týsdagur 15. januar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 15. januar 2002
21
Ov tungt
Framgongdin hjá VÍF helt
sær, til einir fimm minuttir
vóru eftir til steðgin.
Tað er ilt at taka dagar
ímillum, hvat tað var, sum
tá
hendi
við
liðnum.
Kanska var tað orkan, sum
var við at ganga undan,
men meira sannlíkt er, at
tað framvegis var dekan ov
tungt at halda høvdið kalt.
Heldur enn at halda fram
eftir sama leisti, tóktist
liðið nú um at halda leiðsl-
una til hálvleiks. Leikarar-
nir gjørdust meira varnar.
Tær
vóru
ikki
eins
grammar at koma út móti
stóru miðspælarunum, og
áðrenn nakran vardi, hevði
Hellas strítt seg upp á javnt.
Tað eydnaðist tó at vinna
leiðsluna aftur fyri hálv-
leik, og tað eydnaðist eisini
at halda leiðsluna nakað inn
í seinna hálvleik, men so
var eisini liðugt.
Mønustingurin
tóktist
vera, tá tær tíðliga í seinna
hálvleiki fingu tvær útvís-
ingar – harav onnur var av
tí heldur keðiliga slagnum.
Tær megnaðu tó at halda so
nøkun lunda fast hesa
løtuna, og tá Hellas stutt
eftir kom í undirtal, vann
VÍF seg aftur framum, men
so var liðugt.
Tær megnaðu ikki at
halda ferðini nóg høgt uppi.
Verjan hjá Hellas fekk
alsamt betri tak á, og tá
nýggi málverjin so eisini
fann rútmuna í skotunum
frá Ioanu, gjørdist ikki tað
stóra. Seinastu 20 minutt-
irnar fekk VÍF bert tvey
mál, og komu hesi bæði
eftir tríggjar metrar og upp-
stilling.
Sostatt gjørdist talan
eisini um hollendskan sigur
í seinna dystinum, og hóast
víðari luttøkan mest sum
var tryggjað, tá tær fóru
undir seinna dystin, so var
frøin stór, tá alt var avgjørt.
Kanska eisini skilligt, tá
hugsað verður um, at hetta
var fyrstu ferð í 10 ár, at
Hellas hevur roynt seg í
Europa, og at tær soleiðis
skuldu vinna seg víðari í
kappingini, meðan felagið
fylti 75 ár, var mest sum ein
dreymur, ið rann út.
Royndirnar koma
Skal takast saman um
avrikið hjá VÍF, so má sum
heild sigast, at hetta varð
góðkent. Kanska ikki til
UG – til tess var fyrri dyst-
urin ov lakur – men tær
fingu hóast alt prógvað, at
tær eisini hava nakað at
gera á hesum støðinum.
Hóast Holland ikki telist
millum sterkastu tjóðirnar í
heiminum, so hevur hond-
bólturin ment seg við rúk-
andi ferð í flata landinum
seinnu árini, og tað skal
avgjørt ikki gloymast, at
fleiri av leikarunum á lið-
num hava drúgvar royndir
frá ymsu landsliðunum hjá
Hollandi.
Tað vóru eisini júst
royndirnar, sum í fyrsta
umfari forkomu øllum vón-
unum hjá VÍF at gera seg
galdandi. Hóast nakrar
teirra hava roynt seg á
landsliðnum, so tóktist
óttin fyri hesum dystunum
at vera alt ov stórur, til at
leikararnir megnaðu at hava
tamarhald á sær sjálvum.
Tá hetta fyrst var komið í
rættlag, sýndi liðið eitt sera
gott avrik, og hóast tað
neyvan hevði rokkið til ein
samlaðan sigur, so munnu
tey í Vestmanna iðra seg
um, at nervarnir ikki vórðu
tveittir burtur nakað fyrr.
Royndir fáast tó bert á
ein hátt. Við at spæla fleiri
krevjandi dystir, og í so
máta eru VÍF tvey stig betri
nú, enn tær vóru undan
vikuskiftinum. Enn er so
einki gjørt av, hvørt talan
aftur verður um europeiska
luttøku komandi ár, men
tað er so púra vist, at um so
er, so fara dystirnir móti
Hellas at koma teimum til
góðar. Hjá landsliðsleikar-
unum á liðnum kemur hetta
ivaleyst eisini væl við, og í
so máta vóru dystirnir heilt
víst nakað, sum eigur at
koma føroyskum hondbólti
til góðar. VÍF sýndi í so
máta tað, sum tær søgdu
seg vilja undan dystinum.
Tær vildu geva seg fult
út, so eingin kundi siga, at
tær ikki gjørdu tað, sum tær
kundu, og tað var júst hetta,
sum tær gjørdu. Hesin
viljin var tað, sum tryggj-
aði, at VÍF - hóast eitt greitt
tap í fyrra dystinum –
framhaldandi kundi bera
høvdið høgt, tá seinni dyst-
urin var lokin
Jórun Ludvig helt
fyrst og fremst, at
tað var vantandi
kunnleiki til
mótstøðuna, sum
gjørdi, at tað gekst
so illa í hond hjá
VÍF fyrra dystin
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Eftir dystin móti Hellas
fingu vit eitt stutt prát
við Jórun Ludvig, sum
undan hesum kappinga-
rárinum skifti úr Kyndli
til VÍF. Ikki minst tí hon
her fekk møguleikan fyri
størri avbjóðingum.
Fremst av samrøðu-
evnunum var sjálvsagt
munurin á avrikinum teir
báðar dagarnar, og hóast
hon var samd í, at nervar
høvdu sítt at siga, so helt
Jórun tó ikki, at hetta var
øll frágreiðingin.
- Eg haldi eisini, at tað
var tí, at vit kendu hinar
betri í dag. Undan fyrra
dystinum vistu vit einki
sum helst um tær, og tí
kundu vit ikki leggja
nakran veruligan taktik.
- Undan hesum dystin-
um vistu vit í nógv størri
mun, hvørjum vit skuldu
ansa eftir. Tað vísti seg
eisini, at tá vit løgdu
størri dent á at verja mitt
fyri, so høvdu vit nógv
betri tak á teimum.
Gevur royndir
Eitt er at spæla slíkar
dystir. Eitt annað er, hvat
fæst burtur úr einum
slíkum, burtur sæð frá
ítróttarligu upplivingini.
Hvat kann VÍF nýta hesar
dystirnar til.
- Fyrst og fremst
kunnu vit brúka teir til at
gerast føroyameistarar,
heldur hon smílandi fyri.
- Nei, tað er heilt klárt,
at royndirnar, sum slíkir
dystir geva, fara at koma
okkum til góðar í øðrum
dystum. Ikki minst, tá
talan verður um upp-
gávur við landsliðnum. Í
fyrra dystinum megnaðu
vit ikki so mikið sum at
kasta og lofta, og til eina
aðra ferð, verður hetta
kanska øðrvísi.
Eins og í fjør er VÍF í
løtuni einaráðandi í før-
oysku kappingini, og í
steypakappingini er liðið
komið í hálvfinaluna. Vit
spurdu at enda Jórun, um
dystirnir hesa ferð hava
givið teimum mót til enn
eitt umfar í Europa.
- Tað kann eg so ikki
svara uppá. Áðrenn vit
fara at hugsa um tað,
mugu vit vinna antin
steypið ella FM. Uttan
annað av hesum kunnu
vit ikki melda til. So
einfalt er tað, segði altso
Jórun Ludvig at enda.
Kunnleikin
restaði
Seinni dysturin var fullkomuliga ólíkur tí fyrra. Føroysku kvinnurnar stríddust fyri hvørjum einasta bólti, og í tríggjar fjórðingar
av dystinum høvdu tær eisini munin á máltalvuni
- Tað er heilt klárt, at royndirnar, sum slíkir dystir geva,
fara at koma okkum til góðar í øðrum dystum. Ikki minst,
tá talan verður um uppgávur við landsliðnum
Dystirnir í tølum
VÍF-Hellas 14-30 (6-12)
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 8(4), Sóley Mikkelsen 3, Fríða
Marjunardóttir 1, Alis Høghamar 1, Nicoleta Radu 1
Hellas: Silvia Hoffman 8(4), Maaike Turnhout 6,
Mariska Schenkel 5, Judith Demeyer 4, Pearl van der
Wissel 3(1), Inge Stet 2, Amy den Broeder 2
Brotskøst: VÍF 5, Hellas 7
Útvísingar: VÍF 4, Hellas 4
Diskvalifikatión: Hellas 1 (3X2 minuttir)
Hellas-VÍF 25-20 (12-13)
Málskjúttar:
Hellas: Judith Demeyer 8(1), Pearl van der Wissel 4,
Maaike Turnhout 3, Devi van der Oostende 3, Arijene
Paap 2, Mariska Schenkel 2, Inge Stel 1, Amy den
Broeder 1, Silvia Hofman 1
VÍF: Ioana Rápa 8(2), Sóley Mikkelsen 5(1), Jacklin
Durhuus 2, Nicoleta Radu 2, Jórunludvig 2, Fríða
Marjunardóttir 1
Brotskøst: Hellas 2, VÍF 4
Útvísingar: Hellas 2, VÍF 5
Dómarar í báðum dystum úr Noreg: Andre Hansen &
Öisten Pettersen
Iona Rápa var ikki óvæntað toppskjútti hjá VÍF báðum
dystunum, men í seinna dystinum fekk hon tó góða hjálp
frá liðfeløgum sínum
21
20
Nr. 9 - 15. januar 2002
Tó at VÍF tapti báðar
Europa-Cup dystirnar
móti hollendska
Hellas, so fingu
føroysku kvinnurnar
sýnt, at tær eisini
kunnu standa seg
móti øðrum enn
føroyskum liðum.
Serstakliga í seinna
dystinum sýndu VÍF
gott hondbóltsspæl,
meðan nervarnir í
fyrra dystinum
spældu teimum eitt
puss
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Tað var sum dagur og nátt
at síggja VÍF spæla teir
báðar Europa-Cup dystir-
nar móti hollendska Hellas.
Eftir eitt avrik, sum í besta
føri kann metast sum »ikki
nóg gott« í fyrra dystinum,
reistust føroysku kvinnur-
nar, og góvu í seinna um-
farinum prógv fyri, at hóast
alt kunnu geva øðrum enn
føroyskum
liðum
ein
skarpan gang.
Fullsett høll
Hóast
heldur
óhøgligu
tíðarfestingina fyri fyrra
dystinum, so var høllin á
tremur, tá VÍF kl. 18.00 fór
á vøllin til fyrra dystin.
Leysliga varð eftir dystin
mett, at úti við 700 áskoð-
arar høvdu funnið vegin
fram til høllina.
Um tað var hetta, ella um
tað var týdningurin av
dystinum, sum nervaði VÍF,
er ilt at siga, men í øllum
førum kann staðfestast, at
liðið í hesum dystinum so
langt ífrá spældi upp til tað,
sum tær eru førar fyri.
Í fyrra hálvleiki var
spælið kanska ikki so
øgiliga langt av leið. Tó at
tær høvdu ringt við at spæla
seg fram til opnar møgu-
leikar, so megnaði Ioana at
smekka nakrar bóltar í
meskarnar, og tá Manuela í
hinum endanum alt fyri eitt
fór at sýna, hví hon verður
mett sum besti málverjin á
klettunum, røktist onkurs-
vegna fyri, at eitt líkinda
úrslit skuldi spyrjast burtur-
úr.
Mistøkini revsað
Tað, sum síðani gekk galið,
var fyrst og fremst, at VÍF
framdi nøkur fundamental
mistøk, sum verða náði-
leyst revsað í slíkum dyst-
um.
Fyrst og fremst kostaði
tað sjálvsagt nógv, at VÍF
ikki megnaði at skora, tá
tær í einum tveimum førum
sluppu fullkomuliga leysar
í kontraálopum, men tað
var eisini sera dýrt, at tær
fleiri ferðir tveittu óneyð-
ugar bóltar burtur, soleiðis
at Hella slapp í kontra. Tí
hóast Manuela ígjøgnum
allan dystin hevði hópin av
góðum
bjargingum,
so
megnaði hon ikki einsamøll
at standa ímóti hesum.
Tað, sum var serliga
merkisvert við hesum var,
at VÍF snøgt sagt ongan tíð
fann sær nakað fótafesti í
dystinum. Heldur enn at
fara »back to basics«,
vórðu snildir av ymsum
slag royndar, til tess at fáa
spælið at hanga saman, og
móti slíkum mótstøðuliðið
er tað nærum sjálvsagt, at
hetta miseydnast. Nervarnir
tóktust vera alt ov nógvir,
til at leikararnir megnaðu at
hugsa klárt, og tá heldur
ikki Sóley – sum annars er
sum skapt til slíkar dystir –
megnaði at fáa frið yvir
spælið, so kundi tað bara
ganga, sum tað gekk.
Munurin á máltalvuni vaks
við fúkandi ferð, og sum
dysturin leið tóktust tær á
heimaliðnum
alt
meira
mótleysar, soleiðis at tað
mest sum var ein lætti, tá
dysturin loksins varð blást-
ur av.
Hamskiftar
Hóast ruddiliga tapið, so
var tó nógv, sum bendi á, at
talan fór at gerast um ein
heilt øðrvísi dyst sunnu-
dagin.
Fyrst og fremst mundu
premieru-nervarnir nú vera
burtur. Undir øllum um-
støðum hevði liðið neyvan
nakran møguleika at spæla
seg víðari, og tí var nakað
av trýstinum burturi. Har-
afturat hevði liðið í løtum í
fyrra dystinum víst, at tær
vi eitt sindur av hepni
kundu spæla upp til Hellas,
sum hinvegin kanska held-
ur ikki hevði so nógv at
striðast fyri nú. Og so vóru
tey flestu eisini á einum
máli um, at so vánaligt fór
VÍF ikki at spæla tveir
dystir á rað.
Tað gjørdu tær ikki, og
lat tað vera sagt beinan-
vegin, at tað var so langt
burtur ífrá.
Allar sum ein vóru tær
hjá VÍF mest sum ham-
skiftar til dystin, og ikki
minst mundi tað gera góðan
mun, at tað mest sum alt
fyri eitt vóru aðrar enn
Ioana, sum dugdu at finna
vegin til meskarnar.
Framvegis vóru onkrar
villur at síggja, men hesar
vórðu so væl og virðiliga
uppvigaðar av stríðsvilj-
anum, sum til dagin var
settur í hásætið.
Hetta sást eisini aftur í
spælinum hjá Hellas. Eins
og fyrra dagin, so royndu
tær at halda eini høgari
leikferð, men tá hetta ikki
gav úrslit, var sjónligt, at
leikararnir gjørdust meira
ella minni frustreraðar.
Eitt
time-out
frá
hollendska skiftisbeinkin-
um hjálpti lítið í so máta.
Sjálvsálitið lág nú hjá VÍF,
og høllin kókaði av spenn-
ingi, meðan tær spakuliga
togaðu seg longri frá út-
lendsku mótstøðuni. Sjálvt
ikki undirtal tóktist at nerta
tær, og eina løtu sá út til, at
mest sum alt skuldi bera til.
Hildu høvdið høgt
Hóast heldur óhøgligu
tíðarfestingina fyri fyrra
dystinum, so var høllin á
tremur, tá VÍF fríggjadagin
fór undir fyrra Europa-Cup
dystin
Í fyrra dystinum fekk VÍF
ongan tíð takið á stóru
skjúttunum hjá Hellas, sum í
longum løtum av dystunum
skutu verjuna niður
C
M
Y
K
20