Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 Sosialurin í fjør, at býráðið í Fuglafirði samtykti at brúka konsu­ lenthjálp til at gera eina frágreiðing – ella eitt pro­ spekt – ið lýsir partar av grundar lagnum fyri einum uppi sjóvarvirki í Fuglafirði. Hin 25. februar í ár legði Óli Samró, ætlanina fram fyri býráðið. Við í prospektinum var eisini uppskot til eina 20­ ára útbyggingarætlan fyri Fuglafjarðar havn, sum Óli hevur gjørt í samstarvi við býráðsfyrisitingina. – Prospektið saman við út byggingarætlanunum varð hin 1. mars í ár lagt fyri eitt væluppmøtt stjóralið úr lokalu vinnuni, og hin 4. mars samtykti býráðið at fara víðari við málinum og royna at fáa áhugaðar íleggjarar at koma til Fuglafjarðar at gera íløgur í eitt nýtt uppi sjóvar matvøruvirki á havna lagnum, sigur Sigurd Simon sen. Borgarstjórin sigur, at hetta arbeiði nú er komið har til, at Óli Samró leitar uttan lands eftir íleggjarum, eins og hann fer at venda sær til møguligar føroyskar íleggjarar, tá hann hevur gjørt sítt arbeiði uttanlands. Umhugsaðu Kollafjørð Sigurd Simonsen hevur áð­ ur gjørt sínar metingar um, hvønn týdning tað kann fara at hava, at Føroyar í fram tíðini kanska fara at hava tvey virki, sum keypa uppisjóvarfisk til matna, nú Faroe Pelagic læt upp aftur í Kollafirði til jólar síðsta ár. Fuglafjarðar kommuna hevði fund við Eik Banka, sum átti bygningin og virkis­ gøgnini í Kollafirði longu fyri meiri enn einum ári síðan, og eftir hendan fundin kallaði býráðið eisini vinnulívið í kommununi saman. – Vit vóru soleiðis inni í myndini í eitt hálvt ár ella so, men Eik Banki hevði eisini samráðingar við aðrar partar um virkið í Kollafirði. Okkara niðurstøða var, at vit ikki skuldu fara inn í ta verkætlanina, tí mett varð, at tað fór at gerast ov tungt at flyta alt norður hig ar, samstundis sum komm unan ikki var áhuga at verða við í nøkrum, sum lá uttan fyri kommunumarkið. Vit gjørdu tí av at velja ein annan leist, og tað er henda tilgongd, sum nú er í gongd, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen. rum í Japan og Kina Í dag fer Óli Samró, búskaparfrøðingur, ætlandi til Japans og Kina at tosa við møguligar íleggjarar um eina stóra og ítøkiliga verkætlan í Fuglafirði Mynd: Jens Kristian Vang - Sum er, kunnu skip ikki landa uppisjóvarfisk til matna í Fuglafirði. Tí hava vit gjørt av at bjóða út øki til slíkt virki á havnalagnum, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Í løtuni er ein ítøkilig tilgongd í verk, sum ætlandi skal leggja lunnar undir eitt nýtt uppsjóvar matvøruvirki í Fuglafirði. Ætlanin er, at virkið skal byggjast millum Havsbrún og bygningin hjá Bergfrosti úti á havnalagnum Mynd: Vilmund Jacobsen PELAGISKUR MIÐDEPIL