fríggjadagur 14. mai 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Í longri tíð hevur brotið
í bæði borð uttan um
bóndan Petur Karl av Rana
í Trongisvági.
Tað byrjaði við, at hann
fyri
tveimum
mánaðum
síð an varð meldaður fyri
mis røkt og djórapínslu, og
nak að eftir meldaði Djóra
vernd ar felagið Petur Karl
av Rana fyri djórapínslu,
við tað at hann kappaði ein
bein av einum lambi av og
læt lambið liva.
Hesi málini eru ikki av
greidd, men nú hevur Petur
Karl av Rana boðað frá, at
hann vil lata festið frá sær.
Í tí sambandinum vóru
Bjørn Patursson, stjóri á
Bún aðar stovuni og Rólv ur
Djur huus,
land bún aðar
ráðgevi miku dagin á fundi
við Petur Karl av Rana.
Festið er ikki tikið frá
Peturi Karl av Rana, sum tí
kann peika á sín eftir mann.
Skikkaður
Búnaðarstovan skal góð
kenna eftirmannin. Bjørn
Patursson vil ikki upplýsa
hvør ætlaði eftirmaðurin
er, men hann sigur, at mað
urin bæði hevur land bún
aðarútbúgving og royndir.
Útpeikaði eftirmaðurin
er Jón Eli Nolsø í Trongis
vági. Hann sigur í stuttari
við merking, at tað í løtuni
ikki er upp á tal, at hann
skal yvirtaka festið. Ann ars
hevur hann onga við merk
ing.
Frá væl vitandi keldum
hevur Sosialurin frætt, at
trupulleiki hansara er fígg
ing. Eingin fígging fæst úr
Búnaðargrunninum.
Við tað at Petur Karl
av Rana vil av við festið,
hevur Mjólkarvirkið Bún
aðarmanna sent sms til
allar neytabøndurnar og
lýst neytini hjá Peturi Karl
av Rana til sølu. Sum skilst
er talan um umleið 70 neyt.
Málið um djórapínslu
ligg ur hjá politinum.
Petur Karl leggur frá sær
Landbúnaður Petur Karl av Rana í Trongisvági vil
av við festið, men maðurin, sum hann hevur peikað
út til eftirmann sín, fær ikki fígging til festið
Randi Jacobsen
Klokkan hálvgum níggju í
morgun boðaði SEV í Vági
avvarðandi myndugleikum
frá, at nógv olja var farin á
sjógv.
Oljan var likin á sjógv
líka frá klokkan eitt í nátt, til
óhappið varð uppdagað.
SEV hevur eina sjálv virk
andi skipan, sum pumpar
olju úr goymslutanganum í
dagtangan, og henda skipan
hevur ikki virkað, sigur Hák
un Djurhuus, stjóri í SEV.
Tískil fleyt yvir.
Gudmund
Kacobsen,
sløkki liðsleiðari í Vági held
ur tað vera torført at siga
nágreiniliga, hvussu nógv
olja er farin á sjógv, tí nøgdin
er so stór. Eitt skot er 30.000
litar,
men
nøgdin
kann
vera størri ella minni, sigur
Gudmund Jacobsen.
Oljan farin víða
Fólk frá Vágs havn hava lagt
sperringar út á fjørðin, men
oljan er farin allan vegin inn
og liggur í fjøruni og fram við
bryggjunum.
Oljan er gassolja.
– Í dag spælir veðrið við
okk um. Tað er lýtt og gott
veð ur, og oljan dampar tí
skjótt, sigur Gudmund Ja
cobsen.
– Skipanin er ikki nóg góð,
tá ið slíkt hendir. Vit fara
nú at kanna, hví óhappði
hendi, og vónandi kunnu vit
læra av hesum, sigur Hákun
Djurhuus.
SEV hevur sett fólk at
leita eftir brekinum, og ein
stór kanning verður gjørd av
óheftum fólki, sum hava ser
kunnleika til slikar skipanir.
Fyri nøkrum árum síðan
hendi eisini eitt oljuóhapp
hjá SEV í Vági. Ta ferðina
misti verkið tungolju á sjógv,
og uppruddingin vardi í fleiri
mánaðir.
Einki samband er millum
tey bæði óhappini hjá SEV í
Vági, tí hesa ferð misti verki
gassolju á sjógv.
Enn er ov tíðliga at siga,
hvussu drúgv uppruddingin
verður.
Kostnaðurin er tí ókend
ur.
Meginreglan er, at dálkarin
rindar fyri uppruddingina
Stór oljudálking í Vági
Móttøka
Í sambandi við at Ruborg Zachariassen hevur
sín seinasta starvsdag í Føroya Banka, verður
móttøka á deildini í Miðvági mánadagin
17. mai 2010 millum kl. 15.00 og 16.30.
Ruborg byrjaði í starvi 01.12 í 1965
og hevur starvast í deildum bankans
á Flogvøllinum, í Sørvági og Miðvági.
www.foroya.fo
dáLking Í alla nátt hevur gassolja fossað úr einum tanga hjá SEV í Vági.
Sjálvvirkandi skipanin virkaði ikki, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV
Petur Karl av Rana kom serliga í andglettin av
lambinum, sum hann kappaði beinið av
Oljan rekur frá Sev og yvir
móti bryggjuøkinum nokkso
beint yvir um fjørðin
Myndir: Dagfinn Olsen