Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 14. mai 2010 10 VIKUSKIFTI HVUSSU SKRIVAR MAN EINA KRIMI? Fortreytin fyri at gerast ein góður høvundur er, at tú lesur og lesur og lesur, og at tú orkar at sita og skriva í hundraðtals tímar. hetta sigur kendasti føroyski krimihøvundurin, Jógvan isaksen. les Fyrilesturin um, hvussu man skrivar eina krimi Higartil havi eg skrivað 10 krimibøkur. Seks um Hannis Martinsson, tvær til ung, eina dukkukrimi til børn og so eina útvarpskrimi. Men hvussu mann nágreiniliga skrivar eina krimi, haldi eg ikki, at eg havi nakra greiða fatan av. Um eg fari aftur til mína fyrstu krimi, »Blíð er summarnátt á Føroyalandi«, sum bleiv skrivað í 1989-90, so var skriv ingin merkt av sakloysi og spæli. Eg hevði fingið eina teldu, og øll sum eg kendi, ið høvdu teldur, fortaldu mær, at eg skuldi ansa mær, at tilfarið, ið kom inn á telduna ikki hvarv. Tí tað gjørdi tað javnan. Eg tordi tí ikki í fyrstani at skriva rættiligt tilfar inn á hetta tól – tvs. bókmentatilfar – men setti meg at spæla við telduni. Eg hevði frammandunan elektriska skrivimaskinu, og har hevði eg einaferð eina seina nátt skrivað nakrar fáar síður, har ein persónur situr og bíðar úti í Kastrup eftir flogfarinum til Føroya. Hesar fáu síður skrivaði eg nú inn á telduna. Tey komandi kvøldini og út á náttina, tá ið eg var liðugur við mítt vanliga starv, helt eg fram at skriva hesa søgu. Eg gjørdi mær eina varisligan synopsis, sum eg at kalla ikki fylgdi. Bara tað, at hendingarnar skuldu hava nakað við Annan veraldarbardaga at skaffa, helt eg fast um. At kalla øll onnur hugskot blivu broytt ávegis, sum bókin vaks. Eg var komin heilt langt uttan av álvara at hava hugsað, at eg var í ferð við at skriva eina krimisøgu í før oysk- um høpi. Fyribils var alt spæl, men sam- stundis hevur uttan iva krimisøgan hjá Einari Petersen »Deyðin sendir apríl« frá 1987 spøkt onkustaðni. Kundi Einar skriva ein krimisøgu á føroyskum, so kundi tað hent, at eg eisini megnaði tað. Men alt hetta var ikki medvitað. Bangin fyri at kopiera Eg hevði í mong ár næstan á hvørj- um ári lisið krimibøkurnar hjá Ray- mond Chandler, og tær eru eisini ein stórur íblástur til bøkurnar um Hannis Martinsson, men væl áleiðis í skrivingini bleiv eg bangin fyri, at eg skuldi kopiera hann. Eg tordi tí ikki at lesa Chandler, meðan eg skrivaði »Blíð er summarnátt«, og tað gingu fleiri ár, innan eg aftur fór at lesa hann. Aftur fyri las eg fitt av norska Gunnar Staalesen og danska Dan Turèll, tí har helt eg meg fáa inspiratión og um somu tíð helt eg, at vandin fyri eftirgerð ikki var so stórur. Handritið bleiv liðugt móti sumri 1990, men hóast eg tá í eini fimtan ár hevði ummælt bókmentir, so dugdi eg als ikki at meta um mína egnu bók. Eg sendi tí handritið til pápa mín, tí hann hevði altíð lisið nógv, og hann skuldi nokk siga sína meining. Líkamikið hvønn vegin tað fór at verða. Hann meldaði aftur, at bókin var bara hamp- iliga spennandi, og at eg kundi geva hana út. Síðani fekk eg Eivind Weyhe úti á Fróð skaparsetrinum at lesa rættlestur, og tað haldi eg var tað besta, eg kundi gera. Umframt at vera kønur í før- oyskum máli, so las Eivind Weyhe í lestr ar árunum rættlestur á bókunum hjá Berlingske Forlag, og teir høvdu eina røð av krimibókum, sum hann hevði lisið meginpartin av. So umframt at rætta stavivillur og gera uppskot til broyt ingar av hendinga setningum, so lagt tIl rættIs: Inna Törnroos