fríggjadagur 14. mai 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
Sosialurin
Ítróttur
Ólavur Øre Hansen
Runavíkingar hava hánirættin á
eystara armi á Skálafjørðinum. Hetta
varð staðfest við einum greiðum
0-3 sigri í grannauppgerðini móti
B68 á Svangaskarði mikukvøldið.
Sig urin hjá NSÍ sum er tann triði
á rað, hevur samstundis við sær at
runa víkingar fara fram um B68 á
stiga talvuni.
Meðan runavíkingar frøast um
greiða sigurin í grannauppgerðini,
so kunnu toftamenn bert hyggja at
egnum avrikum mikukvøldið, sum
als ikki vóru nøkandi. Har var ov lítil
stríðsvilji og hugflog í spælinum hjá
B68. Somuleiðis gjørdu toftamenn
alt ov nógv mistøk, sum kostaðu
teimum dýrt.
Mistak gav NSÍ leiðsluna
Fyrri hálvleikur var javnur. Hvørki
av liðunum megnaði at fáa yvir-
takið á miðvøllinum, og nógvi
vind urin gjørdi tað ikki lætt ari
hjá leikarunum. Av tí sama varð
talan ofta um rótut spæl hjá báð-
um pørtum, og av tí sama komu
kjans irnir ofta av tilvild. Tíðliga
í dystinum hevði Pól Jóhannus
Justin ussen ein góðan kjans, sum
Gango í NSÍ málinum tók sær av.
Seinri hevði Klæmint Olsen ein
stút ara, men bólturin brast í stong-
ina.
Runavíkingar høvdu vindin í
ryggin í fyrra hálvleiki, og hevði
tað við sær at deyðbóltar blivu
sera vandamiklir. Og var tað eftir
júst eitt hornaspark stutt undan
hálv leiks teðginum, at NSÍ legði seg
á odda, tá B68 málverjin ikki fekk
bóltin burtur av vandaleið, og so
var laga manni hjá Christian Høgna,
sum hevði føðingardag mikudagin,
at takka fyri (føðingardags)gávuna,
og skumpa bóltin síðsta strekkið
inn um strikuna.
NSÍ væl betri eftir steðgin
Eftir steðgin skuldu runavíkingar
spæla móti vindinum, og tað klár-
aðu teir til fulnar. NSÍ var spæl-
stýrandi í stórum parti at seinra
hálvleiki, meðan toftamenn høvdu
trupult við at fáa fatur á bólt-
inum. Leikliga yvirtakið hjá runa-
víkingum gav úrslit 10 minuttir
eftir hálvleiksteðgin. Eftir skjótt
og gott samanspæl, fekk Klæmint
Olsen bóltin, og royndi seg við
skoti, har bólturin umvegis ein
tofta mann fann leiðina í málið.
Stutt eftir at NSÍ hevði lagt seg á
odda 0-2, køvdi Christian Høgni
alla vón hjá toftamonnum, tá hann
skor aði til 0-3.
Eftir at vera komnir á odda
0-3, settu runavíkingar á »cruise
control«, og høvdu fult tamarhald
á toftamonnunum. Tað gjørdi ikki
støðuna hjá B68 betri, at Óli Olsen
var vístur av vøllinum tá tað rest-
aðu 20 minuttir. Tað komu ikki fleiri
mál í dystinum, sum NSÍ sostatt
vann 0-3.
Úrslitið gevur ábendingar um
ein greiðan sigur til runavíkingar,
og tað var tað eisini. Toftamenn
høvdu lítið og einki at bjoða á
Svanga skarði mikukvøldið. Tí var
tað fult uppiborið at NSÍ vann
granna upp gerðina. Við sigrinum
á B68 fóru runavíkingar fram um
tofta menn á stigatalvuni.
post@sosialurin.fo
NSÍ liðskiparin, Chritsian Høgni Jacobsen, er ikki til at steðga í løtuni
Mynd: Hilmar Jan Hansen
NSÍ vann
sannførandi
vodafonedeildin Dysturin millum B68 og NSÍ gjørdist als
ikki ein spennandi og tøtt grannauppgerð. NSÍ var klárt betra
liðið, og vann ein sannførandi 0-3, í einum dysti har Christian
Høgni Jacobsen enn einaferð vísti hvør dugur er í honum
B68
0
NSÍ
3
Christian
Høgni Jacobsen:
Ein góð
føðingar
dagsgáva
Christian Høgni Jacobsen hevði
føðingardag mikudagin, og tað var
ein fegin tvífaldur málskjúttu, sum
sosialurin fekk orðið á eftir dystin.
– At vinna á grannunum úr B68, var
ein sera góð føðingardagsgáva, sigur
Christian Høgni.
– Tað var sera trupult at spæla
fótbólt í dag, tí tað var so nógvur
vindur. Hóat truplu umstøðurnar,
so vóru vik klárt betra liðið, og
komu fram til fleiri góðar kjansir.
Tískil er tað fult uppiborið at vit
vunnu dystin, sigur Christian Høgni
Jacobsen.
Sigurin á B68 var triði sigurin á
rað hjá NSÍ, og sæst tað aftur á
stigatalvuni, har runavíkingar eru
farnir frá aftasta plássi, og liggja nú
á fimta plássi, við 10 stigum.
Egil á Bø:
Ótrúliga umráðandi sigur
– Vit skuldu vinna hendan dystin, segði ein fegin, men avgjørdur Egil á Bø eftir
dystin, tá Sosialurin fekk orðið á hann. Spælið var ikki tað besta, og Egil á Bø
metir at sundalagsmenn spældu sín vánaligasta dyst higartil, men menn vóru
fokuseraðir uppá at fáa sigurin í hús, og tað eydnaðist. Spurdur um hvat sigurin
á AB hevur at týða fyri sundalagsmenn, sigur Egil, at tað alt at siga, tað gevur
sjálvsálit, og trúnnu uppá at vit nokk skulu koma sterkt aftur, eftir eina vánaliga
byrjan uppá kappingarárið.
Ólavur Øre Hansen
Av tí sama gjørdist talan um
ein dyst, sum var merktur av
nervum og ósamanhangandi
spæli, men líka leggja sunda-
lags menn í. Teir vunnu 2-1, og
tað er tað sum telur
Tað er eingin ivi um at
sunda lagsmenn eru fegnir um
sigurin á AB, sum hevur við
sær at EB/Streymur vann sín
fyrsta dyst síðani teir bastu FC
Suðuroy í triðja umfari.
Hjá argjamonnum er støðan
alt annað enn góð. Eitt er at AB
liggur á aftasta plássi, men tað
sum verri er, er hvussu teir
skulu koma burtur úr ringu
støð uni. Ikki tí, teir royndu og
strídd ust fyri hvørjum bólti,
men tað var bara ikki nokk.
Rótut spæl
Tað var týðiligt at síggja, hvussu
stóran týdning dysturin hevði
fyri bæði liðini. Líti saman-
hangandið spæl, nógvar feil-
sendingar, og nógvir steðgir í
spæl inum, gjørdu sítt til at
hvørki av liðunum orduliga
fekk gongd á egið spæl.
Eftir eina slaka byrjan, fingu
gestirnir
brotspark
burtur,
tá ein EB/Streyma leikari tók
bóltin við hondini. Edvard Ble
var tryggur frá ellivu metrum
og legði AB á odda.
Sum fyrri hávleikur leið
tóku vertirnir meira og meira
yvir, og vóru sera nær við at
javna, men argjamenn bjarg-
aðu á strikuni tvær ferðir í
sama álopi.
Men tá fyrri hálvleikur var
gott og væl hálvliðin bragdaði
hjá EB/Streymi. Santos, sum
var eygsýndur í fyrra hálvleiki,
spældi banda við Sorin, og fekk
prika bóltin fram við Tórur í AB
málinum. Eitt væl gjøgnumført
álop. Fleiri mál komu ikki í
fyrra hálvleiki, sjálvt um EB/
Streymur hevði onkran kjans.
Gert Hansen avgjørdi
Dystargongdin var tann sama
í seinra hálvleiki. Millum lítið
og onki samanhangandi spæl,
tó at vertirnir høvdu takið á
dystinum. AB royndi at verja,
og spældi nógv við longum
sendingum upp móti Stig-Roar
Søbstad, men har kom ov lítið
burtur úr.
Sundalagsmenn
royndu
at leggja eitt ávíst trýst á, og
komu fram til nakrar kjans ir,
men sum so ofta fyrr í hes-
um kappingarárinum, so var
ov lítið bit í EB/Streyma álop-
inum.
Tá 70 minuttir vóru leiktir,
fekk EB/Streymur forloysandi
málið. Vertirnir senda bóltin
inn í AB brotsteigin, har
Aristide stútar bóltin burtur,
men beint til Gert Hansen,
sum takk aði fyri tilboðið við at
smekka bóltin í kassan til 2-1.
Eftir at vera komnir á odda
strýrdu sundalagsmenn spæl-
inum, og tað gjørdi ikki støðuna
betur hjá AB at Tórur Thomsen
varð rikin av vøllinum fyri
at hava brúkt seg móti dóm-
ar anum. Hóast teir vóru 10
móti 11, so var sera nær við at
AB fekk javnað í síðstu løtu,
tá Stig-Roar fekk ein góðan
kjans, men sundalagsmenn
fingu vart fyri, og sluppu við
skrekk inum.
Samanumtikið so høvdu
sunda lagsmenn munin, og var
tað tí uppiborið at teir vunnu
dystin, meðan AB enn einaferð
fór av vøllinum við ongum, og
tað er ikki ein gongd leið, um
teir ætla at vera verandi í Voda-
fonedeildini.
post@sosialurin.fo
EB/Streymur
vann botndytin
vodafonedeildin Týdningurin á
dystunum var alstórur fyri bæði liðini
EB/Streymur 2
AB
1