fríggjadagur 14. mai 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
30
Sosialurin
Big-Bang ástøðið um menningina í alheiminum
Siður er at skriva stór og smá tøl sum
tíggjarapotensar eftir hesi reglu:
10 = 10 . . . . . . . . . . . 0
n
n null
. . . . .
10 = 1000
3
10 = 100
2
10 = 10
1
10 = 1
0
10 = 0,1
–1
10 = 0,01
–2
10 = 0,001
–3
. . . . .
10 = 0,0 . . . . . . . . . . . 01
–n
(n – 1) null
Sterka kjarnakraftin bindur saman
nevtronir og protonir í atomkjarnum.
Kraftin er ógvuliga sterk og røkkur
ógvuliga stutt.
Veika kjarnakraftin er eisini ein
kraft í atomheiminum. Hon er t.d.
virkin í β-fáni ( geislavirkni). Hon
er nógv veikari enn sterka kjarna-
kraftin og røkkur eisini stutt.
Elektromagnetiska kraftin er virkin
í øllum elektriskum og magnetiskum
fyribrigdum.
Tyngdarkraftin er ein atdráttarkraft,
sum virkar ímillum allar lutir í
alheiminum, sum hava nøgd.
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 44
Big-Bang er frægasta ástøðiliga
grundarlagið, sum granskarar hava
at skilja menningina í alheiminum
seinastu 13,7 mia ár. Alla hesa tíð
er heimurin kólnaður og hevur víðkað
seg út, og tað ger hann enn. Ástøðið
hevur undirtøku millum granskarar,
tí nógvar eygleiðingar tala fyri tí.
Enn eru tó óloystir spurningar, sum
vísindini áhaldandi fáast við at loysa
bæði við rúmdarkanningum og
royndum í atomheiminum
“Mangur sigur frá Ólavi kongi og hevur
ikki sæð hann”. Soleiðis sigur orðatakið,
og tað er av sonnum trupult at seta
orð á Big-Bang, sum hesin parturin
snýr seg um. Eitt er, at talan er um
eitt vísindaligt ástøði, sum er grundað
á líkningar. Tað er ivaleyst ikki altíð
lætt hjá granskarum at lýsa við orðum
tað, sum líkningar goyma í sær og
at gera einfaldar fyrimymdir, sum vit
vanligu deyðiligu kunnu skilja. Mis-
skiljingarnar eru eisini nógvar, sum
loga uppi við hesum ástøði, sum tey
flestu munnu hava hoyrt gitt. Og krea-
tionistar og onnur, sum hava tað fyri
at vevja saman vísindi og átrúna og
stundum á skeivum ella ivasomum
grundarlagi gera gjøldur burtur úr vísind-
unum, gera ikki støðuna greiðari. Kanska
er tað eina roynd vert fyrst at siga,
hvat ið Big-Bang ikki er.
Um tað, sum Big-Bang ikki er
Fyrst er tað navnið. Tað er stak óheppið,
tí talan var ikki um eina spreinging,
sum slongdi tilfar og orku út í eitt rúm,
sum frammanundan var til. Tað var
Fred Hoyle, sum fyrstur kom við navn-
inum, sum síðani varð hangandi. Hoyle
royndi í mong ár at verja sítt egna
Steady-State ástøði, sum nú á døgum
má metast deytt at vera, tí eygleiðingar
tala ikki fyri tí.
Big-Bang snýr seg heldur ikki um
upprunan til alheimin, um hvat tað
var, sum fór fram, sum ikki kann verða
samanborið við nakað annað í hesum
heimi, ella hví tað hendi. Ástøðið sigur
ikki, at alheimurin allur var trýstur
saman í eitt punkt, og at alt tilfar og
orka kom úr einum ávísum punkti
í einum ávísum staði.
Avmarkingar
Áðrenn vit royna at skilja, hvat Big-Bang
er, skulu vit gera okkum greitt, at
líkningarnar, sum granskarar hava
til taks at lýsa menningina í alheiminum,
hava eitt tíðarmark. Markið er sonevnda
plancktíðin, sum er 10
sekund, sí
–43
kassa. Hvat ið hendi í stutta (!) tíðar-
bilinum frá klokkan t = 0 til klokkan
t = 10
s, kunnu vísindini einki siga
–43
um. Vit kunnu gita, hvat hendi, men
annað enn gitingar verða tað so ikki.
Vit hava onga alisfrøði at siga okkum,
hvat hendi hesa stuttu løtuna, tí vit
vita ikki, hvussu náttúrulógirnar vóru
um tað mundið.
Fýra náttúrukreftir
Vísindini rokna við fýra náttúrukreftum,
sí kassa. Hildið verður, at hesar náttúru-
kreftir í byrjanini vóru undir einum
og sama hatti. At tær saman myndaðu
eina “frumkraft”. Granskarar vita, at
í nógvum hita og stórum tættleika eru
elektromagnetiska kraftin og veika
kjarnakraftin sum ein kraft, elektroveika
kraftin. Og sambært GUT-ástøðinum
(Grand Unified Theory) eru ábendingar
um, at elektroveika og sterka kjarna-
kraftin í enn størri tættleika og hita
eisini verða bræddar saman til eina
kraft. Um tyngdin eisini rennur saman
við hinum kreftunum undir nóg
serligum og ógvusligum umstøðum,
er ikki greitt enn, men vitanin um
sameindar kreftir er so orsøkin, at
granskarar ímynda sær, at allar náttúru-
kreftir í teimum serstøku umstøðunum
í Big-Bang tilgongdini kunnu hava
virkað sum ein frumkraft.
Big-Bang ástøðið
Big-Bang er eitt vísindaligt ástøði um
hvussu alheimurin hevur ment seg
síðan byrjanina fyri 13,7 mia árum
síðan. Alheimurin var helst frá byrjan
óendaliga stórur, ógvuliga heitur og
tættur. Alt, sum vit kunnu eygleiða
í rúmdini í dag, rúmtist um hetta mundið
í ógvuliga lítlari rúmd. Tað, vit kunnu
eygleiða, er tó ikki alt, tí teir partarnar
í rúmdini, har ljósið í 13,7 mia ár ikki
enn hevur havt stundir at koma til
okkara, kunnu vit sjálvandi ikki síggja.
Hendingin skapti bæði tíð og rúm.
Tí ber ikki til at spyrja, hvat var áðrenn,
tá ið eingin tíð var. Tað ber heldur
ikki til at spyrja, hvar hetta hendi, tí
einki rúm var frammanundan. Tá ið
tað hendi, hendi tað allastaðni um somu
tíð. Hetta er av sonnum ikki lætt at
fata, og einasta orsøk, at granskarar
flestir nú taka undir við Big-Bang
ástøðinum, er, at nógvar eygleiðingar
tala fyri hesum ástøði.
Frá fyrstu løtu víðkaðist alheimurin
og hitin fall. Nógvi hitin og stóri
tættleikin gjørdi, at hendingarnar fóru
fram eftir einum ógvuliga skjótum
tíðarstiga. Skrivast kunnu tjúkkar bøkur
um alt tað sum hendi bara tað fyrsta
sekundið.
Tíðarstigin í Big-Bang
t = 0:
Tíð og rúm verða til og kosmiska
víðkanin byrjar.
t = 0 – t = 10
s:
–43
Náttúrukreftirnar eru helst sameindar
í eina kraft. Nýggj ástøðilig framstig
fara kanska einaferð at avdúka, hvat
ið veruliga fór fram um hetta mundið.
t = 10
s – t = 10
s:
–43
–36
Tyngdarkraftin losnar frá hinum trimum
náttúrukreftunum, sum enn eru sam-
eindar.
t = 10
s – t = 10
s:
–36
–12
Hitin er nú fallin til um leið 10 K.
28
Tað er nóg “kalt”, at sterka kjarnakraftin
losnar frá elektroveiku kraftini. Tíðina
10
s – 10
s verður hildið, at infla-
–36
–32
tiónin var. Tað er tað fyribrigdið, at
alheimurin víðkast eksponentielt og
ógvusliga nógv. Nógv orka verður
frígjørd, og gjørd verða pør av partiklum
og antipartiklum. Seint í hesum tíðar-
skeiði gongur elektroveika kraftin
sundur í veiku kjarnakraftina og elektro-
magnetisku kraftina. Nú hava tær fýra
náttúrukreftirnar fingið tað skap, sum
tær enn hava. Eftir hetta hava granskarar
betri skil fyri tí, sum fer fram, og giting-
arnar eru færri.
t = 10
s – t = 10 s:
–12
–6
Hetta er kvark-tíðarskeiðið, har ið hildið
verður, at Higgs-partikkulin gevur
øllum øðrum partiklum nøgd. Enn
er tó ov heitt, at kvarkar og antikvarkar
kunnu sameinast í hadronunum t.d.
nevtronum og protonum, sum eru
byggisteinarnir í atomkjarnum.
t = 10 s – t = 1 s:
–6
Nú er nóg kalt, at kvarkar og antikvarkar
bindast til hadronir og samsvarandi
antipartiklar. Tá ið 1 sekund er liðið
síðan Big-Bang, verða nevtrinurnar
leysar og hava frítt at fara um alheimin.
t = 1 s – t = 10 s:
Hadronir og antihadronir annihilera
(verða bræddar saman til orku) . Tilfarið
í alheiminum er nú mest leptonir, t.d.
elektronir, og antileptonir. 10 sekund
eftir Big-Bang er hitin fallin so mikið,
at nýggj lepton-antilepton pør verða
ikki gjørd. Flestu lepton-antilepton
pør annihilera, og eftir er nú ein lítil
leivd av hadronum (t.d. nevtronum
og protonum) og leptonum (t.d elek-
tronum).
t = 10 s – t = 380.000 ár:
Hetta er fotontíðarskeiðið. Flestu
partiklar og antipartiklar eru annihiler-
aðir. Nú bera fotonirnar mestu orkuna
í alheiminum. Tær samvirka javnt
og samt við teir partiklar, sum eru,
løddar protonir og elektronir, og kanska
onkrar nýgjørdar atomkjarnar. Hetta
sínámillum samskifti heldur fram næstu
hundraðtúsundtals árini.
Í tíðini 3 min - 20 min eftir Big-Bang
hendir kjarnasamrunin. Hitin er nú
fallin nóg mikið, at atomkjarnar kunnu
verða gjørdir. Eftir hesar 17 minuttirnar
eru hiti og tættleiki fallin so mikið
nógv, at fleiri atomkjarnar verða ikki
gjørdir. Tað merkir, at longu nú ber
til at siga, hvussu grundevnabýtið seinni
fer at verða í unga alheiminum.
Eini 70.000 ár eftir Big-Bang eru tætt-
leikarnir av ikki-relativistiskum tilfari
(atomkjarnum) og relativistiskari geisling
(fotonum) javnstórir.
Tá ið eini 377.000 ár eru farin, er
nóg kalt - hitin er um 3000 K - at
elektronirnar kunnu binda seg til
atomkjarnarnar, sum vórðu gjørdir
fyrstu minuttirnar eftir Big-Bang, t.e.,
nú verða nevtralu atomini gjørd. Henda
tilgongd, rekombinatión, fer fram eftir
lutfalsliga stuttari tíð. Gjørd verða bara
tey lættastu grundevnini, hydrogen
(um 75% eftir nøgd) og helium (um
25% eftir nøgd) umframt eitt lítið sløð
av øðrum løttum grundevnum.
Tá ið rekombinatiónin er av, fáa
fotonirnar frítt at fara, tí nú eru ongar
leysar elektronir hjá teimum at samvirka
við. Hesar fotonirnar eru tær, sum mynda
kosmisku baksýnisgeislingina, sum
varð ávíst í 1964. Tær bera so statt
boð frá tíðini um leið 380.000 ár eftir
Big-Bang. Tí eru granskarar so áhugaðir
at at kanna tær gjølla.
Tíðin eftir rekombinatiónina kann
best verða lýst sum myrka tíðarskeiðið.
Áðrenn rekombinatiónina var alheim-
urin ógjøgnumskygdur, tokutur. Nú,
tá ið fotonirnar ikka hava elektronirnar
at samvirka við, verður alheimurin
gjøgnumskygdur, og myrkur legst
yvir hann. Ljós verður einki aftur, fyrr
enn tær fyrstu stjørnurnar tendra einar
200 mió ár seinni. Longu eini 200
mió ár eftir hetta bresta fyrstu stjørnurnar
sum supernovur. Tær ríka alheimin
við tungum grundevnum. Seinni verða
kvasarar til. Kanska eru teir byrjanin
til fyrstu stjørnubreytirnar. Sum tíðin
líður, megnar tyngdin at draga saman
tilfar til stórar stjørnubreytir.
Tá ið um leið 8,7 mia ár eru gingin
síðan Big-Bang, verður ein stjørna,
sólin, til í Vetrarbreytini. Fáar hundrað
mió ár seinni ger sólin gongustjørnur,
harímillum jørðina. Tað ganga bara
einar 800 mió ár, so er einfalt lív á
jørðini. Líðandi mennist lívið á jørðini.
Sløg koma og fara, og eftir stjørnu-
frøðiliga sæð stuttari tíð breiðir eitt
slag, sum dugir at hugsa, Homo sapiens,
seg úr Afrika um allan jarðarknøttin.
Hetta seinasta brotið omanfyri er ein
onnur søga, sum eyðvitað einki hevur
við Big-Bang ástøðið at gera.
Frægasta ástøðið
Big-Bang er frægasta ástøðið, sum
kosmologar hava um menningina í
alheiminum. Nógv talar fyri hesum
ástøði, víðkanin, býtið ímillum løttu
grundevnini og baksýnisgeislingin.
Tað kann vera, at neyðugt verður
at skriva søguna um menningina ella
partar av henni umaftur. So mikið hevur
vísindasøgan lært okkum. Men tað
kann eisini vera, at nýggj framtøk í
vísindunum fara at grundfesta Big-Bang
ástøðið enn betri. Tað kann bara tíðin
vísa.
Vísindini gevast ikki á hendur. Fara
komandi eygleiðingar at ganga ímóti
verandi ástøðiliga grundarlagi, verða
ástøðini kolldømd og byrjað verður
á øðrum grundarlagi. Meðan hesar
reglur verða skrivaðar, verða gjørdar
nýggjar kanningar bæði av rúmdini
(Planck) og av viðurskiftunum í atom-
heiminum (LHC í Cern).
Ein fyrrverandi starvsfelagi mín tók
einaferð nakað soleiðis til orða: “Tað
hevði verið stuttligt, tú, um eini 200
ár, at sloppið at vitjað aftur, bara eina
løtu, nóg leingið til at lisið, hvat vísindini
nú høvdu funnið fram til. At sæð, hvussu
alt hetta fer at enda”. Jú, sanniliga,
at fylgja við í framtøkunum í stjørnufrøði
er spennandi sum nøkur krimisøga.