Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 14. mai 2010 4 VIKUSKIFTI nýtt bryggjarí Uni Arge uniarge@gmail.com Segði onkur olja, so slapst illa undan eis ini at siga Wilhelm Petersen. Soleiðis var lagið heilt frá 1998, tá Atlantic Petroleum legði til brots at fáa lut í væntaða føroyska oljuævintýrinum, til november 2009, tá felagið brádliga boðaði keypsskálunum frá, at Wilhelm Petersen var farin frá sum stjóri. 11 ár í stjórasessinum í fyrsta føroyska olju­ felagnum vóru at enda komin, og tann 48 ára gamli vestmenningurin kundi taka seg aftur, kaga upp í himmalin eina løtu og spyrja, hvat nú skuldi henda. Hann sat ikki leingi og skimaðist upp í ský, tí bara fáar vikur seinni vóru boð eftir honum at fáa eina nýggja fyritøku á føtur. Thorshavns Mælke for­ syning & Margarinefabrik við Høgna Jensen á odda var í ferð við at gera nýtt føroyskt bryggjarí í gamla egg­ virk inum hjá Annfinni Brekkstein á Velbastað. Nýggj útgerð var keypt frá aftur latnum bryggjaríi í Danmark at seta í bygningin, og nú skuldi kapital­ bygn aðurin fáast upp á pláss. Hesa uppgávu vildu stigtakararnir hava Wilhelm Petersen at loysa. Royndir sum stjóri hevði hann sum vera man úr Atlantic Petroleum, og við seks árum sum kredittleiðari í Føroya Spari kassa frá 1992 til 1998 í skjáttuni hevði hann eisini skil á fíggjarmálum. Harum framt var tað ein fyrimunur, at hann var útbúgvin sivilverkfrøðingur, hevði tikið fyrsta part av HD og kundi kalla seg doktara í framleiðslutøkni. – Eg varð uppringdur í desember í fjør. Á fyrsta fundinum skuldi eg bara ráðgeva í sambandi við kapitalbygnaðin, men síðan øll fíggingin kom upp á pláss í februar, eri eg vorðin stjóri í fyritøkuni, og nú leggja vit seinastu hond á at fáa alla útgerðina roynda. Bryggjaríið rigg ar, sum tað skal, og nú royna vit tappi út gerðina og skulu hava seinastu góð kenn ingarnar upp á pláss. Vit vóna at senda fyrstu ølirnar á marknaðin í juni, sigur Wilhelm Petersen. Bryggjað við nærlagni Gramlað hevur seinasta hálva árið verið um, at eitt nýtt bryggjarí skuldi fara at geva Føroya Bjór kapping á markn aðinum, men lítið ítøkiligt er komið fram um ætlanirnar. Í farnu viku brast tó fyri nev, tá bryggjaríið kunn gjørdi navnið og nýggja búmerkið á egn ari Facebook­síðu. »Bryggjað við nær lagni,« stendur uppi yvir navninum í bú merk inum, har gjørt eisini verður vart við, at talan er um smakk og góðsku. Hóast tað kundi tykjast tilvildarligt, at bryggjaríið á Velbastað brádliga fór at gera um seg á Facebook, so var tað til ætlað. Bryggjaríið hevði fingið høvi at vera við á einum ølfestivali í Valby, og tá samleikin, sum Sendistovan hevur gjørt, longu var liðugur, og bryggjaríið hevði fingið góðkenning at bjóða fram fyrstu smakkiroyndirnar, varð bara lagt til brots við marknaðarføringini í Valby og á Facebook. Við almannakunngerðingini byrj ar eitt nýtt kapittul í søguni hjá Thors­ havns Mælkeforsyning & Marga rine­ fabrik, sum hevur fingist mest við at framleiða mjólk, ost og margarin í Havn, og Wilhelm Petersen hevur flutt seg úr oljuni í ølframleiðslu. Aftrat sær hevur fyrrverandi oljustjórin roynt fólk úr vinnulívinum. Formaður í nevnd ini er Óli Hansen, fyrrverandi nevndar for­ maður í Faroe Seafood. Hinir nevndar­ limirnir eru Tummas Hanus Dam, stjóri, Høgni Jensen, eigari, og Peter Klemensen, bryggimeistari og nýliga frá farin stjóri í Thisted Bryghus. Við hesi samanseting heldur Wilhelm Petersen, at nýggja bryggjaríið skuldi verið í góðum hondum. Ikki minst er tað umráðandi, heldur hann, at bryggj­ aríið hevur fingið serkønt fólk uttan­ eftir at standa fyri framleiðsluni. Aftrat bryggimeistaranum verður diplom­ bryggjarin, Bjarne Olsen, knýttur at bryggjarínum, og báðir fáa teir ovmikið at gera. – Vit ætla at framleiða øll sløg av øli, pilsnara, gulløl og myrkt øl. Eisini fara vit at leggja dent á at framleiða ymisk sløg av serøli, so vit røkka einum so breiðum skara av kundum sum gjør ligt, Hann var stjóri í atlantic Petroleum í 11 ár, men í november í fjør var tíðin í fyrstA føroyska oljUfelAgnUm runnin. nú er Hann stjóri í nýggjA føroyska bryggjarínum, okkArA, sum vónar at koma á mArknAðin við fyrstu ølUnUm í juni. Wilhelm Petersen Hevur fleiri ferðir verið við, tá brotið varð uPP úr nýggjum, og tað dámAr Hon eisini best – eg vil skAPA nýggjar fyritøkUr, og bryggjAríið er ein sPennandi nýggj fyritøkA, sigur Hann Eg vil skapa nýggjar fyritøkur Fyrst skuldi eg bara ráðgeva, men síðan øll fíggingin kom upp á pláss, eri eg vorðin stjóri