fríggjadagur 14. mai 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Beint nú eri eg fyrst og fremst
rastleysur. Leingist út í verðina at
reinsa eygu, oyru og sinni.
Hvat ger teg glaðan?
Góður journalistikkur, góður skaldskapur,
ein góður filmur, eitt gott ball, stuttlig
og áhugaverd fólk, at ferðast, at spæla
fótbólt, at vera saman við teimum
nærmastu, og at teimum gongst væl.
Hvussu mentaður er tú?
Tað veldst um, hvat tú leggur í orðið
»mentaður«. Eg lesi rímiliga nógv og havi eina
akademiska útbúgving, men eg eri ikki listarliga
mentaður. Havi lisið ov nógvar yrkisbókmentir
og ov fáar fagrar bókmentir. Tíverri.
Hvat er tað torførasta við tínum starvi?
At hava 4-5 dagar at gera eina
sjónvarpssending um mentan aðru hvørja
viku. Ofta einsamallur. Og tey, sum hava
gjørt sjónvarp, vita, at 4-5 dagar ikki er
nógv tíð. Úrslitið er, at eg sum oftast eri
hamrandi ónøgdur við tað, sum eg geri. Men
eg billi mær inn, at tað er betri enn einki.
Um tú ikki var sjónvarpsvertur,
hvat hevði tú so verið?
Tað kundi verið so nógv. Skrivandi journalistur,
undirvísari, granskari, fátækur fjakkari,
undercover agentur, aktivistur ímóti religiøsa
diktaturinum í Iran, you name it…
Hvør er besta bók, tú hevur lisið?
Ómøguligt at siga. Lesi júst eina bók um
fólkamorðið í Darfur, sum neyvan verður
gloymd í bræði. Sataniskur óndskapur.
Hvør núlivandi føroyingur
er ordiliga kulur?
Eg havi eina ella aðra óforkláriliga
virðing fyri Róa Patursson. Hann virkar
so áhugaverdur. Keðiligt, at vit hoyra
so lítið til hann. Men hinvegin er tað
kanska tað, sum ger hann kulan.
Hvussu ger tú
fyri at »skora«?
Eg geri einki fyri
at skora. Tann
mest sexuti
eginleikin er væl
at hvíla í sær
sjálvum, ha?
Hevur tú damu?
Ja.
Nær smakkaði tú tær seinast á?
Fyri eini trimum vikum síðani.
Hvønn eginleika hjá tær
sjálvum ert tú glaðast fyri?
Forvitni. Lívsappetittur. Tann generelli
áhugin fyri tí, sum hendir nær og fjar.
Tað er helst besti heilivágurin ímóti
depressión, dølskni og líkasælu.
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Rastloysi. Havi trupult við at taka eina
avgerð og standa við hana. Havi eina
konstanta kenslu av, at man ikki fær nóg
mikið burturúr samdøgrinum. At tíðin
ikki verður gagnnýtt. Fokuseri kanska ov
nógv uppá alt tað, sum ikki eydnast. Og
hugsi ov lítið um tey, sum líða neyð, og
sum hava brúk fyri eini hjálpandi hond.
Hvat ger teg illan?
At politiski journalistikkurin í Føroyum er so
veikur. At politiski myndugleikin hevur so lætt
spæl, hóast ódugnaskapurin rópar til himmals.
Manglandi virðing fyri serfrøðini. Fólk, sum siga
seg hava eina átrúnaðarliga sannføring, men
sum ikki hava ómakað sær at kanna, hví tey
trúgva hesum ella hasum. Og so øll líðingin úti
í stóru verð, tað verði seg politisk og religiøs
kúgan ella sosial og materiell órættvísi.
Trýrt tú uppá gud?
Ein spurningur, sum eg havi hugsað um
alt mítt lív. Nei, eg trúgvi ikki uppá ein Gud
í siðbundnari merking. Í øllum førum ikki
soleiðis, sum hann verður prædikaður í kirkjum
og samkomum og lýstur í organiseraðum
átrúnaði. Barnsligar og óbúnar gudamyndir,
sum einans endurspegla, hvussu býtt, ússalig
og arrogant menniskjan kann vera. Eg eri
nokk ein klassiskur agnostikari. Tvs. ein, sum
ikki góðtekur ein pástand, fyrr enn haldgóðar
grundgevingar fyriliggja. Hesar havi eg ikki
funnið enn og má sættast við, at lívið er
ein loynidómur uttan svar uppá, hví vit eru
her, hvaðani vit koma og hvar vit fara.
Hvør er tín lívrættur?
Havi ongantíð skilt, hví hesin spurningurin altíð
kemur fyri í slíkum teigum. Tað yvirgongur
mítt skil, at fólk skriva reglu upp og niður á
Facebook um, hvat tey eta. Does anyone care?
Hvat hevur lívið lært teg?
At man neyvan finnur tey svarini uppá lívsins
stóru spurningar, sum man einaferð ætlaði
sær. At lívið neyvan verður nógv betri, enn tað
er beint nú. At »forventningens glæde er den
største glæde«. At eg angri fleiri ting, sum
eg IKKI havi gjørt, enn sum eg havi gjørt.
heini í skorini
Eg eri sum oftast hamrandi ónøgdur
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Fakta Heini í Skorini
Aldur: 26 ár
Bústaður: Tórshavn
Starv: Journalistur
myNd: JENS KRISTIAN vANG