týsdagur 15. januar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 15. januar 2002
25
StÍF vann ein mál-
ríkan dyst móti
Hoyvíkingum, og
legði seg sostatt á
odda í bronsudyst-
inum
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Kanska ikki avgerandi –
men í øllum førum ein týð-
andi – dysturin í stríðnum
um bronsumerkini varð
leiktur inni á Skála sunnu-
dagin, tá StÍF tók ímóti
H71.
Hóast tað á stigatalvuni
eru fleiri um boðið, so
verður fyrst og fremst
roknað við hesum báðum í
stríðnum um bronsuna, og
skal metast eftir sunnu-
degnum, so er tað í løtuni
StÍF, sum liggur best fyri í
hesum.
Í einum málríkum – og til
tíðir undirhaldandi – dysti
eydnaðist nevnliga StÍF at
vinna sigur, sum eisini var
hampuliga sannførandi, tá
avtornaði.
Í fyrra hálvleiki var
munurin millum liðini ann-
ars ikki hin stóri. Heima-
liðið hevði kanska takið,
men tó ikki meira enn so, at
H71 við einum væl upp-
lagdum Bjarna Wardum
alla tíðina var í hølunum á
teimum, og eitt skifti enntá
var á odda.
Í seinna hálvleiki gekk
somuleiðis hampuliga javnt
á, men tað var alla tíðina
líkt til, at StÍF skuldi strúka
avstað við sigrinum. Ikki
minst tí hoyvíkingar høvdu
sera ilt við at gera sær dælt
av teimum yvirtalsstøðum,
sum íkomu undir dystinum.
Tað var tó ikki fyrr enn
seinastu tíggju minuttirnar
ella so, at veruligt glið kom
á heimaliðið. Hoyvíkingar
vórðu trýstir at satsa meira
í royndunum at vinna dyst-
in, og hetta kostaði í verju-
partinum, og tá hetta so var
hent, góvu gestirnir skarvin
yvir.
Við sigrinum tryggjaði
StÍF sær ein hampuliga
fyrimun í stríðnum um
bronsuna, og so er spurn-
ingurin, um teir fara at sýna
ein størri stabilitet hesa-
ferð, enn tá teir vóru í líkn-
andi støðu í grundspæl-
inum.
Ofta hevur tað verið
soleiðis, at liðið er sterkari í
endaspælinum, og verður
hetta galdandi aftur í ár, er
lítið at ivast í, at bronsu-
merkini koma til høldar.
Hjá hoyvíkingum er ikki
annað at gera, enn at reisa
seg aftur, tá høvi býðst.
Fyri fyrst eru teir í øllum
førum settir av í bronsu-
stríðnum, og skal hetta
vinnast aftur, er í øllum
førum neyðugt, at dystirnir
moti veikaru liðunum í
deildini kasta stig av sær.
Heldur ikki hjá teimum var
stabilitetur nakað, sum
eyðkendi liðið í grundspæl-
inum, og tí er tað fyrst og
fremst hetta, sum teir nú
eiga at sóknast eftir.
Dysturin tølum
StÍF-H71 37-31 (16-14)
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 8(2),
Janus Trýgvason 8, BEnt
Djurhuus 7, Costin Dumi-
trescu 4, Andre Danielsen
4, Marius Joensen 3, Jón
Rasmussen
2,
Sveinur
Justinussen 1
H71: Bjarni Wardum 15(5),
Halgir Dahlø-Olesen 5,
Hallur Danielsen 4, Finnur
Hansson 3, Kristjan Peturs-
son 3, Anfinnur N. Debess
1
Brotskøst: StÍF 2, H71 5
Útvísingar: StÍF 6, H71 4
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum & Hannis Ward-
um
Seinastu
mánaðirnar
hevur talan mest sum
bert verið um frágongd,
tá skrivað hevur verið um
leikarahópin hjá FCK.
Nú tykist tað tó, sum
um Flemming Øster-
gaard hevur funnið onkr-
an leikara, sum hann er
til reiðar at nýta nakrar
av mongu FCK-millión-
unum uppá.
Talan er um 30 ára
gamla norska landsliðs-
leikaran, Erik Mykland,
sum í løtuni er sáttmála-
bundin at 1860 Münch-
en, men sum í longri tíð
hevur havt eitt ynski um
at sleppa burtur frá fe-
lagnum.
Sambært
norskum
miðlum er FCK til reiðar
at lata einar sjey milli-
ónir krónur fyri leikaran,
sum sambært somu miðl-
um kann rokna við eini
ársløn upp á somu upp-
hædd. Ein løn, sum so-
statt ger hann til best
lønta leikaran í donskum
fótbólti.
Enn hevur FCK ikki
gjørt nakrar viðmerking-
ar til slaturin, men tað
verður av nógvum rokn-
að fyri vist, at Mykland
kemur til FCK, og tosið
er ikki vorðið minni, eftir
at Ståle Solbakken hevur
givið sína meting av
landsmanninum.
Sambært
Solbakken
verður Mykland uttan iva
ein hin størsta »suc-
ces’in« í donsku super-
liguni, um hann kemur til
FCK, sigur Solbakken,
sum sjálvur bar hetta
heitið, tá hann hevði
roynt seg í superliguni
fyrsta árið.
-jm
Í einum dysti, sum ensku
fjølmiðlarnir skýra fyri
sera vánaligan, taptu
Julian Johnsson og lið-
felagarnir úr Hull móti
oddaliðnum, Plymouth.
Málið hjá Plymouth
kom miðskeiðis í fyrra
hálvleiki eftir horna-
spark, og eftir hetta vóru
ikki stórvegis av møgu-
leikum.
Julian varð skiftur út,
tá gott korter var eftir at
spæla, men heldur ikki
hetta tóktist hjálpa Hull.
Teir taptu dystin, og eru
nú á sætta plássinum í
deildini, og soleiðis í
vanda fyri at missa
møguleikan
fyri
so-
nevndu play-off dystun-
um.
-jm
Rætting
Tá vit í leygardagsblað okkara skrivaðu um
vágamenn, sum spæla í øðrum feløgum enn FS
Vágum, komu vit av misgávum at skriva, at Jóhannis
Færø úr HB var ein av hesum. Talan skuldi sjálvandi
vera um Eyðfinn Fjalsbak, sum saman við Jóhannis
Joensen og Tór-Ingar Akselsen eru vágamenninir,
sum verða við HB komandi kappingarár.
- jm
Enska 3. deild
v
t
d
v - j -
t
mál mál
+/-
stig
1 Plymouth
26 16 - 7 - 3
37
15
22
55
2 Luton
27 16 - 5 - 6
54
34
20
53
3 Mansfield
25 13 - 5 - 7
38
27
11
44
4 Shrewsbury 27 12 - 7 - 8
38
30
8
43
5 Rochdale
25 12 - 7 - 6
35
27
8
43
6 Hull C.
25 11 - 8 - 6
37
26
11
41
7 Kidderm.
26 12 - 5 - 9
33
26
7
41
8 Cheltenham 26 10 -10 - 6
38
34
4
40
9 Scunthorpe 25 10 - 9 - 6
43
29
14
39
10 R&D
26
9 - 9 - 8
32
29
3
36
11 Exeter
26
9 - 8 - 9
27
39
-12
35
12 Southend
26 10 - 4 -12
30
30
0
34
13 Hartlepool
25
9 - 6 -10
33
25
8
33
14 Oxford Utd. 27
8 - 8 -11
35
35
0
32
15 Swansea
27
8 - 8 -11
34
39
-5
32
16 Leyton O.
26
8 - 6 -12
39
47
-8
30
17 Darlington
24
8 - 5 -11
27
33
-6
29
18 Lincoln C.
26
6 -11 - 9
27
34
-7
29
19 Bristol R.
25
7 - 7 -11
23
31
-8
28
20 Macclesfield26
6 - 9 -11
23
33
-10
27
21 Torquay
27
6 - 7 -14
23
42
-19
25
22 York
24
6 - 6 -12
28
42
-14
24
23 Carlisle
24
5 - 8 -11
25
31
-6
23
24 Halifax
25
4 - 9 -12
18
39
-21
21
Norðmaður til FCK
Missa í oddinum
StÍF-H71 37-31 (16-14):
Málríkt á Skála
Strandingar eru einsamallir
á triðja plássinum, eftir at
teir um vikuskifitð vunnu
heimadystin ímóti H71
25
24
Nr. 9 - 15. januar 2002
Sóljan kláraði í
seinna hálvleiki ikki
at fylgja við Stjørn-
uni, og mongu
kontraálopini hjá
Stjørnuni skaptu
mun upp á 20 mál
millum liðini
HONDBÓLTUR-
KVINNUR
Eyðun Klakstein
Sóljan hekk so nøkunlunda
í Stjørnuni fyrsta partin av
dystinum, men í seinna
hálvleiki vaks munurin
millum liðini støðugt.
Tað vóru serliga tey
mongu skjótálopini hjá
Stjørnuni, sum í seinna
hálvleiki høvdu mál við
sær. Spælararnir hjá Sóljuni
vóru seinir aftur í verju-
støðu, og so var tað lætt hjá
heimaliðnum at gera eitt
mál fyri og annað eftir.
Í
onkrar
kontrastøðu
stóðu tríggir Stjørnuspæl-
arar leysir frammanfyri
allar Sóljuspælararnar, og
so var tað bara spurningur
um at velja, hvør skuldi
gera málið.
Munurin kom skjótt
Stjørnan brúkti allar sínar
spælarar í hesum dystinum,
og nógvar skiftingar vóru
gjørdar. Allar tríggir mál-
verjarnir sluppu at royna
seg.
Sóljan hevur ikki somu
breidd á sínum liði, og enn
einaferð var tað serliga lagt
upp í hendurnar á Astu
Petrauskiene at gera málini.
Álopsspælið hjá Sóljuni var
onkra løtu í fyrra hálvleiki
gott, men tað gjørdist so
við og við langt ímillum
glottarnar hjá gestunum, og
tað tóktist sum spælararnir
møddust.
Stjørnan var alla tíðina
framman fyri við nøkrum
málum, men fyrsta korterið
var lítil munur á liðunum.
Tá Stjørnan fram móti
steðginum setti ferð á
spælið hjá sær, og kontra-
álopini eydnaðust betri,
kom munurin so líðandi. Í
hálvleikinum vóru átta mál
á muni, og tað var grundar-
lag undir, at Stjørnan kundi
vinna stórt, tá samanum-
kom.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Sóljan 37-17
(16-8)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simon Dzuigyte
10 (3), Andrijana Milo-
danovic 8, Anna Kristina
Samson 6, Joan Midjord
Joensen 6 (1), Bára Skaale
3, Una Olsen 2, Beinta
Klakkstein
1,
Jastrid
Gullaksen 1.
Sóljan
Sóljan: Asta Petrauskiene 9
(2), Hertha Simosen 3,
Sólja Jóanisdóttir 3, Heidi
Maria Askham 1, Petra
Thomassen 1.
Brotskøst: Stjørnan 8, Sólj-
an 2
Útvísingar:
Stjørnan 3,
Sóljan 3
Diskvalifikatión Sóljan 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Hans Thomasen
Seinastu fimm
minuttirnar av fyrru
hálvfinaluni í steypa-
kappingini kláraði
Stjørnan at oda seg
fýra mál fram um VB
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Stjørnan fekk eina fýra
máls leiðslu burtur úr fyra
hálvfinaludystinum ímóti
VB. Men tað var ikki líkt
til, at dysturin skuldi enda
soleiðis, tí tá fimm minuttir
vóru eftir at spæla stóð á
jøvnum, og tá tóktist VB
vera komið fyri seg.
Heimaliðið
skilti
tó
álvarsomu
støðuna,
og
seinastu minuttirnar av
dystinum eydnaðist tað
Stjørnuni at toga seg fram
um aftur, so at heimaliðið
skapti sær eina leiðslu upp
á fýra mál áðrenn seinnu
hálvfinaluna, sum verður í
Vági leygardagin.
Dysturin í Klaksvík vísti
tó, at javnt var millum lið-
ini, og at VB hevur møgu-
leika at vinna við sama
muni í Vági. Tað gjørdu tær
eisini seinast, Stjørnan var
á vitjan har suðuri.
Byrjaðu væl
Stjørnan legði væl fyri, og
fyrstu løtuna legði heima-
liðið seg fram um við fleiri
málum.
Tað eydnaðist væl at
steðga álopsspælinum hjá
VB hesa løtuna, og hin-
vegin var álopsspælið hjá
Stjørnuni stundum gott.
Tá 10 minuttir vóru eftir
av fyrra hálvleiki var støð-
an 10-5 til Stjørnuna, men
tað eydnaðist VB at toga
seg nakað inn á vertirnar,
so munurin var upp á trý
mál í hálvleikinum.
Stjørnan helt fast um
leiðsluna langt inn í seinna
hálvleik, og hóast munurin
líðandi minkaði, so var tað
ikki fyrr enn átta minuttir
vóru eftir at spæla, at VB
fyrstu ferð kom upp á javnt
aftur.
VB sýndi gott spæl í
pørtum av seinna hálvleiki,
meðan heimaliðið stundum
rendi seg fast.
Stjørnan ressaðist
Spenningurin var stórur
millum teir mongu áskoð-
ararnar, tá hol varð sett á
seinastu fimm minuttirnar.
Málið hjá Stjørnuni var
púra greitt. Liðið mátti fáa
vinna dystin við nøkrum
málum, so tær kundu hava
eina leiðslu við sær til
seinna dystin í Vági.
Tað bar eisini til hjá
heimaliðnum at ressast sein-
asta partin av dystinum.
Fleiri spælarar tóku um end-
an og gjørdu mál, og tá klár-
aði VB ikki longur at hanga
í. Stjørnan fekk sjey mál
seinastu seks minuttirnar,
meðan VB bert fekk trý.
Hóast ein sigur upp á fýra
mál, er einki avgjørt í hesi
hálvfinaluni. Seinni dyst-
urin í Vági leygardagin skal
vísa, um Stjørnan klárar at
halda fast um finaluplássi í
steypakappingini.
Stjørnan-VB 27-23
(12-9)
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Dziugyte
8 (4), Anna Kristina Sam-
son 6, Andrijana Milo-
danovic 5, Joan Midjord
Joensen 4 (2), Una Olsen 2,
Bára Skaale 1, Beinta
Klakkstein 1
VB: Regina Rado 10 (6),
Gabriella Fekete 4, Gurið
Mortensen 3, Margreth
Augustinussen 3, Eyðbritt
Krosslá 1, Laila Jespersen
1, Sólrun Krosslá 1.
Brotskøst: Stjørnan 7, VB 6
Útvísingar: VB 6
Diskvalifiaktión: VB 1
(tríggjar útvísingar)
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum og Hannis Ward-
um
Stjørnan hevði lætt spæl
Stjørnan-VB 27-23 (12-9):
Fingu leiðsluna í evstu løtu
Stjørnan vann uttan nakrar
trupulleikar á Sóljuni
sunnudagin. Munurin vaks
bara sum dysturin leið
C
M
Y
K
24