týsdagur 15. januar 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 9 - 15. januar 2002
Nr. 9 - 15. januar 2002
29
-Hetta er eitt risa
framstig fyri flúgv-
ingina og eitt nú fyri
Atlantsflog. Ja, tað er
nógv størri enn tað at
longja flogvøllin
heldur stjórin í
Atlantsflogi
VÁGATUNNIL OG
FLÚGVING
Jan Müller
-Hetta er størsta framstig,
sum er hent innan flutning
millum Føroyar og um-
heimin, síðani flogferðslan
tók seg upp í 1963. Hetta
sigur stjórin í Atlantsflog,
Magne Arge, sum var ein
av teimum mongu gest-
unum, sum vórðu til steðar,
tá skotið varð ígjøgnum í
Vágatunlinum í farnu viku.
Magni Arge sigur, at við
tunlinum hevur tú longt
motorvegin úr Føroyum og
út í heim. Tú hevur so eisini
stytt munandi um teinin at
koma uttanífrá til bæði
Havnar,
Runavíkar
og
aðrastaðni. -Eg rokni við, at
tunnilin fer at gera, at fólk
fara oftari á flog, tí tað fer
at tykjast teimum so nógv
lættari, men tað fer eisini at
broyta nógv um møguleik-
arnar at kunna troyta flog-
førini, tí nú kanst tú fara
avstað tíðliga á morgni, og
nær tað skal vera. Tú er ikki
bundin at einum bussi ella
skipi sum nú. Nú kanst tú
brúka
flogvøllin
allan
dagin, tá tað ber til at koma
og fara frá vøllinum, nær
tað skal vera.
Magni Arge roknar tí við,
at teir koma at flúgva nógv
fyrr á morgni og seinni á
kvøldi. Hann roknar eisini
við, at tað verða størri
møguleikar t.d. um summ-
arið at brúka flogførini til
eitt nú náttarflúgving suð-
ureftir. Nakað, sum ikki ber
so væl til í dag orsakað av
sambandinum, har tú jú
skal hava alt til at hanga
saman.
- Hetta er eitt risa fram-
stig fyri flúgvingina og eitt
nú Atlantsflog. Ja, tað er
nógv størri enn tað at
longja flogvøllin leggur
flogstjórin aftrat.
Hetta ger eisini, sigur
hann víðari, at tað verður
lættari at fáa fólk til at
arbeiða á flogvøllinum utt-
an mun til hvar í landinum
tey koma frá. Fólk kunnu
velja hvar tey vilja búgva.
Tað kann vera líka náttúr-
ligt at búgva í Havn ella
Runavík og fara til arbeiðis
í Vágum.
Hetta verður tí eisini ein
stórur fyrimunur fyri fyri-
tøkuna.
Fyri Magna persónliga
verður tað eisini nógv
lættari. - Nú kann man
leggja arbeiðið til rættis
sum man vil. Man fer at
spara nógva tíð. Í hvussu er
hálvanannan tíma um dagin
í flutningi.
Hann heldur annars, at
økingin
í
bilaferðsluni
ferða at verða øgilig,
kanska nógv størri enn
nakar hevur ímyndað sær.
- Kann tunnilin gera, at
færri fara at brúka Norrønu
og fleiri fara at brúka
flogførini?
- Tað verður kanska
lættari hjá okkum at kunna
bjóða nakrar eyka fráferðir
og harvið eisini bíligari
prísir. Men hetta er hvør sín
marknaður. Fólk, sum vilja
fara út við egnum bili, fara
við Norrønu. Og tey sum
ikki dáma at sigla fara
loftvegis.
Norrøna
fer
sjálvandi at taka nógv av
fólkinum, sum fer í summ-
arfrí, men samlað kann tað
fáa stóran týdning fyri
okkum.
Týdning fyri
oljuvinnu
Magni Arge heldur, at
tunnilin fer at hava stóran
týdning fyri oljuvinnuna.
Tað fer at lætta um. Hetta
fer at gera, at útlendsk
vinna umframt tann før-
oysku fara ikki at føla tað
so møtimikið at arbeiða í
Føroyum. At koyra hálvan
tíma av flogvøllinum til
Havnar er ikki meira enn tú
allastaðni skal koyra til
høvuðsstaðin.
- Við hesi samanbend-
ingini hava vit skapt eina
felags samanbundna eind í
Føroyum, sum tilsamans nú
veitir ein samanhangandi
infrastruktur, ið er væl-
virkandi og har eitt “flow”
er í. Tað ger okkum nógv
meira kappingarførar.
Magni Arge vísir á, at
sum nú er sleppa teir ikki í
luftina fyrr enn kl. 11, tí
fólk fáa ikki verið har fyrr,
uttan at tey fara upp kl. 5. -
Við hesum kunnu vit
kanska fara avstað 8.30. Tú
skal úr Havn klokkan gott 7
og verða á flogvøllinum
knappan tíma seinni og er
so
í
Keypmannahavn
klokkan 11.
Tað kemur at geva okk-
um nógv fleiri møguleikar.
Vit fáa lagt flúgvingina
øðrvísi til rættis og troytt
flogførini nógv betri sigur
ein fegin stjóri í Atlants-
flog.
Vágatunnilin risa framstig
Fleiri hundrað fólk vóru
hjástødd til hátíðarløtuna, tá
skotið varð ígjøgnum í
Vágatunlinum
Mynd: Jens K. Vang
VÁGATUNNILIN
Jan Müller
Millum mongu gestirnar í
Vágatunlinum
seinasta
hósdag var eingin minni
enn
sjálvur
løgmaður,
Anfinnur Kallsberg. Og
hann metti hesa løtuna so
óvanliga og søguliga, at
hann uttan at blunka metir
hana vera eina ta størstu
hendingina í sínum po-
litiska lívi.
- Hetta er eitt nýtt
kapitul. Tað, sum eg eri
sera fegin um, er, at tað sær
út til – og her má eg banka
undir borðið - at man við
hesum leistinum hevur sett
út í kortið, hvussu man
kann koma víðari við
tílíkum
útbyggingum
í
Føroyum. Hevði henda
fyrsta
tunnilsgerðin
av
sínum slag ikki verið
væleyndað, tá hevði fingið
drúgv tíð, áðrenn tú vágaði
tær út í enn eina slíka
útbygging aftur. Tí hevur
tað ótrúliga stóran týdning,
at henda fyrsta verkætlanin
verður væleydnað.
Løgmaður vónar annars,
at øll tey ivamálini, sum
mundu vera, eru uppklárað.
Sjálvt um vit renna okkum í
nakrar trupulleikar í tí
næstu
verkætlanini
so
merkir tað ikki, at hetta er
nakað, sum fer at endurtaka
seg aftur og aftur. Tí er
hetta sum nú hendir so
týdningarmikið. Løgmaður
ynskir øllum teimum, sum
hava gjørt ætlanina møgu-
liga, tillukku.
UNDIRSJÓVAR-
TUNLAR
Jan Müller
Hóast undirsjóvartunnilin
millum Eysturoynna og
Borðoynna enn bert er í
hugaheiminum hjá fólki, so
heldur løgmaður, at henda
risastóra verkætlanin longu
nú átti at fingið eitt navn.
Nú tunnilin undir Vest-
mannasund, sum bindur
Streymoynna og Vágoynna
saman, hevur fingið navnið
Vágatunnilin heldur løg-
maður tað vera heilt náttúr-
ligt at kalla undirsjóvar-
tunnilin undir Lorvíksfjørð
fyri Noyðoyatunnilin. –
Vónandi taki eg ikki munn-
in ov fullan, men tað er
greitt, at hetta navnið man
verða góðtikið av øllum
íbúgvunum í Norðoyggj-
um, tí tað er fyrst og fremst
teimum hann skal gagna.
Anfinnur Kallberg held-
ur tað vera rætt nú at fara
undir at tilrættaleggja hetta
tunnilsprojektið, sum hann
eisini metir kann fáa stóran
samfelagsligan
týdning.
Meðan Vágatunnilin nøktar
ein tørv hjá øllum føroy-
ingum og ikki minst vága-
fólki, so hevur tunnilin til
Norðoyggjar ikki minni
týdning, tá hugsað verður
um, hvussu stóran vinnu-
ligan týdning nettup hesin
parturin av landinum hevur
fyri allan samfelagsbúskap-
in. Løgmaður heldur, at vit
nú eiga at brúka royndirnar
frá Vágatunlinum til at seta
út í kortið næsta undir-
sjóvartunnilin í landinum.
Nær hesin skal standa lið-
ugur hevur løgmaður einki
boð uppá. Hann heldur, at
tað mugu vit lata vera upp
til eina skipaða og væl
tillrættalagda gongd. Hetta
er eitt so stórt arbeiði, at
einki má latast upp til
tilvildina. Við royndunum
frá
Vágatunlinum
sum
barrlast heldur løgmaður, at
tað verður ein stór avbjóð-
ing at fara undir næsta
tunnilin av hesum slag.
Hann ynskir vágafólki og
øllum føroyingum og eisini
teimum útlendingum, sum
hava gjørt hetta møguligt
hjartaliga tillukku. Her er
talan um eitt væl útint verk,
sum hevur sín fulla stuðul í
øllum tí føroyska fólkinum.
Tað sama vónar hann fyri
Norðoyatunnilin.
Løgmaður um Vágatunnilin:
ein hin størsta hendingin
Norðoyatunnilin næsta avbjóðingin
C
M
Y
K
29
28