Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 Sosialurin Ítróttur Martin Tausen og hinir í FC Suðuroy fingu einki frá Nenad Saric og ÍF Mynd: Álvur Haraldsen skrivari Fyribils kunnu fuglfirðingar leggja niðurflytingarprát á hillina, aftaná tvey góð avrik farnu vikuna, fyrst ímóti AB á útivølli sunnudagin, og síðani ímóti FC Suðuroy á heima­ vølli ígjár. Í fyrra hálvleiki vóru møguleikar til bæði liðini. Tá eitt stórt korter var farið skeyt Obi Charles eitt langskot, sum smeyg sær beint við síðunnar av stongini. Løtu seinni stútaði Kaj Ennigarð ÍF framum, tá hann beindi eitt frí­ spark frá Karl Løkin í málið. Karl sjálvur, Andy Olsen og Dánjal á Lakjuni høvdu møguleikar at økja um leiðsluna áðrenn steðgin. Í hin­ um endanum hevði Jákup Mikk­ elsen nakrar fepurbjargingar, tá FC Suðuroy hevði ein duppultan mál­ møguleika. Ì fyrra hálvleiki fangaði miðvøllurin hjá ÍF fleiri bóltar, og fingu teir soleiðis í fleiri førum byrgt fyri FC Suðuroy álopum. Ein strika í rokningini var tó, at lið­ skiparin hjá ÍF, Poul Ennigarð mátti av vølli, tá 40 minuttir vóru farnir, tí hann hevði beglað. Nógvir málmøguleikar Tað vóru nógvir málmøguleikar í seinna hálvleiki, har ÍF átti heldur fleiri av teimum. Tað var tó bert ÍF, sum fekk úrtøku í seinna hálv­ leiki. Tá 69 minuttir vóru farnir høvdu Fritleif í Lambanum, Áki Petersen og Øssur Dalbúð eitt fram úr skarandi samanspæl, sum end aði við, at Øssur spældi Nenad Saric leysan, og megnaði serbin at skjóta bóltin fram við Stanislav Kuzma í FC Suðuroy málinum til 2­0. Seinastu løtuna spenti FC Suð­ uroy veruliga álopsbogan fyri at koma aftur í dystin, og hetta gav mál møguleikar í báðum endum. Nenad Saric meddaði eitt skot á yvir leggj aran hjá FC Suðuroy ímóti dystarenda, og í yvirtíðini megnaði Kaj Ennigarð at rudda eina atsókn hjá Obi Charles burtur á sjálvari málstrikuni. Góður dystur Poul Ennigarð hjá ÌF helt, at talan var um ein góðan dyst, men hann var ivaleysur í, at sigurin hjá ÍF var fult uppiborin. – Vit høvdu nógvar málmøguleikar, og eg haldi eis ini, at vit spældu betur enn FC Suðuroy. Teir høvdu sjálvandi eis ini vandamiklar málmøguleikar, men eg haldi, at vit høvdu fleiri mál­ møgu leikar, segði Poul Ennigarð aftaná dystin. Liðskiparin hjá ÍF, sum mátti út, tí hann beglaði veit ikki við vissu at siga, um hann verður klárur til dystin ímóti HB sunnu dagin. Henning Joensen hjá FC Suðuroy helt eisini, at talan var um ein góðan dyst. Men hann er ikki samdur við Poul Ennigarð, at ÍF var betur leikliga enn FC Suðuroy. – Bæði liðini royndu veruliga at gera sítt besta. Sjálvur haldi eg, at fyrri hálvleikur var øðiliga javnur, men í seinna hálvleiki eru vit í fleiri tíðar­ skeiðum væl betur, og tað hevði als ikki verið óuppiborið, um vit vóru omaná, ella høvdu fingið javnleik, segði Henning Joensen aftaná dystin. Tey køldu fakta'ini eru tó samd við Poul Ennigarð. Tvey mál og trý stig til ÍF, og einki hjá FC Suðuroy at taka við sær umborð á Smyril. Dusinið er fult hjá ÍF vodafonedeildin Tað hevur gingið væl hjá ÍF hesa vikuna, har teir hava fingið fult í tveimum dystum, og nú veruliga eru har, sum tað er stuttligt at verða ÍF 2 FC Suðuroy 0 HB rennur skjótari enn hini upptakt 8. umfar Um spenningurin ikki skal verða minkaður heilt nógv, tá ið fyrsti triðingurin av kappingini verður liðugur, so er tað neyðugt, at fuglfirðingar og B36 fáa bilbukt við meistarunum Jonhard Hammer Í 7. umfari gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt fleiri tær seinastu ferðirnar: HB vann tepran sigur, og millum tey, sum renna aftan á meistaraliðnum, vóru tað fleiri, sum kiksaðu. Sunnudagin verður 8. um­ far á skránni, og tá ið 9. umfar verður avgreitt 2. hvítu sunnu­ dag, sum er annan mánadag, verður fyrsti triðingurin av 2010 kappingini avgreiddur. HB er fimm stig framm an­ fyri tey næstu. Sigrarnir hava ikki verið so sannførandi, men tað hevur givið fulla úrtøku, tá ið HB fimm tær seinastu ferð­ irnar er farið av vøllinum við sigrum upp á eitt mál. Sunnudagin fer meistara­ liðið at vitja í Fuglafirði, og 2. hvítusunnudag verður granna­ uppgerð í Gundadali millum HB og B36. Um spenningurin um FM heitið ikki skal minka heilt nógv longu tíðliga í summar, so er tað neyðugt, at ÍF og B36 gera nakað við oddaliðið. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur ÍF vunnið 2­0 – á Argj­ um og á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Eingin ivi er um, at ÍF fer at standa seg í kapp­ ingini í ár. Sunnudagin fæst at síggja, um fuglfirðingar fara at megna nakað ímóti meist­ ara maskinuni úr høvuðs stað­ num. B36 heilkiksaði ímóti Vík­ ingi. Vinstri vongverjin tykist vera ein av stóru trupul leik­ unum. Símun Joensen spældi har í fýra teimum fyrstu um­ førunum. Nú hann er skadd ur, leitar Sigfríður Clem ent sen eftir nýggjari loysn. Sunnu­ dagin var Bárður Olsen á vong­ verj anum í 1. hálv leiki. Bárð ur restaði tískil á mið vøll inum, har hann gjørdi nyttu í 2. hálv­ leiki. Sunnudagin fær B36 aftur vitjan úr Eysturoy. Hesa ferð verður tað NSÍ, sum við trimum sigrum í eina viku, hevur víst, hvussu skjótt alt kann enda­ vendast. Serliga trivaligur var NSÍ sigurin mikukvøldið á Svanga skarði ímóti B68, sum tvær tær seinastu ferðirnar hev ur tapt við íalt sjey málum! Sunnu dagin fáa toftamenn vitjan av botnliðnum AB, sum fer at hava Heðin Stenberg í málinum, eftir at Tórður Thomsen varð rikin av vøll­ inum í Streymnesi. Við sigrinum á AB slapp EB/Streymur burtur av niður­ flytingarplássinum. Saman við AB er B71 undir strikuni. B71 hevur higartil bara vunnið eina ferð á heimavølli. Tvær ferð ir eru gestirnir farnar av Sandi við øllum – B36 3­0 og HB 1­0. Sunnudagin fer EB/ Streymur suður til Sands. Fyri ván irnar hjá B71 at standa seg í bestu deildini hava avrikini og úrslitini á heimavølli nógv at siga. Í gjár var avrikið ímóti HB gott, men úrtøkan var eingin. Fyri vánirnar hjá FC Suðuroy at standa seg í bestu deildini hava avrikini á Eiðinum í Vági nógv at siga. Higartil hevur úrtøkan á heimavølli verið fimm stig í trimum dystum. Av bjóðingin hesa ferð er stór. Við kærkomna sigrinum á úti­ vølli ímóti B36 í viðførinum koma víkingarnir suður við stór um sjálvsáliti. Hjá Víkingi er luturin tann sami, sum hann er tað hjá ÍF og B36. Um tað ikki eydnast at fáa úrtøku, so er vandi fyri, at HB í uppaftur størri mun fer at sigla sín egna sjógv. Serliga spennandi verður tað, um ÍF í tí, sum mest líkist topp dysti, hesa ferð fer at megna at knógva HB, sum higar til hevur víst seg at renna væl skjótari enn øll hini.