týsdagur 15. januar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 9 - 15. januar 2002
Eftir sætta umfar eru
klaksvíkingar tvey
stig fremri enn
havnarmenn, og úr
Klaksvík frættist nú
at bert fyrsta pláss er
nøktandi fyri sigurs-
vanda felagið
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Fyri einum ári síðani vóru
klaksvíkingar í somu støðu,
nevnliga tryggir á fyrsta
plássi í 1. deild eftir seks
umførum. Eftir lokna kapp-
ing var støðan heldur
broytt, tí klaksvíkingar
fingu loksins eitt skuffandi
triðja pláss og trý stig
væntaðu upp til føroya-
meistarnir úr Havn.
Munurin í ár er, at Ólavur
Simonsen telvar aftur við
barndómsfelagnum,
og
styrkir hetta væl um alt
liðið. Nógv skal ganga
galið um klaksvíkingar ikki
megna at endurvinna FM-
heitið frá 1999.
Í vikuskiftinum vóru
hvalvíkingar á vitjan í
Klaksvík, og oftani hava
teir nógv stig við heimaftur.
Men hesaferð bar einki til.
4-0 til oddaliðið úr Klaks-
vík, sum viðførir tryggu
leiðsluna nú fýra umfør
resta í.
Ólavur Simonsen vann
eitt gott álopstalv í eyð-
kendum stíli ímóti Martin
Brekká, og somuleiðis vann
Rani Nolsøe eitt vælleikt
talv við hvíta fólkinum
ímóti Finnbjørn Zacharias-
sen.
Hinvegin var talvið mill-
um Steintór Rasmussen og
Sámal Christiansen heldur
óklárt at byrja við, men
sum krút úr tunni fekk
Steintór mátálop sum av-
gjørdi talvið. Fjórði mað-
urin á klaksvíksliðnum,
Tummas Martin Anthon-
iussen, hevur havt - eins og
Steintór — eitt gott kapp-
ingarár. Eisini sunnudagin
eydnaðist
tað
Tummas
Martini at vinna, hesaferð
við hvíta fólkinum ímóti
Bergur Magnussen. Men
tað varð ikki fyrrenn tíðan-
eyðin herjaði á báðar part-
ar, har avgerðin fall í lut til
klaksvíkingin.
4-0 og kósin er sett,
meðan hvalvíkingar hin-
vegin helst muga taka til
takkar við einum miðplássi
tá avtornað verður.
HT2 steðgar HT1
Í Havnini var lokaluppgerð
millum HT og HT 2. Hjá
besta liðnum var kravið
stórsigur um fylgjast skal
við oddaliðnum úr Klaks-
vík. Ikki varð hetta besti
dagur hjá føroyameistar-
anum seinastu tvey árini, tí
einans hálvtriðja stig fingu
teir frá felagsvinunum.
Manningin á næstbesta
liðnum úr Havnini skulu tó
hava heiður fyri at stríðast
tað teir megna, og higartil
hevur gingið betur enn
væntað var, sjálvt um teir
liggja aftastir.
HT 1 var skert, eftirsum
Martin Poulsen ikki var
tøkur. Olaf Berg hevði tí
ábyrgdina á fyrsta borði og
vann hann eitt drúgvt talv
ímóti Óla Joensen. Olaf
hevði mann fyri tvær
finnur, sum akkurát varð
nóg mikið. Herluf Hansen
hevur telvað væl í ár, og
vann hann eitt trygt talv á
Johan E. Hansen á øðrum
borði.
Andrias Ziska og Jógvan
Næs tóku ein skjótan javn-
leik, har Jógvan tó hevði
finnu meir í rókaendatalvi.
Jógvan hevur vunnið fýra
talv og leikt tveir javnleikir
og
hevur
vunnið
sær
óvanliga nógva rating.
Jóhan Gaard leikti á
fyrsta sinni á fremsta havn-
arliðnum, á fjórða borði.
Mótstøðumaðurin var for-
maðurin í Havnar Telving-
arfelag Jóannes Guttesen,
sum óvæntað vann á Jóhan.
Í rúkandi tíðarneyð mátaði
Jóannes Jóhan.
Javnt ímóti Rødgaard
Í Vestmanna fingu vest-
menningar trý góð stig frá
kollfirðingum. Enn eina-
ferð gjørdi Hans Kristian
Simonsen úr Kollafirði vart
við seg, tá hann fekk javnt
ímóti IM John Rødgaard. Í
fjør vann hann á Rødgaard.
Torbjørn Thomsen vann á
fyrrverandi felagstelvaran-
um úr Kollafirði, Eyðálvur
Johannesen á øðrum borði.
John Jacobsen vann á Karl
Louis Johansen, meðan
Kári Duhuus og Alvin
Joensen leiktu javnt.
3-1 er sjálvsagt ein góður
sigur, men tá hugsað verður
um úrslitið í Klaksvík, var
tað ein ov lítil sigur.
Støðan eftir 6. umfar
KTF
16,5
HT
14,5
VT
14,0
KT
10,5
TFS
9,0
HT2
7,5
Sjeynda umfar verður 27.
Januar, og vera tá hesir
dystir leiktir: HT2 — KTF,
TFS — VT og HT — KT.
Dreymurin brast
Eftir ósigur í fjórða umfari
hava føroysku talvútiset-
arnir helst mist møguleikan
at leika seg upp í 1. deild í
Danmark.
Tað
byrjaði
annars væl hjá føroyska
felagnum, men nú tykist
møguleikin veruleikafjarur,
tí heili fimm stig eru upp til
fremsta liðið.
Sunnudagin
æt
mót-
støðuliðið Skakspilleren,
og tá rating viðvíkur vóru
liðini bæði nøkunlunda
jøvn. Úrslitið 5-3 til danska
liðið, prógvaði tó tíverri
nakað heilt annað.
Einasti ið megnaði at
vinna á føroyska liðnum,
varð Rógvi W. Rasmussen.
Heini
Olsen,
Eyðun
Nolsøe, Hlidar Hreinsson
og Carl Eli N. Samuelsen
leiktu javnt, meðan John
Arni Nilssen, Flóvin Tór
Næs og Heini Danielsen
taptu.
Tvey lið flyta niður í
triðju deild, og heldur máa
føroyingarnir nú venda
eyguni tann vegin og royna
at stríðast undan niður-
flyting. Tað málið er meira
realistiskt enn tankin um
uppflyting nú trý umfør
resta í. Næsti dystur verður
3. februar, tá føroyingar
hitta Hillerød.
Støðan:
K41
21
Helsingør
17,5
Skakspilleren
16,5
AS 1904
16
Føroyar
16
Hillerød
15,5
Lyngby
13
Fredriksberg
12,5
Talvið hesa vikuna
Rógvi W. Rasmussen — Stig Hansen
2. div. DK
1.d4 Rif6 2.c4 c5 3.Rif3 cxd4 4.Rixd4 e5 5.Rib5 d5
(svartur offrar finnu fyri fríari spæl) 6.cxd5 Bc5
[6...Rixd5?? 7.Fxd5 Fxd5 8.Ric7+] 7.e3 0-0 8.Ri5c3
Re8 9.Be2 e4 (besti leikur, sum kroystir hvítu
støðuna eitt petti meir) 10.a3 Bf5 11.b4 Bd6 12.Ra2
(rókurin kemur í spæl) a6 13.Rd2 Ribd7? 14.g4!
(hvítur vinnur mann. Leikar hann t.d Bg6, kemur g5
og riddarin hevur ongar puntar) 14...Rixg4 15.Bxg4
Fg5 16.Bxf5 Fxf5 (svartur telvar síir bestu
møuleikar, og hvitur skal ansa sær) 17.Rie2 Rie5
18.Rid4 Fh3 19.Fe2 Rac8 20.Kd1 Fg2 21.Ff1 Fg4+
22.Fe2 Fg2 23.Rf1 Rig4 24.Rif5 Bxh2 25.Bb2 g6
26.d6! Rcd8 27.Rie7+ Kf8 28.Rid5? [28.Ric8
varðveitur avgerandi fyrimunin. Nú útjavnar
svartur] 28...Rxd6 29.Kc1 Rxd5! 30.Rxd5
Rixe3! (útjavnandi leikurin) 31.Fxe3 Fxf1+ 32.Kc2
Fc4+ 33.Ric3 Be5 (hvítur hevur mist fyrimunin, og
bert við røttum spælið kann hvítur bjarga javnleikin)
34.Rc5 Fd4 35.Rid1 Fd6?? (tapandi leikur! Fxe3 og
hareftir má hvítur stríðast fyri javnleikin í
endatalvinum) 36.Fh6+! (einfaldur vinnandi leikur)
36...Kg8 37.Bxe5 Fd3+ [37...Rxe5 38.Rc8+]
38.Kc1 og einki er at gera. svartur gavst 1-0
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
1
1 -0 - 0
381
232
149
14
2 Stjørnan 2
2 -0 - 0
380
293
87
13
3 Neistin
2
1 -1 - 0
305
261
44
11
4 VB
2
1 -1 - 0
323
335
-12
9
5 Kyndil
2
0 -0 - 2
311
365
-54
3
6 Sóljan
2
0 -0 - 2
250
385
-135
2
7 StÍF
1
0 -0 - 1
223
302
-79
1
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
2
2 -0 - 0
408
339
69
15
2 Neistin
2
2 -0 - 0
442
363
79
14
3 StÍF
1
1 -0 - 0
363
346
17
8
4 H71
2
0 -0 - 2
384
409
-25
6
5 KÍF
2
0 -0 - 2
369
411
-42
4
6 Tjaldur
1
0 -0 - 1
315
360
-45
4
7 Kyndil
2
1 -0 - 1
320
373
-53
4
Máltindarnir
Kvinnr:
Simona Dziugyte
Stjørnan 125
(36)
Asta Petrauskiene
Sóljan
120
(17)
Lotte Sørensen
Kyndil
102
(45)
Gabriella Fekete
VB
96
(22)
Ioana Rápa
VÍF
90
(23)
Joan M. Joensen
Stjørnan
77
(2)
Regina Radó
VB
72
(18)
Ileana Manulescu
StÍF
66
(10)
Katrin á Neystabø
Neistin
66
(34)
Annika Ljósstein
Kyndil
62
(13)
Anna K. Samson
Stjørnan
60
(1)
Andrijana Milodanovic
Stjørnan
60
(6)
Sóley Mikkelsen
VÍF
58
(10)
Nicoleta Radu
VÍF
56
(1)
Jacklin Durhuus
VÍF
54
(4)
Menn:
Bjarni Wardum
H71
96
(22)
Jacob Jónsson
Neistin
95
(13)
Costin Dumitrescu
StÍF
89
(26)
Heini Joensen
Neistin
86
(25)
Høgni Klein
Kyndil
85
(6)
Halgir Dahl Olesen
H71
80
(10)
Finnur Hansson
H71
76
(20)
Dragisa Stojovic
Tjaldur
75
Durica Tomic
KÍF
75
(20)
Ingi Olsen
VÍF
74
(8)
Iljan Topic
KÍF
72
Sámal Joensen
VÍF
72
(13)
Áki Olsen
VÍF
70
(10)
Hans Áki Dal-Christiansen
Neistin
65
(6)
John Petersen
Neistin
64
(1)
Klaksvíkingar á
meistarakós
C
M
Y
K
26
Nr. 9 - 15. januar 2002
27
Búskapur og vinna
Truplar
skattareglur
Bæði grannskoðarar
og
fólk
í
donsku
skattaumsitingini
mótmæla nú teimum
nógvu og mangan tor-
skildu
reglunum
á
skattaøkinum.
Tey vísa á, at á
hvørjum ári fáa skatta-
myndugleikarnir mill-
um 40 og 50 nýggjar
skattalógir at arbeiða
eftir, og afturat teimum
koma so einar 5.000
vegleiðingar av yms-
um slagi. Hetta eru
dómar og niðurstøður
av ymsum slagi, sum
skulu
avgera
tulk-
ingarspurningar.
Felagið hjá teimum
skrásettu grannskoð-
arunum í Danmark
sigur, at hvøki skatta-
myndugleikarnir ella
grannskoðararnir hava
nakran møguleika at
seta seg inn í allar
reglurnar. Teir skrá-
settu grannskoðararnir
vilja eisini vera við, at
tær nógvu lógirnar og
reglurnar
gera
tað
fullkomiliga ógjørligt
hjá vanliga skattgjald-
aranum at tryggja sær,
at hann rindar tann
skatt, hann ella hon
eigur at rinda.
Í skattamálaráðnum
siga tey, at tey gera
ikki annað enn tær lóg-
ir og reglur, sum eru
neyðugar.
Gjalda við
korti
Nógv teir flestu norð-
menninir rinda nú við
korti heldur enn kon-
tantum pengum. Fyri
trimum árum síðani
nýttu norðmenn líka
ofta kort sum kontant-
ar pengar, tá teir keyp-
tu ella skuldu rinda
okkurt, men ein nýggj
kanning vísir, at nú
nýta 62 prosent av
norðmonnum
kort.
Bara 32 prosent siga,
at tey framvegis heldur
vilja hava pengar enn
kort uppi á sær.
Kanningin
vísir
eisini,
at
tað
eru
serliga tey ímillum 30
og 44 ár, sum nýta
kort, men tað er eisini
týðiligt, at alt fleiri
eldri norðmenn eru
farnir yvir til at nýta
kort tey seinastu árini.
Norsku
peninga-
stovnarnir siga, at í
fjør rindaðu fólk í
Noregi næstan 180
milliardir
norskar
krónur við korti. Tað
var heili 15 prosent
meiri enn árið fyri.
Úr norðurlondum
Færri morð
Samanborið við fólka-
talið hevur talið á
morðum í Grønlandi
verið ógvuliga stórt í
mong ár, men sambært
blaðnum
Sermitsiak
var talið minni í fjør
enn tey seinastu árini.
Blaðið skrivar, at
sjey fólk vórðu myrd í
Grønlandi í fjør, fýra
menn
og
tríggjar
kvinnur.
Seinastu
tíggju árini hevur talið
verið uppi á 21 eitt ár-
ið, eitt annað ár var tað
15 og eitt triðja ár 12.
Trý ár var talið kortini
niðan fyri sjey.
Samstundis
hevur
rætturin í Nuuk hert
revsingina fyri harð-
skap og morð. Fyrr var
vanligt, at fólk vórðu
dømd fimm ár á stovn,
men nú er rættiliga
vanligt, at revsingin er
sjey ár, skrivar Ser-
mitsiak.
Ring luft í
Oslo
Luftin nógvastaðni í
Oslo er so ring, at
myndugleikarnir verða
noyddir at taka muna-
góð stig, skal norski
høvuðsstaðurin lúka
tær reglur, sum ES
hevur sett sínum stór-
býum.
Um
hálvan
des-
ember vísti ein máting,
at sera nógv nitrogen-
dioksid var í luftini á
ávísum støðum í Oslo.
Mátingin hjá heilsu-
myndugleikunum vísti
meira
enn
400
mikrogram
av
nitrogendioksid
fyri
hvønn rúmmetur av
luft, og hetta er tað
mesta, sum nakrantíð
er mátað í býnum,
síðani
myndug-
leikarnir fóru undir
slíkar kanningar.
H e i l s u my n d u g -
leikarnir siga, at nóg-
vastaðni í býnum er
tað tann nógva ferð-
slan,
sum
dálkar
luftina. Í sjálvum mið-
býnum er tað ein
trupulleiki, at fólk har
nýta við til brenni.
Ov stutt
Danska stjórnin og
Framburðsflokkurin
eru ósamd um avgerð-
ina at taka av nevndir
og ráð. Framburðs-
flokkurin sigur, at av-
gerðin røkkur ov stutt.
Flokkurin krevur, at
stjórnin skal strika
fleiri ráð á innflytara-
økinum, men Bertil
Haarder, ráðharri í
innflytaramálum sigur
nei.
Hvat
ósemjan
kann elva til, er ikki
greitt enn.
UTTAN ÚR HEIMI
Fyrrverandi amerik-
anski uttanríkisráð-
harrin doyði leygar-
dagin 84 ára gamal.
ÚTLAND
Árni Joensen
Cyrus Vance var uttanríkis-
ráðharri í demokratisku
stjórnini hjá Jimmy Carter,
forseta í árunum frá 1977
til 1980.
Cyrus Vance var sera
virkin í royndunum at fáa
varandi frið í Miðeystri, og
hann var ein av høvuðs-
monnunum aftan fyri tær
sonevndu Camp David-
samráðingarnar, sum end-
aðu við einari friðaravtalu
millum Ísrael og Egypta-
land.
Vance hevði eisini ein lut
í SALT- samráðingunum
millum USA og gamla
Sovjetsamveldið um at av-
marka
kjarnorkuvápnini
hjá teimum báðum stór-
veldunum, eins og hann átti
ein týðandi lut á sáttmála-
num um Panama-veitina.
Cyrus Vance tók seg
burtur úr stjórnini hjá
Carter eftir ta miseydnaðu
royndina hjá forsetanum at
fría amerikansku gíðslarnar
á amerikansku sendistovuni
í iranska høvuðsstaðnum
Teheran í 1980.
Fyrrverandi uttanríkis-
ráðharrin leið av Alzheim-
ers-sjúkuni, og hann doyði
á einum sjúkrahúsið í New
York leygarmorgunin.
Cyrus Vance deyður
Eysturríki hjálpir Mugabe
Harðrenda stýrið í
Zimbabwe fær her-
naðarútgerð úr
Eysturríki.
ÚTLAND
Árni Joensen
Tann illa lýddi forsetin í
Zimbabwe, Robert Mu-
gabe, hevur verið fyri
hvøssum atfinningum sein-
astu tíðina, eftir at hann
hevur roynt at fáa í gildi
lógir, sum skulu gera tað ó-
møguligt hjá andstøðuni at
taka lut í forsetavalinum í
næsta mánað. Eisini er
komið fram, at viðhalds-
fólk hjá forsetanum hava
gjørt seg inn á andstøðu-
politikarar og skrivstovur
hjá
andstøðuflokkinum
MDC.
Viðurskiftini hava havt
við sær, at Bretland hevur
sett sínum hernaðarvirkjum
forboð fyri at selja Zim-
babwe vápn ella aðra her-
útgerð. Tað hevur ES ikki
gjørt, men ES hevur tó lýst
støðuna í landinum sera
vandamikla.
Tað hevur eftir øllum at
døma ikki forðað hernaðar-
virkjum í Eysturríki at selja
Zimbabwe herútgerð. Eyst-
urríkska blaðið Format
skrivaði í gjár, at fyritøkan
Steyr
Specialfahrzeuge
hevur selt Zimbabwe fleiri
hernaðarakfør.
Sambært
blaðnum hava zimbabw-
isku myndugleikarnir bí-
lagt akførini til eina ser-
vanda herdeild, sum skal
skipast í sambandi við for-
setavalið í mars.
Cyrus Vance átti ein stóran lut í friðarsáttmálanum millum Ísrael og Egyptaland.
Amerikanskir gransk-
arar siga, at ógvusliga
veðurhugtakið El
Nino fer aftur at gera
um seg á syðru
jarðarhálvu.
ÚTLAND
Árni Joensen
El Nino ella Jesusbarnið er
tað ógvusligasta veðurhug-
takið, sum hevur gjørt um
seg seinastu árini. Tað
stendst av, at ójavni er í
veðurlagnum í Kyrrahavi-
num, og tí at sjógvurin á
hesum leiðum verður heit-
ari, enn hann vanliga er.
Granskarar á amerik-
anska
stovninum
The
National Oceanic Atmos-
pheric Administration siga,
at ein nýggj El Nino er á
veg, men at tað enn er ov
tíðliga at siga, hvussu ó-
gvusligar
avleiðingarnar
verða hesaferð.
Seinast El Nino gjørdi
um seg var í 1997 og 1998.
Ta ferðina elvdi hon til
bæði turk og vatnflóð í
Mið- og Suðuramerika,
syðra parti av Afrika og í
Kyrrahavinum, og fleiri
túsund fólk lótu lív.
Granskarin Vernon Kou-
sky sigur við bretska blaðið
The Guardian, at enn duga
teir ikki at siga, um tann
komandi El Nino verður
líka ógvuslig sum tann
seinasta.
Amerikansku granskar-
arnir siga seg vera rættiliga
vísar í, at tann veksandi
hitin á Jørðini fer at hava
við sær, at El Nino fer at
gera oftari um seg enn fyrr,
og avleiðingarnar eisini
verða størri.
Higartil hevur El Nino
gjørt um seg umleið tíggj-
unda hvørt ár og kann vara
upp í eitt ár. Avleiðingin
hevur
verið
turkur
í
umráðum, sum vanliga
hava nógv avfall so sum
Indonesia og Avstralia,
meðan oyðimarkarlendi í
Afrika og Suðuramerika
fáa vatnflóð.
Ein nýggj El-Nino á veg
27