Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 14. mai 2010 21 VIKUSKIFTI Ein heilt sjáldsom »liebhavaraogn« í Havn Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Tú trýrt neyvan tínum egnu eygum, tá ið tú sært fantastiska útsýnið yvir alla Havnina, og húsini eru heilt einastandandi til “beligginheit”, arkitektur, tilfar og handverk. Her gongur alt upp í eina hæðri eind. Fyrsta fatanin Tú koyrir inn í túnið, ið alt er laðað, steinsett og lagt við asfalt. Tú kanst ganga runt øll húsini, og alt er lætt at halda. Eingin trupulleiki er at seta bilin, tí nóg mikið er av plássi. Tú fært straks eina fatan av, at her er alt væl hugsað ígjøgnum til eina frálíka heild. Sjálvvirkandi garagu- hurðin fer upp, og tú koyrir inn í snøggu garaguna. Bilhúsið er sera snøgt, og har er pláss til at arbeiða og fjasast við mangt og hvat til ítriv. Tú kanst ganga beint inn í hjallin, ella inn í grovkøkin og víðari inn í húsið. Ljós og luft – stílur og snið Stóru panoramavindeyguni geva tær eitt einastandandi útsýni yvir alla Havnina, og tú kennir teg sum eitt við umhvørvið og við stóru verð, ið liggur har úti í sjónarringinum, ið tú sært nærum allan. Rúmini hanga væl saman og felagsrúmini venda øll móti útsýninum. Trivnaðurin og er settur í hásætið, og húsini eru sera livilig. Alt er nýtt, ljóst og lekkurt og gjørt úr besta tilfari og við besta handverki. Her er einki at koma eftir. Tað er sjáldsamt, at alt er so fullfíggja. Veggirnir eru hvítir og gólvini úr kirsuberjatræi. Inni og úti Í niðaru hædd er inngongd, durur / gongd / hall, baðirúm, 4 stór kømur, stova / borðsstova / alrúm / køkur við útgongd til útigólv / terassu, grovkøkur / bryggers / vaskirúm við útgongd til garagu og hjall, klædna- rúm, hjúnarrúm og baðirúm. Í ovastu hædd er trappugongd, stór útsýnisstova og 2 kømur. Snøggur garður / urtagarður er uttanum. Hús- ini standa í friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg nær miðbýnum í Havn. Heilt einastandi panoramaútsýni er yvir alla Havnina, Nólsoynna og allan fjørðin. Fakta Adressa ...........Írarók 12, Tórshavn Byggiár: ...........2006 Hæddir: ............2 Gólvvídd: ..........270 m2 Grundøki: .........701 m2 Hjallur: .............Ja Bilhús: ..............Ja Prísuppskot: ...Hóskandi boð