SkinkuruLLukøka 23 Tað HEndur: konSertir, Bøkur, Sendingar oSFr 24 vIkuMyndIn: BeSta myndin í vikuni Vit kunnu kjakast leingi um valdømir, lands­ politikk mótvegis lokalpolitikki og kyns kvot­ ur mótvegis mansumboðan á tingi. Men samd munnu tey flestu vera um, at tað besta fyri landið er, at demokratisku spæli regl urnar eru støðugar og lagdar til rætt is við umhugsni. Í løgtinginum tykist ongin virðing at vera fyri, at so skal vera. Har taka einstaklingar stig til at broyta valskipanina í dag, og í morg in eru Føroyar eitt valdømi. Eitt hálvt valskeið seinni herjar ein for­ smáddur minniluti á aftur og leggur uppskot fyri tingið um at býta landið aftur í sjey val­ dømir, og eisini tað verður samtykt. Í somu øði verða uppskot løgd fram um at skipa landið í fimm valdømir, at hava fólka­ atkvøðu um spurningin og at seta ser frøð­ ingar at viðgera málið. Upploysnin í tinginum um valdømini man vera eindømi í vesturlendskum fólkaræði, og lítil ivi er um, at hon skaðar umdømið hjá landi og fólki. Uppaftur verri man tað vera, at hon tekur trúnna frá kvinnum, monnum og ungfólki á, at tingið yvirhøvur virðir landsins veljarar og arbeiðir seriøst. Men øðrvísi fær tað illa verið, tá ongin miðvísur politikkur er á dagsskrá, og polit ik­ arar tí ganga mest upp í karmarnar, teir áttu at ført veruligan politikk í. Fylgir tú við í politikki nóg leingi, fert tú at hóma eitt mynstur í atferðini hjá fleiri, sum fara upp í politikk. Hetta mynstrið er ikki so vandamikið, um tað hómast hjá nøkr­ um fáum. Men vísir mynstrið seg hjá mongum, er vandi fyri, at politikkur fer at verða førdur mest fyri politisku stættina í landinum heldur enn landið og fólkið. Mynstrið er hetta: Fyrst ert tú idealistur fyri eini sak, so verð ur tú samvitskufullur politikari, síðan lærir tú at gera rossahandlar og verður ein lúrin taktikari, og at enda heldur tú, at tú ert tann politiska skipanin og ognartekur demo­ kratisku spælireglurnar fyri egnan vinning. INNIHALD Sidney Lee Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hann er kendur fyri at verða kendur. Hann er umbiðin víðahvar til undir­ haldstiltøk og fjølmiðlasendingar, men nógv rysta við høvdinum eftir hansara lívsførslu og meiningum. Nú kemur eingin annar enn Sidney Lee til Føroya at vitja um vikuskiftið. Sjálvbrúna danska reality­stjørnan skal verða gestabarrvørður í Havn og Klaksvík um vikuskiftið, og hann gleðir seg til Føroya ferðina. – Faktiskt kenni eg einki til Føroyar, men eg eri spentur at uppliva okkurt nýtt, og eg havi hoyrt frá onkrum, sum hevur vitjað í Føroyum, at har er sera pent, sigur Sidney Lee. – Eg helt, at tað ljóðaði spennandi at fara til Føroya ein túr, og so er hetta eisini ein partur av mínum arbeiði sum gestabarrvørður, sigur hann. Skal ikki skora Sidney Lee stórtrívist í leiklutinum sum miðlapersónurin, sum í grundini bert er kendur fyri at vera kendur. Hann kom fram í reality­røðini Singleliv, men hevur verið frammi í skiftani saman­ hangum síðani tá. – Eg elski hetta lívið við veitslum, galla kvøldum og premierum. Eg sleppi at uppliva eina rúgvu, sigur Sidney Lee. – Tað, sum er eitt sindur keðiligt, er tá eg verði kendur aftur á gøtuni. Eg havi einki ímóti at práta við fólk, tá eg eri til arbeiðis, men eg vil helst hava frið, tá eg havi frí. Sidney Lee er kendur fyri at hava skiftandi konufólk, men líkt er ikki til, at hann fer at fiska í Føroyum. – Eg ætli mær ikki at skora í Før­ oyum, tí eg havi damu. Eg havi møtt onkrum føroyskum kvinnum í Dan­ mark, men mær dámar betur myrkar, eksotiskar kvinnur enn ljósar damur sum tær føroysku, sigur Sidney Lee. Hann verður at hitta í Rex í Havn fríggjakvøldið og í Club 700 í Klaksvík leygarkvøldið. – Eg havi møtt flEiri føroysKum kvinnum í Danmark, mEn Eg Eri mEIrA til myrkar og EKsotIsKAr kvinnur, sigur sIDNEy LEE, sum vitjar í føroyum um vIKusKIftIð klumman Uni Arge myND: Jens Kristian Vang – Faktiskt kenni eg einki til Føroyar, men eg eri spentur at uppliva okkurt nýtt, og eg havi hoyrt frá onkrum, sum hevur vitjað í Føroyum, at har er sera pent, sigur Sidney Lee myND: Polfoto