Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 Sosialurin Vilmund Jacobsen Oljubryggjan í Fuglafirði, haðani skip bunkra tungolju, er djúpsta havn í Føroyum. Men kortini er hon ikki nóg djúp til, at øll hugsandi skip, sum ferðast um okkara leiðir, kunnu leggja inn á Fuglafjørð at bunkra tungolju. Í øðrum londum er vanligt, at støð eru úti á reduni, har olja kann bunkrast, men við kunngerðini, sum Inn­ lendismálaráðið hevur havt úti til hoyringar og sum væntandi verður sett í verk fyrsta dagin, verður sambært grein 4 í nevndu kunngerð bannað at bunkra olju í sjónum. Fín kunngerð Fuglafjarðar kommuna, sum eigur oljubryggjuna í Fugla firði, haðani EFFO Bunk ers hevur sínar tung­ olju veitingar, fer tí at søkja Innlendismálaráðið um loyvi til bunkring á Poll in um í Fuglafirði, innanfyri havn­ armerkini hjá kommununi og innanfyri streym. Kunngerðin um bunkring av olju, sum landsstýrið arbeiðir við at seta í verk, hevur verið til hoyringar hjá nógvum ymiskum pørtum, og millum hesar hevur hon eisini verið til hoyringar hjá Fuglafjarðar kommunu. Sigurd Simonsen, borgar­ stjóri, heldur, at hetta er ein fín kunngerð, og hann heldur tað eisini vera gleðiligt, at neyvari og neyðugar fyri­ skipingar koma á hesum øki. – Tað er bara henda eina greinin í kunngerðini, sum okkum ikki hóvar, tí hon tekur burtur møguleikarnar at bunkra tey stóru skipini, sum ferðast um okkara leiðir. Í grein 4 í hesi kunngerð verður nevniliga sagt, at ikki er loyvt at bunkra skip, sum ikki liggur bundið við bryggju, og tað er her, at framtíðar oljuveitingar úr Fuglafirði fáa ov stórar og óneyðugar avmarkingar. Borgarstjórin vísir á, at landsstýriskvinnan í inn lendismálum, Annika Olsen, veit um støðuna hjá Fuglafjarðar kommunu, tí tey hava havt hana í Fuglafirði til prát um hesi viðurskifti. – Eg skilji væl, at inn­ lendis málaráðið tekur burtur møguleikarnar at bunkra skip úti á streymasjógvi, og vit skilja eisini ómetaliga væl, at allar neyðugar fyri­ skipingar og atlit skulu takast til bunkring á sjónum. Hann ásannar eisini, at skal bunkring loyvast inn­ an havnamerkini hjá eini kommunu, skal hetta í fyrsta lagi verða innanfyri streymasjógv, eins og komm­ unan skal veita trygd fyri, at øll viðurskifti eru í lagi. Taka fulla ábyrgd – Vit eru rímliga væl útgjørd á hesum øki í Fuglafirði, og vit vilja tí taka fulla ábyrgd av slíkari bunkring. Vit hugsa okkum, at tá skip verða bunkr að innanfyri Pollin, verða sperrur lagdar um skip­ ið, soleiðis at eingin vandi yvir høvur kann standast av slíkari bunkring. Sigurd Simonsen vísir á, at dýpið við oljubryggjuna er 14 metrar, har tað er djúpast, men tað eru nógv stór skip, ið ferðast um okkara leiðir, sum ikki kunnu liggja við eina slíka bryggju. – Hesi skip brúka eisini olju, og tey brúka nógva olju og skulu hava bunkringar. Tí er tað ein spurningur, um møguleikar skulu gevast hesum skipum at bunkra her – ella tey skulu noyðast at bunkra aðrastaðni. Hann vísir á, at tað er vanligt í øðrum londum at hava ávísar havnir og ávís støð, har slíkar bunkringar fara fram undir neyvum mannagongdum sum tryggja, at so at siga eingin vandi er við dálking, um óhapp skuldi hent. – Okkara uppskot er tí, at Innlendismálaráðið loyvir bunkring á einum staði í Føroyum, áðrenn møguleikar annars gevast teimum stóru skipunum at bunkra við bryggju. Borgarstjórin vísir á, at kanningar aðrastaðni vísa, at tað er nógv tryggari at bunkra skip úti á reduni, um hendan annars er egnað til bunkring, enn við bryggju. – Hinvegin skilja vit væl, at Innlendismálaráðið í einari kunngerð ikki vil loyva bunkring út á firðum, har harður streymur er og trup ult er at byrgja uppfyri dálk ing, um óhapp henda. Altjóðagerðin Sigurd Simonsen vísir á, at skipaferðslan kring um Føroyar er rættiliga stór, og tí dugir hann ikki at síggja tað skilagóða í slett ikki at loyva bunkring á ávísum staði – og innanfyri streymasjógv. Tað eru nú sløk tvey ár síðan, at Faroe Bunkers, sum nú kallast EFFO Bunkers, fór at lata tungolju og olju annars til skip og virkir. Sigurd Simonsen veit at siga, at samlaða talið av litrum, sum í fjør fór um bryggjukantin í fjør, var stívliga 100.000. – Størsti parturin av hes­ um er latin skipum, sum hava bunkrað í Fuglafirði, meðan ein partur eisini er latin virkjum, sum brúka tungolju, eitt nú ídnaðarvirkinum Havsbrún í Fuglafirði. Borgarstjórin endurtekur, at kunngerðin, sum Inn­ lendis málaráðið hevur latið til hoyringar og sum nú væntandi verður sett í verk fyrsta dagin, er sera góð. – Vit hava heldur onga aðra viðmerking til kunn­ gerðina enn tað, sum vit siga um grein 4. Hendan grein­ in kemur at avmarka veit­ ingarnar úr Fuglafirði, og tað meta vit vera sera óheppið, tá bunkring innan fyri havna­ merkini hjá komm un uni saktans kann skipast undir bestu og tryggastu um støð­ um. Tríggjar inntøkur Borgarstjórin leggur aftrat, at kommunan eisini hevur søkt um at fáa flutt havnamerkini hjá kommununi eitt sindur longur út á fjørðin. Skipanin er hon, at skip, sum koma inn um havna­ merkini hjá komm un uni, skulu rinda havnagjald, men ikki brúgvagjald. ­– Ein kommuna hevur tríggj ar inntøkur av havn ini. Tað er havnagjald, brúgva­ gjald og vørugjald, og vit fáa eisini vørugjald, tá bunkr­ ingar fara fram innan fyri havnamerkini hjá komm­ un uni. Nú so nógv verður tosað um globalisering, eiga vit ikki at steingja okkum úti frá tí møguleika, sum bunkring av olju til stór skip er, heldur Sigurd Simonsen, borgarstjóri. vilmund@sosialurin.fo Nýggj kunngerð leggur fótonglar fyri bunkring BUNKRING Ein kunngerð um bunkring, sum Innlendismálaráðið hevur havt úti til hoyringar, fer at taka møguleikarnar frá oljuhavnini í Fuglafirði at bunkra størri skip úti á vánni, sum ikki sleppa til bryggju ... tey stóru skipini brúka nógva olju og skulu hava bunkringar. Tí er tað ein spurningur, um møguleikar skulu gevast hesum skipum at bunkra her – ella tey skulu noyðast at bunkra aðrastaðni... SIGURD SIMONSEN – Skipaferðslan kring um Føroyar er rættiliga stór, og tí dugi eg ikki at síggja tað skilagóða í slett ikki at loyva bunkring á ávísum staði – og innanfyri streymasjógv undir tryggum umstøðum og neyvari fyriskipan, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen.