fríggjadagur 14. mai 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
11
VIKUSKIFTI
megnaði Eivind eisini at vísa á smá
villur her og har. Eg var so fegin um
rætt lesturin, at eg líka síðani havi hildið
meg til Eivind sum rættlesara og annars
at kalla leksikon.
»Blíð er summarnátt á Føroyalandi«
kom út fyrst í novembur í 1990, og mót
tøkan tók meg fullkomiliga á bóli. Eg
hevði sjálvandi vónað, at fólk fóru at
dáma bókina, men at hon fór at selja
so væl, hevði eg ikki roknað við. Til
nú er hon komin í, haldi eg, 4 túsund
ein tøkum, og tað er nógv fyri eina før
oyska skaldsøgu.
Uppringdur um barnabók
Árið eftir at »Blíð er summarnátt á
Føroyalandi« var útkomin, bleiv eg
ringd ur upp heimanífrá, um eg ikki
kundi skriva eina barna/ungmannasøgu
til eitt søgusavn, sum skuldi brúkast í
fólka skúlanum. Eg setti meg niður at
skriva um nøkur vinfólk í 6.D, har eg
brúkti tilfar frá mínum egnu uppliv ing
um í kommunuskúlanum í Havn. Men
áðrenn eg visti av, so var søgan blivin
bæði 40 og 50 síður long, og hon endaði
uppi á umleið 130 síðum.
Eg hevði sostatt enn einaferð skriv
að eina skaldsøgu
uttan veruliga at
vilja tað. Hesaferð
gav Bókadeildin hjá
Lær arafelagnum
út, og tittulin bleiv
»Brennivargurin«.
Fyrimyndin onk
urs vegna í hug
anum vóru tær
dreingja bøk ur, sum
eg sjálvur las: Janbøkurnar, Kimbøk
urnar, De 5bøkurnar og mangt tílíkt.
Við vilja las eg kortini einki av hes um
aftur, tí mín sannroynd er, at tað tola
tær flestu av hesum bókum ikki. Men
tað var onkursvegna hiðani at íblást
urin stavaði.
Ring floglíkindi
Tey næstu árini arbeiddi eg aftur við
bókmentatilfari og við bókum um
mynd list. Men summarið 1993 royndu
fam iljan og eg einaferð í fleiri dagar
at koma til Føroya, men tað vánaliga
veðr ið forðaði fyri hesum. Tá ið flog
farið fyri eg veit ikki hvørja ferð vendi
aftur til Kastrup, og ætlanin var, at vit
skuldu royna enn einaferð út á náttina,
tá helt eg tað kundi vera well. Vit for
taldu flogfelagnum, at vit kvittaðu
ferð ina og vóru líkaglað við, um vit
mistu ferðaseðlarnar.
Komin til hús setti eg meg at kalla
beinan vegin at skriva tað næstu krimi
søguna um Hannis Martinsson, »Gráur
oktober«. Í fyrstani gekk tað fínt við
skriv ingini, men sum tað leið út á
heyst ið fekk eitt ára gamla dótturin
barka hosta (falsk strubehoste), og vit
máttu sita uppi undir henni nátt eftir
nátt. Samstundis skuldi eg undirvísa á
uni versitetinum og
harímillum skriva
krimi søguna. Av
tí sama minnist
eg burð in av hesi
søguni sum nógv
tyngri enn av »Blíð
er summarnátt«.
Tann fyrsta bókin
var allan vegin
ígjøgnum eitt spæl,
ímeðan tann næsta var hart arbeiði.
»Gráur oktober« kom út í 1994 og
fekk næstan líka góða móttøku sum
»Blíð er summarnátt«. Fyrst ið bókin
var liðug skriv aði eg inn gang in til
»Kross messu«, men so kom onkurs
vegna stígur í. Eg skriv aði framhald til
»Brenni vargin«, »Teir horvnu kirkju
bø stól arnir«, og eg skrivaði út varps
krimi søg una »Á ólavsøku« og seinni
»Barbara og tann horvna bamsan«,
sum eg kallaði dukkukrimi. Men hóast
eg gjørdi upp í rúgvu av við merk
ingum, so fekk eg ikki rættiliga gongd
á »Krossmessu«. Av bókmenta bókum
skrivaði eg aftur fyri haldi eg fjúrtan,
men hvørja ferð onkur spurdi meg um
skriving, og eg fór at tosa um bók menta
bøkurnar, bleiv hetta kveistrað til viks:
tey vildu hoyra um krimisøgurnar.
Strævið við skaldsøgum
Eg havi altíð hildið tað vera nógv
meira strævið at skriva skaldsøgur enn
bøk ur um bókmentir. Tær seinnu eru
bara arbeiði, og tað tekur tað tíð tað
tekur. Skaldsøgurnar afturímóti krevja
onkurs vegna, at tú vendir og snarar
heil anum, so tú stundum næstan gerst
heila villur. Um somu tíð er hendan
skriv ingin meiri nøktandi – ella er tað
bara tað, at fólki dáma hana betur?
At enda kom eg til ta niðurstøðu, at
tann einasti mátin at fáa »Krossmessu«
skrivaða, var at seta seg og skriva. Eg so
gjørdi, og tað gekk væl lættari, enn eg
hevði hugsað. Tað sama havi eg gjørt
við tær eftirfylgjandi skaldsøgurnar
»Adventus Domini«, »Metusalem«
og »Norð lýsi«. Tá ið tú setur teg við
skriv ara borðið og sigur við teg sjálvan,
at hið ani sleppur tú ikki, fyrr enn tú
hev ur skrivað so og so nógv. At bíða
eftir inspiratión førir ikki til nakað sum
helst. Aftur fyri kemur hon, meðan tú
sit ur og arbeiðir.
Allar bøkurnar hjá mær hava kravt
fitt av research, men »Krossmessa« ber
iva leyst av teimum øllum. Hinvegin
bleiv »Adventus Domini« við svarta
deyða og kross riddarum skrivað sum
eitt spæl, har eg legði líka í, hvussu
sann líkt alt var. Íblásturin var, at ein
skyld maður hevði fortalt mær, at Hans
Tausen, haðani Tausenættin í Føroyum
stav ar, var einasti danskari, sum hevði
verið krossriddari á Rhodos. Íblásturin
til »Metusalem« stavaði frá einum
tíð inda stubba í føroysku bløðunum,
har tað var sagt,
at ein beinagrind
var
funnin
í
Hoyvíkstjørn, tá
ið teir reins aðu
hana. Stutt eftir
varð sagt, at bein
ini vóru av einum
seyði, men tað
legði eg líka í. Fyri
at gera myndina
meiri fløkta koyrdi eg »Red Crusader«
málið í pottin.
Íblástur frá Lizu Marklund
Upprunin til ta fyribils seinastu bókina
»Norðlýsi« er eitt sindur øðrvísi.
Heyst ið 2008 las eg saman við svensku
Lizu Marklund upp á eini týskari krimi
stevnu. Aftan á sótu vit og prátaðu og
fingu eitt glas av víni ella bæði tvey. Eg
for taldi henni um mínar bøkur, og at
hóast umvhørvi var realistiskt, so vóru
hend ingarnar tað ikki, tí tað var so lítil
álvarsligur kriminalitetur í Føroyum.
Hon spurdi, hví eg ikki skrivaði um
tey homo seksuellu? Hon hevði sæð
ein film í svenska sjónvarpinum, har
tað var sagt, at homoseksuell høvdu tað
ræðu ligt í Føroyum. Hesum mutaði eg
ímóti og segði, at sum í øllum smáum
sam fel øgum var tað torført at víkja frá,
men at eg ikki var samdur í, at homo
seksuell blivu beinleiðis forfylgd í Før
oyum. Prátið snúði seg nú aðrar vegir,
men heimafturkomin bleiv eg við at
hugsa, at tað kanska ikki var so býtt
at gera eitt sindur burtur úr akkurát
hes um. Eg legði tí út við at lata tann
kvinnu liga løgmannin blíva skotnan,
men hví og av hvørjum, tað kom
ávegis. Í fyrstani hevði eg eisini ætlað,
at bókin skuldi vera realistisk, men tað
bleiv slept rættiliga skjótt, tí hugflogið
vildi hava sítt.
Í løtuni eri eg í ferð við eina sjeyndu
bók um Hannis Martinsson. Arbeiðs
tittulin er »Norska Løva«, og meira vil
eg ikki siga á hesum sinni.
Les nógv
Fyri at venda aftur til spurningin:
»Hvussu skrivar mann eina krimi?«
so er mítt svar, at tú sjálvandi skalt
hava eitt hugskot, at tú orkar at sita og
skriva í hundraðtals tímar, og at tú gert
fitt av research bæði frammanundan og
ávegis undir skrivingini. Haraftrat er
eitt vist, og tað er galdandi fyri skriv
ing yvirhøvur:
tú skalt hava
lisið eina rúgvu
av bókum. Hetta
vóru ráðini Ernest
Hemingway gav
teimum, ið spurdu
hann, hvussu tey
kundu blíva rit
høv undar: les, les
og aftur les. Altso:
ein fyri treytin fyri at skriva yvirhøvur
er, at tú hevur lisið eina rúgvu.
Kjansurin fyri at kunna liva av at
skriva er harafturímóti ógvuliga lítil.
Franski bókmentasociologurin Robert
Escarpit skrivaði í 1968, at kjansurin fyri
at kunna liva av at vera rithøvundur í
Frankaríkið var nógv minni, enn kjans
urin fyri at vinna tann stóra vinningin í
happadráttinum. Og hetta er enn meira
galdandi í Føroyum, har at kalla eingin
kann liva av at skriva.
J Ó G V A N I S A K S E N
MENTUNARGRUNNUR STUDENTAFELAGSINS
NORÐLÝSI