fríggjadagur 14. mai 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
18
Sosialurin
Nøvn
Tann 5. mars høvdu
vit mynd av Onnu
John stone, sum
hevði fingið tvíburar
á Hebridunum, og
sum fekk tilsamans
15 børn. Vit hava
nú frætt meira um
hennara søgu
Anna Súsanna var fødd og
vaks upp uppi í Horni á Sandi.
Hennara foreldur vóru Jacob
Sofus Desiderius Poulsen,
kendur sum Sofus í Garðinum
úr Skúvoy, og Valgerður
(Valla), sum var hálv íslendsk.
Tískil var Anna systkinabarn
Hákun Djurhuus.
Anna Súsanna var kend
á Sandi sum Anna hjá Valla.
Anna átti eina systir, sum
var gift við Sámal Peturi
Lognberg úr Skopun. Ein
sonur teirra er Gerhard. Anna
átti tríggjar brøður. Teir vóru
Rasmus Johan, giftur við
Ernu, sum var úr Týsklandi,
Jógvan varð giftur við Herthu
av Tvøroyri, og Vagn varð
giftur við Lily, sum er donsk.
Tey búgva í Danmark.
Anna møtti manni sínum
Angus Johnstone, tá ið hann
var í Føroyum undir krígnum.
Hann var við í Lovat Scouts,
og hann spældi sekkjapípur
í orkestri.
Anna og Angus giftust á
Sandi í 1945. Tey fingu teirra
fyrsta barn í 1946, og tey
fingu tilasamans 15 børn.
Tað seinasta var føtt í 1968.
Tey búði í 14/16 Grim inish,
Benbucula á ytru Hebrid
unum, har tey høvdu ein
bóndagarð. Tey høvdu 15 neyt,
seyð, gæs og hønur. Tey skóru
eisini torv fyrstu tíðina.
Einaferð gekk ein neyta
sjúka. Nógv neyt doyðu,
og máttu gravast niður.
Ein grannakona misti sína
seinastu
kúgv.
Men
tey
hjálptu
hvørjum
øðrum.
Anna og Angus lovaðu kon
uni, at hon skuldu fáa tann
fyrsta kálvin, sum tey fingu,
so hon kundi seta við aftur.
Tað fekk hon so eisini, og var
kálvurin snjóhvítur.
Onkuntíð kom føroyskt
skip við sandoyingum inn
hagar tey búði. Hetta var
dagur í viku.
Har tey búðu á Hebrid
u n um, tosaðu tey eisini
gæliskt, gamla skotska málið.
Hetta dugdi Angus, men hjá
børnun um gjørdist tað mest
enskt. Men tey skilja so
gæliskt.
Anna fekk eitt strik í 1986,
og aftaná tað tosaði hon mest
føroyskt. Hon kom aftur til
Sands og búði har í fimm ár.
Fyrst búði hon uppi í Horni
og síðani í Koytugarði.
Anna doyði í 1992 og er
jarðað á Sandi undir liðuni á
pápa sínum. Angus er eisini
deyður.
Tey 15 børnini
Børnini hjá Onnu og Angus
Johnstone eru: Neil, deyður
í 2001, Jacob Sofus, Óla Gud
mund (føddur á Sandi, doyði
3 mánaðar gamal), Valgerður,
Angus (føddur á Sandi),
Mary Margareth, Rose
mary, John, Joseph, Veronica
og Winefrida (tær báðar vóru
tvíburar), Bernadette (er fødd
í Stornoway og er deyð og
jarðað har), Allan, Colin og
Stephen.
Tey flestu av børnunum
eru fødd á Hebridunum. Sum
rímiligt er ein stór ætt komin
frá hesum børnum. Eftir
Onnu eru 40 ommubørn og
22 langommubørn.
Rosemary er gift í Skopun,
og hon eigur seks børn. Henn
ara ommubørn Anja, 16 ár, og
Eyð, 11 ár, búgva í Føroyum,
so vónir eru fyri, at ættin er
komin aftur fyri at vera.
Hitti um dagarnar av
reinari tilvild Vallgerð Poul
sen, bróðurdóttir Onnu. Hon
hevði í sínum ungu døgum
búð í Skotlandi sunnan fyri
Aberdeen, hagar Anna eisini
flutti seinni, og kom tær at
hava nógv saman. Hon sigur,
at Anna var eitt konubrot.
Vallgerð fekk eisini at
sanna, hvussu stór ættin var.
Einaferð, ein sonur Onnu og
Angus skuldi giftast, vóru tey
34 fólk í húsi. Av teimum var
tað bert Valgerð, sum ikki var
eftirkomari teirra. Her var
bæði hús og hjartarúm.
Hebridurnar uppliva tað
sama sum onnur útjaðaraøki,
nevniliga
fráflyting.
Tað
eru bert tvey av børnunum
hjá
Onnu
og
Johnston,
sum búgva á Hebridunum.
Burtursæð
frá
Rosemary
búgva hini á bretska megin
landinum.
Hetta gjørdist enn eitt
íkast til søguna hjá føroysk
um hermannakonum frá 2.
heimsbardaga.
ó.
Anna av Sandi fekk 15 børn á Hebridunum
Hetta er myndin vit høvdu í blaðnum 5. mars
Anna og Angus sum ung
Væl kom burtur úr hjá teimum báðum. 14 av teimum 15 børnunum eru á myndini. Henda myndin er frá 1979
Anna saman við ommusoninum Kenneth eftir at hon fekk strikið
Angus, sonur Onnu, sum er føddur á Sandi saman við soni hans
ara, sum eisini eitur Angus. Uttast t.h. er næstyngsti beiggin Colin