týsdagur 15. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 15. januar 2002
23
Í ein hálvleik hevði
Kyndil stutt tjóður á
Neistanum, men
seinna umfarið
skrædnaði fullkomu-
liga hjá grøna havnar-
liðnum
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Tríggir dystir – tríggir
neistasigrar. Somikið ein-
falt kann roknistykki við
grannauppgerðum
í
kvinnudeildini setast upp,
eftir at tey bæði havnar-
liðini aftur hittust sunnu-
dagin.
Úrslitið viðførir, at Neist-
in heldur fast um triðja
plássið,
meðan
Kyndil
heldur fram á ferð sínari í
ongamannalandið, men tað
var ikki alla tíðina, at hesin
munurin var so sjónskur
sunnudagin.
Verjan avgjørdi
Serstakliga fyrr partin av
fyrra hálvleiki vóru tað hin-
vegin Kyndil, sum hevði
betri tak á dystinum. Tær
høvdu nógv betri glið á
álopsspælinum, og var tað
ikki fyri eina væl leikandi
Helenu Dam í Neista-mál-
inum, so kundi Kyndil væl
drigið eitt fitt petti frá hesa
løtuna.
Tað eydnaðist tó ikki, og
sum hálvleikurin leið, fekk
Neistin so líðandi betri
fótafesti. Styrkin hjá lið-
num er serliga í verju-
partinum, og tá hesin fekst
at rigga, spurdust eisini
onkur »løtt« kontra-mál
burturúr, soleiðis at mál-
talvan snaraði til teirra fyri-
mun. At Kyndil bert fekk
eitt
mál
seinastu
10
minuttirnar undan steðg-
inum sigur helst eisini
nakað um, at verjan hjá
teimum bláu nú var farin at
rigga.
Gjørdist sannførandi
Munurin í hálvleikinum var
tó ikki størri enn so, at hetta
kundi vinnast aftur, men
hevði Kyndil nakra vón um
hetta, so var tó skjótt, at
Neistin drap hesa.
Tær struku alt fyri eitt
avstað, soleiðis at dysturin
mest sum var avgjørdur, og
eftir hetta varð sigurin
meira ella minni koyrdur
heim. Eitt skifti sprellaði
Kyndil eitt sindur, og mink-
aðu munin í trý mál, men tá
kreftirnar gingu undan,
kundi Neistin veruliga seta
trumf á, soleiðis at talan alt
í alt gjørdist um ein sann-
førandi sigur.
Neistin heldur soleiðis
framhaldandi fast um triðja
plássið á stigatalvuni, og
sum tað sær út í løtuni, so
verður tað torført hjá
nøkrum øðrum liði at
koppa teimum av hesum.
Tær hava longu verið í
Vági, og hóast tær kunnu
rokna við at missa móti
bæði VÍF og Stjørnuni, so
er hetta somuleiðis gald-
andi fyri øll hini, sum eru
niðanfyri tær á stigatalvuni.
Hjá Kyndli er helst ikki
annað at gera, enn at nýta
várið til at sannføra bæði
seg og onnur um, at liðið í
framtíðini skal hava eitt orð
at siga. Spælið kring jóla-
steðgin bar á tað borðið, at
knotur eru í liðnum, og
megna tær at hava ein
høgan moral, hóast dystir-
nir í nógvum førum verða
týdningarleysir, so kann
meira enn so henda seg, at
okkurt sprellið fer at koma
av og á.
Hinvegin er liðið heldur
ikki betri enn so, at um tær
ikki kunnu savna seg um
komandi uppgávurnar, so
er vandi fyri, at várið í ár
fer at hilnast eins illa, sum
tað gjørdi í fjør.
Neistin vann ein
tryggan sigur á Kynd-
li, men tað var bara í
seinna hálvleiki, at
eldra havnarliðið sýn-
di, hví munurin á
stigatalvuni er so-
mikið stórur
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Eftir tapið fyri VÍF í
miðvikuni, skuldu menn-
inir hjá Neistanum royna at
reisa seg, tá teir sunnudagin
dystaðust ímóti grannunum
úr Kyndli.
Tað
eydnaðist
eisini
Neistanum at vinna dystin,
men í fyrra hálvleiki var tó
lítið, sum bendi á, at so
skuldi verða.
Tað var nevnliga Kyndil,
sum sat á tí mesta hendan
hálvan tíman. Uttan at taka
sær stórvegis av, at stiga-
talvan segði nakað annað,
fóru teir inn á vøllin sum
líkamenn hjá Neistanum.
Serstakliga Høgni Klein,
sum gerst ein alt meira týð-
andi partur av liðnum, sýn-
di stórspæl, men eins og
hann, so stríddust allir
viðleikarar hansara sum var
tað sjálvt lívið, sum tað
ráddi um at bjarga.
Bragdaði í seinna
Teir hjá Neistanum tóktist
ikki sørt skakkir um gongd-
ina, men í seinna fingu teir
so glið á vanliga spæl sítt.
Jacob Jónsson, sum hevði
tikið sær eina fríløtu frá
barnadópi, tóktist als ikki
nervaður av, at onnur viður-
skifti eisini mólu í heys-
inum, og John Petersen,
sum í fyrra hálvleiki var
rættiliga anonymur, vóru
undangongumenn, og so
líðandi fór munurin millum
liðni at vaksa.
Kyndil hinvegin fann so
at siga einki av tí fram, sum
hevði riggað so væl í fyrra
hálvleiki. Kanska var verj-
an hjá Neistanum nú tað
pettið betri, sum restaði í í
fyrra hálvleiki, men hetta er
so neyvan øll frágreiðingin.
Stabilitetur er ikki nakað,
sum hevur eyðkent Kyndil-
sliðið hetta kappingarárið,
og skal liðið røkka longur
upp á talvuna, er alneyðugt,
at spælið er í hæddini í
meira enn ein hálvan tíma.
Megna teir tað, kunnu teir
helst vinna seg nakað long-
ur upp, og tó at talan neyv-
an verður um heiðursmerki
í ár, so er einki at ivast í, at
royndirnar, sum árið gevur
teimum, er nakað, sum fer
at koma teimum til góðar í
framtíðini.
Nútíðin hevur týdning
Framtíðin er hinvegin ikki
nakað, sum tey í Neistanum
hugsa so nógv um í hesum
døgum.
Her er tað nútíðin, sum
hevur nakað at siga, og her
er í løtuni tørvur á hvørjum
einasta stigi, um vestmenn-
ingar skulu takast aftur á
fremsta sessinum.
Tað er heldur ikki so
nógv at ivast í, at Neistin
hevur møguleikan at taka í
hvussu so er øll stigini frá
teimum liðum, sum eru
stødd niðari enn teir á stiga-
talvuni. Liðið telir fleiri av
bestu leikarunum í land-
inum, og sjálvt teir dagar, tá
spælið ikki koyrir, eru ein-
staklingarnir somikið sterk-
ir, at teir mest sum einsa-
mallir kunnu avgera alt.
Farna vikan sýndi tó, at
hetta ikki er nóg mikið móti
meistarunum úr VÍF, og so
er spurningurin, um Dia
Midjord megnar at fáa allar
at lyfta í felag, soleiðis at
eisini seinasta forðingin
kann ruddast av vegnum.
Neistin-Kyndil 26-18 (11-9):
Sum dagur og nátt
Málskjúttar:
Neistin:
Birita Wardum 6(2),
Mildrid Jacobsen 4,
Súna Mørk 3,
Katrin á Neystabø 3(3),
Kára á Dunga 3,
Gunnleyg Berg 3(1),
Annika Thomsen 3,
Susan Brockie 1
Brotskøst:
8,
Útvísingar:
3,
Enn einaferð vísti Neistin seg
sum sterkara havnarliðið, og
í løtuni tykist ilt at síggja,
hvør skal taka bronsumerkini
frá teimum
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 26-18 (11-9)
Kyndil:
Annika Ljósstein 6(4),
Palma Petersen 4,
Ann Hansen 3,
Lotte Sørensen 3(2),
Ann Mari Wang 1,
Marna Rubeksen 1
7
3
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen.
Neistin-Kyndil 25-19 (8-10):
Ein hálvleikur var nokk
Málskjúttar:
Neistin:
Jacob Jónsson 10(4),
John Petersen 9,
Ragnar Stakksund 2,
Hans Áki Dal-Christiansen 2,
Kára á Dunga 3,
Kári Mortensen 1,
Heini Joensen 1,
Brotskøst:
6
Útvísingar:
6
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 25-19 (8-10)
Kyndil:
Høgni Klein 9(2),
Jónleif Sólsker4(1),
Janus Einar Sørensen 2,
Regin Johannesen 2,
Leif Mikkelsen 1,
Ken Zachariasen 1
3
3
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen.
Hóast hann eisini hevði ein barnadóp at hugsa um, so forðaði
hetta ikki Jacob Jónsson í at ganga á odda, tá sigurin á grann-
unum úr Kyndli skuldi tryggjast
23
22
Nr. 9 - 15. januar 2002
Kollfirðingar høvdu
mest sum skapt
sensatiónina leygar-
dagin, men við
seinasta kastinum í
dystinum sendi Áki
Olsen vestmenningar
upp aftur á odda-
sessin. Men kollfirð-
ingar vóru alt annað
enn nøgdir um, at
málið varð góðkent
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Hallarlokkan var farin um
teir 60 minuttirnar í Vest-
manna.
Áskoðarafjøldin
var á gosi. Kollfirðingar
fegnaðust um, at tað hevði
eydnast teimum at tikið stig
frá VÍF, meðan áskoðar-
arnir hjá heimaliðnum ilsk-
aðust um, at menninir hjá
teimum høvdu tveitt eitt
óneyðugt og kostnaðar-
mikið stig burtur, bert
tríggjar dagar eftir sigurin í
oddadystinum móti Neist-
anum.
Fingu seinasta orðið
Soleiðis sá út, tá tíðin var
runnin í dystinum í granna-
uppgerðini
leygardagin,
men seinasta orðið var tó
ikki sagt.
Í seinastu álopsroynd
sínari hevði VÍF fingið
tillutað tríggja-metra kast,
og nú varð riggað til.
Kollfirðingar stillaðu allar
menninar í verjugarð. Vest-
menningar stóðu allir kring
bóltin, soleiðis at ikki
skuldi síggjast, hvør teirra
ætlaði at skjóta. Hin størsti
av teimum – Piti – gjørdi
eitt kast við kroppinum, og
hóast hann ongan bólt
hevði, dró hetta mann-
garðin nakað, og so var tað,
at Áki Olsen smekkaði til.
Bólturin stakk í gólvið við
handara stólpa og smeyg
sær innum stongina. Áki og
hinir vestmenningar vóru at
kalla í sjeynda himli, með-
an kollfirðingar vóru í
øðini. Teir vildu vera við, at
skotið átti at takast umaftur,
tí VÍF-leikari var farin inn
um strikuna, og tí fríkastð
ikki varð tikið á røttum
stað.
Málverjar á muni
Hvat spenningi viðvíkur, so
var hetta helst hámarkið í
dystinum leygardagin, og
tó at alt at enda gekk, so-
leiðis sum tað plagar, so
skerst
ikki
burtur,
at
heimaliðið mundi prísa sær
lukkuliga, tá dysturin lok-
sins var liðugur.
Tað stóð nevnliga skjótt-
greitt, at KÍF ikki hevði
ætlað sær leiklutin sum
stiggevarar, tá teir komu til
Vestmanna leygardagin.
Heldur enn at sýna ovur-
stóra virðing fyri odda-
liðnum, løgdu kollfirðingar
beint í vaðið, og áðrenn
vestmenningar
rættiliga
høvdu fótað sær, var KÍF
strokið avstað. Við teimum
báðum útlendsku leikarun-
um á odda, tagaðu teir ferð
eftir ferð heimaverjuna
sundur, og við skotstyrkini,
sum kollfirðingar hóast alt
hava, so fingu málverjarnir
hjá VÍF ikki gjørt hitt stóra,
til tess at halda liðnum inni
í dystinum.
Tað er vanliga heldur ikki
í verjupartinum, at VÍF
hevur sína stóru styrki, og
sum so koyrdi álopspart-
urin á liðnum eisini hampu-
liga væl, tó at liðið sjónliga
var skert, við tað at hvørki
Sámal ella Johnny Joensen
enn eru tøkir. Kollfirðingar
stríddust tó væl, og tá Óla
Christian í málinum so
hevði ein av sínum heilt
góðu døgum, so tóktist tað
alla tíðina torført hjá vest-
menningum at finna vegin
til meskarnar.
KÍF átti at avgjørt
Seinastu løtuna av fyrra
hálvleiki tóktist tað tó, sum
um vestmenningar raknaðu
við. Trý mál á rað sendu
teir fram um gestirnar, og
fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki tóktist tað, sum
oddaliðið ætlaði at halda
fram við hesi gongd.
Tað gongst tó ikki altíð
sum prestur prædikar, tí
hóast VÍF hevði munin at
økja enn meira, so hendi
júst tað øvugta. Tvær ferðir
á rað hevði VÍF opnar
kontramøguleikar,
men
tveir ferðir á rað bjargaði
Óla Christian, soleiðis at
kollfirðingar ístaðin fingu
togað seg upp á javnt.
Tó at tað nú gekk javnt á
eina løtu, so var kortini líkt
til, at VÍF enn eina ferð
skuldi toga ein tepran sigur
heim,
men
so
gjørdu
kollfirðingar aftur ein vørr.
Mest sum burtur úr ongum
fingu teir skotið trý mál á
rað, og nú fóru teir veruliga
at trúgva upp á møguleikan.
Teir stríddust fyri hvønn
bólt í verjuni. Royndu at
halda høvdið kalt í álop-
inum, og bert hálvan annan
minutt fyri leiklok vóru teir
á odda við einum máli.
Ofta hava teir verið nær
við, og kortini mist, men nú
mundu sjálvt tey mest
svartskygdu trúgva tí – og
so miseydnaðist tað kortini.
Fyrst smekkaði Áki Ol-
sen til, og hóast Óla Christ-
ian hevði hondina á, so
smeyg bólturin sær innum.
Næsta álopið høvdu koll-
firðingar møguleikan, men
Finn Heri skeyt beint á
Bárð í VÍF málinum, og so
kundi VÍF aftur fara í tað,
sum skuldi vísa seg at
verða seinasta álopið í
dystinum.
Vinna av vana
Hetta var ikki fyrsta ferðin í
ár, at sálarligi munurin
millum eitt botn- og odda-
lið var útstillaður, og sum
ikki einaferð, so vóru tað
kollfirðingar, sum vóru
sýnisgluggi.
Eitt ótal av ferðum hava
teir havt møguleikan at
vinna dystir, sum kortini
eru taptir, og hetta er
fremsta orsøkin til, at teir
ikki hava fleiri stig enn tað
sama.
Hjá vestmenningum er
støðan at kalla hin øvugta.
Sæð burtur frá sigrinum á
Neistanum, so man tað vera
langt síðani, at avrikið
hevur verið sannførandi,
men kortini eru stigini alla
tíðina fingin til høldar.
Hetta er júst eginleikin,
sum eyðkennir eitt veruligt
oddalið. Leikararnir vinna,
tí teir eru vanir við at vinna,
men tað man nú heldur ikki
vera so galið. Spurningurin
er bara, um hetta í longdini
er nóg mikið til gullmerk-
ini.
Tað skal tó eingin ivi vera
um, at VÍF hevur fólkið og
evnini til at vinna gull, og
megna teir at finna stór-
spælið frá fyrstu umfør-
unum í kappingini fram-
aftur, er ilt at síggja, at
nakað av hinum liðunum
skal kunna skala teimum.
Dysturin í tølum
VÍF-KÍF 30-29 (16-14)
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 12(1), Ingi
Olsen 8, Daniel Rápa 3,
Rógvi Nielsen 2, Ragnar
Zachariasen 2, Piti Negru
2, Agnar Joensen 1
KÍF: Iljan Topic 9, Durica
Tomic 7(3), Jákup Dam
4(2), Petur Martin Poulsen
3,
Eddie
Joensen
2,
Kristian Madsen 1, Regin
Petersen 1, Jónolvur Jo-
hannesen 1, Finn Heri Jo-
hannesen 1
Brotskøst: VÍF 1, KÍF 5
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 3
Dómarar úr Neistanum/
Kyndli: Kristian Johansen
& Hans Thomassen. Tó at
stríð tók seg upp um
seinasta málið, so kann ikki
sigast annað enn, at teir
báðir greiddu uppgávuna
væl.
Áki OIsen var sum
vera man fegin um
stigini, tá dysturin
var lokin leygar-
dagin
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Hóast hann ikki vildi
siga, at hetta var týdn-
ingarmesta málið, sum
hann hevði skotið, so var
tað eyðsæð, at Áki Ol-
sen var fegin eftir sig-
urin á kollfirðingum.
Spurdur, um kollfirð-
ingar høvdu nakað at
vera illir um, segði hann,
at tað helt hann ikki.
- Vit standa fleiri við
bóltin, og Piti og Ingi
gera báðir, sum um teir
skjóta. Við hesum draga
teir múrin nakað yvir, og
so eydnast tað mær at
toyggja meg somikið, at
eg fái skotið út um
múrin, sigur hann.
Spurdur, um hetta
kann vera stigið, sum í
seinasta enda avgerð
FM, svarar hann, at tað
kann tað kanska.
- Seinastu dystirnar
hava vit ikki verið sann-
førandi, og tí eru vit
fegnir, bara vit vinna. Eg
kann tó ikki siga, at
akkurát hetta var av-
gerðin. Eg vil heldur
siga, at øll stigini, sum
eru eftir at spæla um,
kunnu verða avgerandi.
VÍF-KÍF 30-29 (16-14):
Sensatiónin reyk
í evstu løtu
Alt er týdningar-
mikið
Tað, sum kollfirðingar serliga ilskaðust um eftir dystin vóru
bæði, at VÍF-leikari var farin inn um strikuna, og at fríkastð
ikki varð tikið á røttum stað
Mynd: Álvur Haraldsen
At enda kundu kollfirðingar
tó ikki gera annað enn at
iðra seg. Enn eina ferð høvdu
teir mist stig í evstu løtu
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22