Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Óli Samró er ikki eitt ókent navn í Fuglafirði í vinnu­ ligum høpi. Fyri meiri enn hálvum øðrum ári síðan hevði hann fyrilestrarrøð í Mentanarhúsinum í Fugla­ firði um uppi sjóvar vinnu tey næstu 10 árini. Hann er ein maður, sum hevur fingurin á »pulsinum« og hevur fylgt væl við gongdini innan hesa vinnu kring um heimin. Í síni fyrilestrarrøð segði Óli Samró, at uppi sjóvar­ vinnan í Føroyum stend­ ur yvirfyri týðandi av­ bjóð ingum – ikki minst, tí landafrøðiliga plaseringin av Føroyum gevur okkum møgu leikar at gerast ein pelagiskur miðdepil í Norð­ ur atlantshavi. – Men skal hetta lata seg gera, verður neyðugt við miðvísum íløgum og stra tegiskum viðspæli frá eitt nú kommunum, segði búskaparfrøðingurin. Ítøkiligt arbeiði Samstarvið millum Farec International og Fuglafjarðar kommunu, sum formelt byrj­ aði í fjør heyst við sam tykt í býráðnum um at brúka konsulenthjálp, hevur nú við nýggjum samtyktum í vár ført til, at Óli Samró í dag fer til Japans og ávegis heimaftur eisini til Kina at leita eftir íleggjarum til eitt virki í Fuglafirði, sum skal virka uppisjóvarfisk til matna. Sigurd Simonsen, borg ar­ stjóri í Fuglafjarðar komm­ unu, sigur, at hetta er ikki fyrsta ferðin hjá Óla Sam ró fyri kommununa í út land­ inum. – Herfyri var hann á stóru fiskivinnu­ og mat­ vøru fram sýn ingini í Brússel, og hann hevur eisini verið í eitt nú Hálandi, Skot landi og Noregi. Borgarstjórin sigur, at tá Óli Samró kemur heimaftur av ferðini eystanfyri, er ætl­ anin at venda sær til før­ oyskar íleggjarar við verk­ ætlanini í Fuglafirði. – Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvussu útlitini eru, men eg haldi, at grundarlag skuldi verið fyri at skapt áhuga fyri hesi verkætlan, bæði úti og heima. Vit eru nú í hesum partinum av tilgongdini, har leitað verður eftir íleggjarum, og vit vænta, at okkurt meiri ítøkiligt verður at frætta seinni í hesum mánaðinum. Sigurd Simonsen sigur, at øskan úr Íslandi eisini hev ur tarnað tí arbeiði, sum Farec Internartional ger uttan lands. Óregluliga flog­ ferðslan kemur soleiðis at gera tilgongdina eitt sindur longri enn ætlað. – Samtyktin í kommununi sigur, at Óli Samró og Farec Interational soleiðis kunnu arbeiða fyri kommununa fram til heystar. Tað eru teir, sum hava gjørt pro spekt ið yvir havnalagið og møgu­ leik arnar við einum nýggj­ um uppi sjóvar virki, og tí helt komm unan tað vera náttúr­ ligt, at hetta arbeiði heldur fram. Hetta er soleiðis næsta »runda« í hesum arbeiði, sigur borgarstjórin. Stórar ætlanir Fuglafjarðar kommuna dyl­ ir ikki fyri, at hon ynskir at gerast ein týðandi stra teg­ iskur viðspælari, sum kann viðvirka til, at Fugla fjarð ar havn gerst ein al tjóða mari­ timur depil fyri móttøku, framleiðslu og tænastu veit­ ingum til allar sjóvinnur. Kommunan ásannar, at skal hon standa seg í kapp ingini um tilfeingið úr havinum, er neyðugt at gera karmarnar fyri íløg um í økinum enn meiri attrak­ tivar. – Sum er, kunnu skip ikki landa uppisjóvarfisk til matna í Fuglafirði, tó at ein munandi og alsamt vaks andi partur av hesum fiski, sum verður veiddur í Norður­ atlants havi, fer til matna. Tí hava vit eisini gjørt av at bjóða út øki til eitt slíkt virki á økinum hjá Fugla­ fjarðar havn, sigur Sigurd Simonsen. Tað var hin 24. september Leitar eftir íleggjar VIRKISÆTLAN Ætlandi fer Óli Samró, búskaparfrøðingur, sum eigur fyritøkuna Farec International, til Japans í dag og síðan til Kina, har hann skal tosa við møguligar íleggjarar um eitt nýtt uppisjóvarvirki matvøruvirki í Fuglafiðri ... skulu vit standa okkum í kappingini um tilfeingið úr havinum, er neyðugt at gera karm arnar fyri íløgum í komm ununi enn meiri attrak­ tivar... SIGURD SIMONSEN