Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 8 Sosialurin IkkI ráð at betala fyrI veðrIð Áki Bertholdsen Nú hava føroyingar ikki longur at betala fyri at fáa veður tíð indini fyri Føroyar. Tað staðfestir Jacob Vester­ gaard, eftir at løgtingið miku­ dagin, samtykti at strika upp­ hædd ina, sum tað kost ar at fáa veðurtíðindi og veður for sagnir fyri Føroyar og sjóøki rundan um Føroyar. Hetta kemur illa við hjá Lands­ stýrismanninum. Hann er tikin so mikið á bóli av hesum, at hann sigur, at enn veit hann ikki, hvat nú er til ráða at taka. Hann sigur, at hann helt at tað var so sjálvsagt, at pen ing­ urin varð játtaður, at hevur yvir­ høvur ikki fyrireika seg upp á hin møguleikan. ­ Men nú hevur Løtingið talað við týðiligari rødd og so mugu vit taka upp, sum skjótast. Neyvan loyst í ár Føroyingar hava havt eina avtalu við donsku veðurtænastuna, DMI, um at gera veðurtíðindi og veður fo r sagnir fyri Føroyar. ­ Hesa avtaluna mugu vit nú siga upp og hvaðani vit síðani skulu fáa okkara veðurtíðindi frá, veit eg ikki, staðfestir hann. Hann er heldur ikki greið ir yvir, hvussu long upp sagn ar­ freistin er. Men hann stúrir fyri, at fyri­ bils verða ongi føroysk veður­ tíðindi og í øllum ivast hann í um nøkur loysn kann finnast tað, sum eftir er av hesum ári num. Tá ið Løgtingið ikki heldur, at tað hevur so stóran týdning at fáa veðurtíðindi fyri Føroyar er hetta tað, vit hava at halda okkum til. Ongin møguleiki Brúk vóru fyri 1,6 millión afturat í ár fyri at fáa DMI at gera veður­ tíðindi fyri Føroyar og Jacob Vester gaard heldur, at tað er eitt stórt bakkast at avtalan við donsku veðurstovuna nú má sigast upp. Hann dugir ikki at síggja nakran møguleika at finna pengar nar aðrastaðni undir Fiski mála ráðnum. Hinvegin er hann djúpt ósamd ur við Løgtingið um, at veðurtíðindini ikki eiga at rað­ fest ast. ­ Er tað nakar, sum er bundin at neyvum veðurtíðindum og veður forsagnum. Tað er sera álvar samt, at vit ikki hava nakran stovn, har fólk burturav gera serskild veðurtíðindi og veður­ for sagnir fyri Føroyar. ­ Hann sigur, at vit hava nógvar viðurskifti í Føroyum, sum eru ógvuliga bundin at veðri og vindi, eisini lokalum veðri og vindi. Hann nevnir útróður, fiski­ skap, flogvøllin og vaktar & Bjargingartænastuna, sum nøkur dømi. aki@sosialurin.fo VEÐRIÐ Nú er so illa statt í landskassanum, at vit hava ikki so frægt sum ráð til at fáa veðurtíðindini fyri Føroyar longur, so nú mugu bátar og skip sigla sín egna sjógv Hendan møguleikan hevði eg ikki hugsað um Tað er sera álvarsamt