Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 14. mai 2010 9 VIKUSKIFTI Tað er betur at verða ólukkuligur einsamallur enn ólukkuligur saman við onkrum. Marilyn Monroe sjónleikari 10 tIng um Nick Clegg Leiðarin hjá teimum LiberaLu demokratunum í Bretlandi er kringur í máli, men hann er fLóvur um ein tiLburð í týsklandi, tá hann var 16 ára gamal MiðLarnir og Eg lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Nicholas William Peter Clegg er 43 ára gamal og varð í Chalfont St. Giles í Buckinghamshire. Fyrsti politiski sigurin var í 1999, og í 2005 varð hann valdur í parlamentið. Síðani 2007 hevur hann leitt Liberalu Demokratarnar. Clegg hevur gingið á Cambridge universi- tetinum, og seinni læs hann á University of Minnesota í USA. Ein langomma hansara er ættað úr Russlandi, haðani hon flýddi undan bolsjevikkunum undir kollveltingini í 1917. Mamma Clegg er ættað úr Hollandi. Hon hitti pápa hansara á eini vitjan í Onglandi í 1956. Clegg dugir fleiri mál – hann tosar enskt, niðurlendskt, franskt, týskt og spanskt. Í 2000 giftist Clegg við Miriam González Durántez, sum er ættað úr Spania, og tey eiga tríggjar synir. – tað, sum hevur størstan týdning í mínum lívi, er mínir tríggir synir, sigur Clegg. Børnini hava fingið uppvøkstur sum katolikkar, sum mamman eisini er. Clegg hevur sagt, at hann trýr ikki á Gud. Tá Clegg var 16 ára gamal var hann skiftis- næmingur í Týsklandi. Tá varð hann revsaður við samfelagstænastu, tí hann brendi eitt savn av kaktus hjá einum professara. Seinni hevur Clegg sagt, at tað er nakað, sum er flóvur av at hava gjørt. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Mítt blað / dag- og VIKUblað Eg keypi ikki dagbløðini longur, lesi øll tíðindi á alnótini. Vikublaðið, ið vanligani verður keypt er Femina. Mín heIMasíða Heimasíðan, ið verður vitjað hvønn dag og fleiri ferðir um dagin er portal.fo Mín tónleIKUr Eagles eru altíð góðir Mítt sosIala netVerK Facebook er eitt sera sterkt netverk, ið eg nýti oftani. Tað er lætt at koma í samband við fólk. Td. nú vit sita og planleggja eina floksveitslu. Nógvar av floksfeløgunum misti man sambandi við, tá ið tey fluttu av landinum í lestrarørindum. Við Facebook hava vit fingið fætur á teimum flestu uttan nakað hóvasták Mín dVd um tað skal verða ein hugnaligur og romantiskur filmur, so er Pretty Woman altíð góður. men um tað skal verða ein filmur sum hevur eitt sindur meira innihald í, so er En verden udenfor ein fantastiska góður filmur. Mítt MagasIn Eitt magasin, ið verður keypt hvønn mánaða er Boligliv Mín sjónVarpsrøð Forbrydelsen var ein sera góð sjónvarpsrøð Mín bóK Bókin, ið liggur á náttborðinum í løtuni eitur Kvindernes krig eftir Anne-Cathrine Riebnitzsky. Ein sera áhugaverd bók, ið er skrivað av einum kvinnuligum donskum officeri, ið hevur verið niðri í Helmand í 14 mánaðir, har hon møtir teimum undirtryktu afgansku kvinnunum, ið hon ið loyndum byrjar at arbeiða saman við Mítt útVarp Tá ið eg lurti eftir útvarpi, er tað Fm102.0 Mín telefon mín fartelefon er ein I-phone hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá? At hyggja eftir Degi og viku og síggja »Nýggjheitir«, ið man sum oftast hevur sæð og hoyrt dagin fyri í øllum hinum miðlunum, sum sum oftast klára at fortelja tíðindi, uttan fleiri teknisk brek uppá 15 min. hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM? Eitt sum er rættuligani irriterandi er, at miðlarnir oftani hava eina stóra og áhugaverda yvirskrift. Tá ið evnið so verður viðgjørt, so er tað sum oftast rættuligani yvirfladiskt viðgjørt. Tað verður oftani ikki farið í djúpdina av evninum og fylgt upp aftur. hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM? Kundi gott hugsa mær, at tað var eitt sindur meira av føroyskum dokumentari. brendi kaktussavn hjá professara lInda KøllesKoV HyGGUR EFTIR PRETTy WOMAN OG LESUR UM AFGANSKAR KvINNUR.