fríggjadagur 14. mai 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
17
VIKUSKIFTI
• 9. mai í 1960 kunngjørdi amerikanska
eftirlitið Food and Drug Administration,
at tey fóru at loyva framleiðsluni av
p-bollanum, sum tá longu hevði verið latin
kvinnum í eini fleiri ára langari royndartíð.
• Kvinnurnar, ið royndu p-bollan, vóru fyri
tað mesta úr Puerto Rico. Tað vóru tó eisini
nógvar amerikanskar kvinnur, sum royndu
hann fyri pínu og óregluliga mánasjúku.
• Katolikkarnir vóru ídnastu
mótmælarar av p-bollanum.
• P-bollin er helst tað týdningarmesta,
sum er hent fyri kvinnusakina.
• P-bollin virkar í høvuðsheitum við at
forða eggloysn. Tað eru eisini aðrar
skipanir, t.d., at skuldi eitt egg komið,
so fær tað ikki fest seg í lívmóðurina.
Harumframt broytist slímið í lívmóðurini,
so sáðkyknurnar ikki vinna ígjøgnum tað.
• So skjótt øllum stóð í boði at fáa p-bollar,
vaks talið av kvinnum, sum fullførdu
universitetsútbúgvingar, markant.
• Kvinnur fingu eisini høvi at koma
út á arbeiðsmarknaðin, tí tær ikki
skuldu ansa smáum ella ganga við
stórum búki stútt og støðugt.
• Tá óttin fyri at gerast við barn hvarv,
vaks kynsliga fríheitin samsvarandi,
og brádliga bar til at hava fleiri og
skiftandi makar uttan at binda seg.
• Í dag eru yvir hundrað milliónir av kvinnum
kring heimin, sum taka p-bollan dagliga.
• Í dag eru eisini fleiri alternativ - t.d. mini-
bollar, p-ringar og p-plástur, ið virka á
sama hátt, men sum hava færri hormon.
• P-bollin er góð fyribyrging móti barnsburði,
men hann verjir ikki móti kynssjúkum.
fakta p-bollin
Hóast p-bollin ikki er serliga
stórur, so hevur hann havt
ovurhonds stóran týdning
fyri sosialu gongdina í
vesturheiminum. Sunnudagin
fylti p-bollin fimti ár
hjúnarbandið. P-bollin var eisini
marknaðarførdur sum ”undrið, ið kann
bjarga hjúnar bandinum”. Longu fimm
ár eftir, at fyrstu p-pollarnir komu á
marknaðin, vóru tað seks milliónir
kvinnur í Amerika, sum regluliga tóku
p-bollan. Tað sigur eitt sindur um tann
ovurhonds stóra tørvin, ið var.
Við ferð kring heimin
P-bollin breiddi seg skjótt um allan
heimin, og Týskland var tað fyrsta
landið í Evropa, sum longu eitt ár
eftir, 1. juni 1961, loyvdi fyribyrging
við p-bollum.
Í Danmark vísa tølini, at bert trý ár
eftir, at p-bollin kom til Danmarkar,
var talið av føddum børnum lækkað
við 18.000 árliga. So eingin ivi er um,
at ávirkanin í vesturheiminum hevur
verið ovurhonds stór.
Tíverri høvdu tey ikki givið sær
stundir at kanna hjáárinini nóg væl, og
tað vísti seg, at tær fyrstu kvinnurnar
gjørdust sjúkar av at taka p-bollan.
Har vóru sera nógv hormon í, og tær
kvinnurnar sum royndu hann, áðrenn
hann kom út á marknaðin, vórðu ikki
tiknar fyri fult, tá tær gramdu seg um
millum annað høvuðpínu og vaml. Men
hetta var bøtt so líðandi, og í dag fáast
p-bollar við sera smá um nøgdum av
hormunum.
Við fyrsta p-bollanum í Evropa,
Anovlar, fingu kvinnurnar 85 milligram
av hormonum um mánaðin. Ì dag fáa
tær heilt niður í 2,2 milligram um
mánaðin.
Hóast p-bollin framvegis er ein
av best umtóktu fyribyrgingunum í
heiminum, so heldur menningin á, og
í dag fáast bæði p-ringar og p-plástur,
sum sjálvi lata eina hóskandi nøgd av
hormonum út í kroppin ístaðin fyri, at
kvinnan skal minnast til at taka eina
tablett um dagin.