Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 42 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Byrjanin hjá B36 hetta kapp ing­ ar árið er meinlík henni í fjør, tá árstalsfelagið í Havn streyk av­ stað fyrstu umførini, men síðani full kom uliga steðgaði upp. Hóast hóp urin í ár sær nógv sterkari út, er veikleikin akkurát tann sami: Ov lítið bit í har frammi. Tað varð skorið út í papp í gjár, tá Víkingur vitjaði. Longu í øðrum minutti hjálpti sløsut verjuspæl teimum ljósabláu í gongd, tá Johan Ellingsgaard spældi Sam Jacobsen púra leysan, so hann lættliga kundi skora til 1­0. Ein sjokkbyrjan hjá vert unum og tilsvarandi dreyma­ byrjan hjá gestunum. Annars hevði Víkingur fult tamar hald á øllum fyrstu trý kort­ erini. Ta einu ferðina fekk Christian R. Mouritsen tveitt seg fram og skallað bóltin í fangið á Geza Turi, men annars var einki – púrt einki! Víkingur vann fyrst og fremst spælið á miðvøllinum, og tær ferð ir­ nar farið varð í álop, gekk tað skjótt fyri seg, men uttan at stórvegis møgu leikar tó spurdust burturúr. B36 hevði bóltin nógv, men skapti einki, og tí nýttist heldur ikki teim­ um í Víkingi at spíla seg meira út enn neyðugt. Dysturin livnaði Eftir steðgin var tað uppaftur meira Víkingur, ið setti seg á dystin. B36 smokkaði bara meira og meira, með an Víkingur søkti at og skapti kjansir, ið kundu havt avgjørt dyst in, áðrenn tað nakrantíð bleiv spenn andi. Eitt gott korter var farið, tá gest­ irnir fingu eitt bíligt brotsspark, ið Súni Olsen trygt setti í netið, men næstu 10 minuttirnar kundi Vík­ ingur havt økt til bæði 3­0 og 4­0. Ein av yngru spælarunum, Kaj Leo í Bartalsstovu, kom til góða skot­ støðu, og tað sama gjørdi Súni, tá hann fekk beina kós ímóti mál­ inum, men ikki avsluttaði nóg væl, so Meinhardt Joensen í B36­mál­ inum kundi sláa bóltin út til horna­ spark. So hendi brádliga tað, ið gav dystinum lív og andadrátt. Eftir eitt horna spark fekk Meinhardt fatur á bóltinum og sendi hann fram í vinstru síðu, har Bárður J. Hansen á bakkinum royndi at toyggja seg, men ikki rakk. Í staðin rann Hjalgrím Elttør avstað og sendi so innfyri til innskifta Heina Eysturoy, ið mitt fyri málinum var ósvikaliga tryggur og minkaði um munin. Ov seint hjá B36 Nú var eitt korter eftir, og langt um leingi tóktist B36­liðið hava skilt, at her mátti arbeiðast meira fyri sakini. Tað skuldi bara vísa seg at vera ov seint, og fleiri mál fullu ikki. Eitt sindur av roki stóðst av fleiri støðum, og serliga í tí eina før­ inum vóru tvey hermót í senn, har menn lógu og ilt var at taka dagar ímillum, hvør hevði gjørt hvat. Skammiligt, tí einki av tí hevði nak­ að við fótbólt at gera. Hvørki dóm­ ari ella linjudómari sóu, hvat hendi, og tí fekk einki av hesum heldur avleiðingar. B36 tveitti alsamt meira fólk fram og trýsti av øllum alvi. Eitt nú var serbiski miðverjin, Dmitrije Jankovic, líka við ta einu ferðina, men Geza Turi bjargaði meistarliga, um framt at hann meiri enn ta einu ferð ina syrgdi fyri, at B36 ikki fekk bólt in í málið og tí heldur einki stig fekk. Tað hevði B36 neyvan heldur uppi borið, tí í 75 minuttir var liðið stein deytt og vísti einki. Fleiri heftu seg við, at B36 skuldi havt fing ið eitt brotsspark, men tað kom ikki, og eftir stóð, at Víkingur hevði nógv meira yvirskot og størri evni at skapa nakað. Tí var tað fult uppi­ borið, at gestirnir fóru avstað við øll um trimum stigunum. hilmarjan@sosialurin.fo Víkingur stýrdi B36 1 Víkingur 2 vodafonedeildin Burtursæð frá síðsta langa korterinum, tá B36 satsaði alt, var tað Víkingur, ið stýrdi gongdini í Gundadali í gjár. Sigurin hjá gøtumonnum og leirvíkingum var fult uppiborin, men Geza Turi átti lívið í teimum í yvirtíðini Uni Holm Johannesen Tað var heldur ikki sannførandi hesaferð. Men HB er nú sann­ førandi á oddasessinum. Kappingarárið hjá verandi føroyameistarunum hevur ver­ ið undarligt higartil. HB hevur framvegis ikki vunnið greitt á einum mótstøðuliði í hes­ um kappingarárinum, hóast høvuðsstaðarfelagið legði sjógv millum seg og grann ar nar í oddastríðnum í gjár. Fimm stig skilja liðini, nú sjey lands kapp­ ingardystir eru av greiddir. Heppið mál HB hevur helst altíð havt egin­ leikar, sum hini liðini sjáldan hava. Liðið vinnur flestu dyst­ irnar, hóast spælið ikki gongur serliga væl. Felagið er eyðkent fyri sín vinnara ment alitet, og HB er uttan iva greið asta før­ oyska dømi um, hvussu langt tú kann røkka, um tú stríðist fyri tí. Hendrik Rubeksen stóð fyri sigursmálinum hjá HB í gjár. Hann var fyrstur á bóltinum, sum brádliga stakk leysur inni í brotsteiginum, tí heimaliðið var ikki serliga ansið. HB er tonnina framman fyri hini. Hendrik Rubeksen hevur seinastu árini válað aftur og fram millum fleiri feløg, og hann er nú aftur at síggja í troyggjuni hjá HB. Framherjin hevur higartil í hesum kapp­ ingarárinum staðið í skugg­ anum av Andrew av Fløtum. Í gjár var Rubeksen í byrj­ unar uppstillingini, og hann takk aði fyri álitið. Hann var inn skiftur móti NSÍ fyri tveim­ um vikum síðan og javnaði, og nú byrjaði hann inni og stóð fyri sigursmálinum. Fer nakar at hótta? Kavin hevur sjáldan darvað fyri reikingunum hjá føroysku fót bóltsliðunum sum í ár. Fleiri venjingar og venjingardystir eru avlýstir, og tað hevur sett sína greiða dám á fyrstu um­ førini. Nú er liðini um at spæla upp til sítt besta. Við fyrstu sjey dystunum í huganum, kann HB vísa nógv meira. Spurn ingurin er tí, um Kristján Gud munds son, venjari, fær tað besta úr einstaka leikarunum. Liðið hevur higartil verið lítil sann førandi, men vunnið eina rúgvu av stigum. Eydnaðst tað hjá venjaranum, so er tað eingin, sum fer at hótta verandi føroya meistararnar. HB mátti stríðast vodafonedeildin HB vann við bit og slit á útivølli móti B71. Men allir sigrar geva trý stig í skjáttuna, og nú eru føroyameistararnir á oddasessinum B71 0 HB 1 Súni Olsen, sum her er líka við at økja fyri Víking, leikti ein góðan dyst sum spælfordeilari á miðjuni Mynd: Hilmar Jan Hansen Nú er liðið um at spæla upp til sítt besta, og eydnast venjaranum at fáa tað besta úr spælaranum, so er eingin ið fer at hótta føroyameistararnar