fríggjadagur 14. mai 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
Sosialurin
Kirkjugarður
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Aage, f. 1922, var næstelsta barn
hjá Metu og Knud Lützen.
Hann varð konfirmeraður
á heysti 1937 av Dag Monrad
Møller, presti.
Við so stuttum lívi er tað
ikki altíð so nógv, sum kann
sigast um viðkomandi.
Men tað liggur tó eitt eftir
mæli eftir hann, og tað er í
minnisritinum hjá skótaliði
Sigmunds Brestissonar.
Aage var nevniliga ein
virkin skóti. Ì 1938 var hann
saman við Svend Poulsen,
Bambus, á landslegu hjá íslend
skum skótum á Tingvøllum
í Íslandi. Sagt varð, at hesir
báðir umboðaðu føroysku
skótarnar væl og virðiliga.
Men longu í august verður
skrivað í gerðarbókina:
Aage Lützen in
memoriam
Klokkan var okkurt um 10
tann 17. august, tá ið flaggið
varð sett á hálva stong á
Bakkahellu. Ein av okkara
góðu skótum og floksførarum
var farin heim til ta ævigu
hvíld. Vit vilja allir minnast
hann sum ein góðan skóta,
eins og Tjaldursflokkurin
minnist hann sum ein góðan
flokksførara, ið altíð var
fróur og vælhýrdur, og sum
aldri gav upp. Tað var av hesi
orsøk so sjálvandi, at liðsins
leiðsla valdi hann sum annan
av teimum, sum skuldu
umboða liðið í Íslandi. Tað
eydnaðist honum at koma
heim aftur og siga frá ferðini.
Men brátt skuldi deyðin
leggja sín køldu hond á hann,
ið tyktist at vera av raskastu
dreingjum.
Liðið
fylgdi
honum til gravar og sýndi
honum soleiðis tann síðsta
heiður. Minnið um hann vil
liva leingi innan liðið. Friður
veri við minni hansara.
Knút Lützen í stóra
brestinum í Halifax
Tað er meira, sum kann sigast
um pápa Aage, Knút. Hann
fór í 1906 bert 15 ára gamal
út í víðu verð.
Hann skrivaði m.a. um sítt
sjólív:
»Tað var við mær sum
við flestu skúladreingjum
í okkara lítla oyggjalandi,
at hugurin alsamt stóð til
sjógvin. So tó at foreldrun
um lítið dámdi tað, segði eg
landjørðini farvæl beinan
vegin, sum eg var liðugur við
skúlan við einum av hesum
skipum, sum sigla millum
Danmark og Grønlands.
Eg fór seinni sum deks
drongur við eina bark til
Rio de Janeiro. Vit vóru
142 dagar um ferðina. Vit
rendu okkum beint í eina av
teimum ikki sjáldsomu suður
amerikansku kollveltingun
um. Vit vórðu tó bjargaðir av
amerikanskum herskipi, sum
fekk okkum út aftur.«
Undir 1. heimsbardaga
var sera trupult at útvega
Føroyum neyðsynjarvørur.
Einaferð Knút Lützen var
heima og ferðaðist, heitti
formaðurin í Føroya Keyp
mannafelag á Knút um at
royna at útvega Føroyum ein
farm av matvørum úr USA,
har Knút tá hevði búleikast
í nøkur ár.
Jú, Knút eftirlíkaði. "Her
bert May" var skipið, sum
hann leigaði til at føra mat
vørurnar úr Amerika heim
til Føroya. Ferðin gjørdist
sera tvørlig og drúgv.
Ein part av hendingaríku
ferðini hjá "Herbert May" eru
teir í Halifax. Júst tá hendir
henda ræðuliga vanlukkan
í 1917, táið eitt franskt farma
skip lastað við lóður rendi
saman við eitt norskt skip.
Hetta gjørdist ein øgiligur
brestur, sum kostaði 2.000
fólkum lívið umframt nógv
særd.
Knút greiðir sera livandi
frá hesi hending. Í tvey
samdøgur var hann við í
hjálpararbeiðnum.
Fyrst
og fremst við at bjarga
skaddum út úr dungunum av
niðurraplaðum húsum, men
eisini við at savna saman tey
deyðu, sum í mongum førum
vóru pettað sundur. Knút
tekur soleiðis til um fyrsta
dagin av hjálpiarbeiðnum:
»Hetta hevði verið ein
ótýdligur dagur og ræðulig
mong sjónin, høvdu vit sæð.
Fólk við ongum armum,
ongum
beinum,
kroppar
púra sundurkroystir, leysir
limir sløddir um dungarnar.
Skríggj
og
neyðarróp
ljóðaðu
tær
í
oyrunum,
enn meðan tú vart komin í
koyggjuna og royndi at sova
einar tveir tímar.«
Um annan dagin í hjálpi
arbeiðnum
skrivar
Knút
millum annað:
»Eg stóð við eina slisku og
legði líkini í, hevði eftirstjóra
á teimum. Meginparturin
var menn, nakrar kvinnur,
fá børn. Ikki var hetta tespi
ligt arbeiði, kroppar við
ongum limum, kroppar í
sorli, kroppar, hvør trevil
var skræddur av. Tá íð beint
var fyri øllum kroppum, lá
rúgva av hondum, fingrum,
beinum, og tvey høvd eftir.
Ein stór tunna varð fingin
til vegar og alt hetta skuplað
upp í hana. Hon varð so sett
á eina kerru og førd út á
kirkjugarðin.
Eitt tað mest syndarliga
var, tá íð tey, ið varðaðu
av, komu at sóknast eftir
onkrum, tey saknaðu. Møður
og børn, heilt frá sær sjálvum
av sorg, skoðaðu líkini. Og
um tey so høvdu sæð tey øll
og høvdu ikki funnið mannin
ella pápan ella hvønn tað
kundi vera, so kundu tey ikki
gevast, men byrjaðu sína
døpru gransking aftur av
nýggjum.«
Tað hevur verið hildið,
at ein føroyingur Óla Jákup
Eliasen úr Fuglafirði, sum
var búsettur í Halifax, doyði
í hesum brestinum. Men
hetta kann ikki staðfestast
við vissu, tí hann er ikki á tí
almenna listanum yvir tey,
sum doyðu í hesi vanlukku.
Men hann er í hvussu
skrivaður
deyður
stutt
aftaná. Hetta kann hava
verið ein seinkað staðfesting
av tí, sum hendi.
Fór at gera bomm
Í
1919
kom
Knút
heim
aftur at búgva og fór undir
fyrireikingar at stovna bomm
virki. Tá maskinur, og tað
sum hartil hoyrdi, varð sett
upp í gomlu fabrikkini hjá
Østrøm úti í Rættará, kundi
bommvirkið “Knud Lützens
Bolchefabrik” í 1921 fara
undir at framleða søtmeti. Í
1931 broytti virkið navnið til
Sukurvøruhúsið.
Knút giftist 5. mai 1920 við
donsku Metu Lauritsen, fødd
í Vejle.
Í 1919 fór Meta saman við
Rigmor Lützen at arbeiða
sum tannteknari. Í 1921 gavst
Meta, meðan Rigmor helt
áfram. Meta byrjaði aftur
at arbeiða í 1934 í egnum
húsi á Landavegnum. Hon
starvaðist fram til 1970.
Hini børnini hjá Knud
og Metu vóru: Esther f.
1920, Grethe f. 1923, gjørdist
nunna við navninum systir
Johanna, Gudrun f. 1924, Erik
f. 1925, Tove f. 1930, Jacob f.
1931 og Knud f. 1935.
Foreldrini hjá Knút vóru
Jetta og Jacob Lützen, sum
verða umrødd seinni.
Aage Lützen:
Doyði 16 ára gamal sum skótaleiðari
Tað er altíð syrgiligt, tá ið ungfólk doyggja. Hóast tað eru meira enn 70 ár síðani Aage Lützen
doyði blaðungur, er tað við sorgblídni at hugsað verður um teir møguleikar hann kundi havt
AAGE
LÜTZEN
F. 9.1 1922
D. 17.8 1938
Aage sum konfirmantur.
Mynd frá fornminnissavninum
Knút Lützen (1891-1947)
pápi Aage, teknaður av
William Heinesen
Meta, (1897-1979)
mamma Aage
»Herberth May,«
teknaður av
William Heinesen
Í komandi parti verður
greitt frá Peter á Lavas
Familiegravsted
Bommvirkið hjá Knút Lützen fremst á myndini