týsdagur 15. januar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 15. januar 2002
19
brekkan ógvuliga tung at
ganga hjá drátturkvinn-
unum. Tær fingu tó svarað
aftur í triðja setti, sum tær
vunnu 25-21, samstundis
sum Mjølnir valdi at skifta
leikarar út. Men í fjórða
setti var alt aftur við tað
gamla, og Mjølnir vann 25-
19. Við sigrinum kom
Mjølnir upp á sama stigatal
sum TB, sum ikki spældi
hetta
vikuskiftið.
TB-
kvinnurnar hava leikt ein
dyst færri og hava eisini
nógv betri settmun, men
eins og í fjør er tað nú lagt
upp til ein sera spennandi
endaspurt í bestu kvinnu-
deildini. Í fjør var Dráttur
annar parturin í oddastríð-
num og endaðu við at vinna
tað, men við ósigrinum
leygardagin eru teir enda-
liga settar til viks í hesum
oddastríðnum, sum nú bara
stendur millum TB og
Mjølnir. Bæði á Tvøroyri
og í Klaksvík munnu tey so
smátt vera farin at ásanna,
at tað verður í innanhýsis
dystunum
millum
hesi
bæði liðini, at kappingin
um
føroyameistaraheitið
verður avgjørd. Tann 27.
januar skal Mjølnir til
Suðuroyar, og í næstsíðsta
umfarinum 2. mars skal TB
so til Klaksvíkar. Inn ímill-
um teir báðar dystirnar
skulu liðini so eisini fáa
eina steypafinalu av veg-
num...
Grundspælið loksins
liðugt
Annars bleiv grundspælið í
meistaradeildini hjá kvinn-
um eitt sindur drúgvari enn
ætlað. Dysturin millum
Fleyr og ÍF hevur fingið
nógva umrøðu, men sunnu-
dagin varð hann so endiliga
spældur. Upprunaliga dyst-
in vann ÍF 3-1, men tað
úrslitið fekk einki gildi. Nú
dysturin varð spældur um-
aftur sunnudagin, vann ÍF
aftur, hesaferð 3-2, og tað
er fyrsti landskappingar-
sigur hjá ÍF síðani 28.
oktober! Í dag ljóðar tað
rættiliga óhugsandi, men tá
vann ÍF altso 3-2 móti
Mjølni í Klaksvík. Síðani tá
hevði eysturoyarliðið spælt
seks dystir og tapt teir allar
(her rokna vit ikki fyrra
dystin móti Fleyr við). Men
tann keðiliga gongdin varð
altso steðgað í Gundadals-
høllini sunnudagin.
ÍF vann tvey tey fyrstu
settini rættiliga trygt 25-17
og 25-13, men so vann
Fleyr tvey tey næstu 25-23.
Í síðsta settinum var krútið
uppi hjá havnarliðnum, og
við Helen á Lakjuni á odda
vann ÍF hetta síðsta setti so
mikið sum 15-3.
Við hesum úrslitinum,
sum gevur ÍF eitt stig aftur-
at, kom liðið úr Fuglafirði
upp á sama stigatal sum
Fleyr, men settmunurin hjá
ÍF er væl betri enn tann hjá
Fleyr.
Úrslitini um
vikuskiftið
Fleyr-Dráttur 0-3 (20-25,
24-26, 16-25)
Mjølnir-ÍF 3-0 (25-16, 25-
8, 25-18)
Dráttur-Mjølnir 1-3 (21-25,
15-25, 25-21, 19-25)
Seinasti dysturin úr
Grundspælinum
Fleyr-ÍF 2-3 (17-25, 13-25,
25-23, 25-23, 3-15)
Serstakliga Mjølnir fekk nógv
burtur úr vikuskiftinum.
Leygardagin vunnu tær
tryggan sigur á ÍF, og
sunnudagin vitjaðu tær so á
Giljanesi, har tað somuleiðis
spurdust tvey stig burturúr
Myndir: SjH & Edvard Joensen
19
18
Nr. 9 - 15. januar 2002
Oddaliðið TB spældi
ikki hetta vikuskiftið,
og tað gjørdi Mjølnir
sær dælt av við at
vinna tveir dystir og
koma upp á sama
stigatal sum TB-
kvinnurnar. Alt
bendir nú á, at
innanhýsis dystirnir
millum hesi bæði
liðini nú verða
avgerandi fyri hvar
føroyameistaraheitið
endar
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Eftir at landskappingin
hevur verið í jólafrí varð
lagt aftur til brots hetta
vikuskiftið, og tað var ikki
við mýkindum. Heili sjey
dystir vórðu leiktir leygar-
dagin og sunnudagin, og
fýra av teimum vóru í
kvinnudeildini. Uppruna-
liga vóru bara tríggir á
skránni, men nýggi dyst-
urin í grundspælinum mill-
um Fleyr og ÍF kom so
afturat. Hann vann ÍF 3-2,
men tað var serliga Mjølnir,
sum fekk nógv burturúr
hesum vikuskiftinum.
Tveir dagar - fýra stig
Leygardagin høvdu mjøln-
irkvinnurnar vitjan av ÍF,
og tær gjørdu skjótt av við
liðið úr Fuglafirði. Serliga í
øðrum setti var munurin
stórur, og sum heild var
heimaliðið sjáldan undir
nøkrum varandi trýsti.
Dagin eftir fór Mjølnir so
vestur í Vágarnar at møta
Drátti. Dráttur hevði eisini
spælt leygardagin og vunn-
ið 3-0 móti Fleyr, so bæði
liðini vóru við gott mót við
dystarbyrjan. Tað skuldi tó
vísa seg, at mjølnirkvinn-
urnar vóru eitt vet ov
sterkar fyri tær hjá Drátti. Í
fyrsta setti var ikki so
stórur munur á liðunum,
men Mjølnir vann 25-21.
Tær vunnu eisini næsta
settið, hesaferð so trygt
sum 25-15, og nú bleiv
Mjølnir hóttir
nú av álvara TB
Dysturin millum Fleyr og ÍF hevur fingið nógva umrøðu, men sunnudagin varð hann so
endiliga spældur
Mynd: Álvur Haraldsen
Dráttur vann tryggan sigur á
Fleyr í Havn, men tað verða
helst ikki tær, sum í ár koma
at avgera FM-stríðið
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18