fríggjadagur 14. mai 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
12
Sosialurin
Kjak
Zakarias Wang
Uppskot til semju um
valskipan í Føroyum
Høgni Hoydal
Afturvendandi orrusturnar um valskipan drena orku og alt álit úr tingskipan
og umboðandi fólkaræði. Her má gerast uppskot til sátt, ið savnar. Eina
skipan, sum tekur fyrimunirnar úr báðum skipanum, og sum lúkar burtur
vansarnar. Haldi, at niðanfyri lýsta uppskotið kundi verðið ein loysn
Fátt hevur havt eginleikarnar
at skilja so nógv sundur, sum
broytingin í valskipanini frá
sjey til eitt valdømi, og nú
øvut. Løgtingið gekk tá – og
aftur nú – í tveimum, nærum
eins stórum bólkum. Flokkar
eru spjaddir. Í orðaskiftinum
og grundgevingunum verður
høvuðstaðarøkið sett hvast
uppímóti hinum økjunum
í landinum. Kvinnur verða
settar upp móti mannfólki.
Egináhugamál verða sett
upp ímóti
almannagagni
og felagsáhuga. Ung ímóti
eldri. Gamalt ímóti nýggjum.
Lokalt ímóti lands og tjóðar.
Nútímans ímóti ótíðar. Av
marking ímóti heild. Og so
framvegis, og so framvegis.
Fólkaræðisliga viðgerðin,
orðaskiftið og royndirnar at
fáa breiða undirtøku, vóru
ikki nøktandi, tá broytingin
til eitt valdømi varð framd
beint upp undir seinasta
val. Tað vera vit at viðganga,
sum tóku undir. Hetta skapti
misálit, mótstøðu og sár, ið
ikki fara burtur. Tað sama
hendir nú, ið samtykt er við
aðru viðgerð at fara aftur til
sjey valdømi. Og tað fer at
henda aftur, tá eftir øllum
at døma vent verður aftur
til eitt valdømi við triðju
viðgerð við einum teprum
meiriluta.
Tilvild, eykafólk, sjúka,
forføll
og
hava
avgjørt
og kunnu aftur avgera ta
valskipan, sum er høvuðs
táttur í okkara fólkaræði.
Tí havi eg leingi hugsað
um, hvørt tað ber til at gera
eina skipan, ið savnar og
kann vera varandi. Og sum
hevur fyrimunirnar hjá og
høvuðsgrundgevingarnar
fyri bæði teirri skipanini
við fleiri valdømum, sum vit
kenna, og hjá skipanini við
einum landsvaldømi.
Uppskotið
er
einfalt
hetta:
1. Stillað verður upp í sjey
økjum (tey gomlu val
dømini).
2. Tað er frítt at velja tann,
tú vilt, um alt landið og í
øllum økjum.
3. Hvørt
uppstilllingarøki
er tryggjað eitt ella tvey
umboð í part. Soleiðis, at
tey fyrstvaldu í hvørjum
øki verða gjørd upp fyrst.
Altso 7 ella 14 tingfólk.
4. Restin av atkvøðunum
verða gjørdar upp um alt
landið eins og tað er við
einum valdømi í dag.
Tryggjað verður við hesum:
– At økini stilla upp og fáa
umboð, sum ikki er lut
falsliga dýrari ella bíligari
enn onnur.
– At eit rættvíst býti verður
í mun til fólkatalið og
veljaratalið.
– At til ber at velja um alt
landið, tann, tú vilt.
– At avlopsatkvøður í val
dømum ikki fara fyri
skeytið.
– At javnstøða og kvinnu
umboðan
hevur
eins
stóran møguleika.
– At øll øki í landinum
hava møguleikan at fáa
fleiri umboð, alt eftir velj
arans tykki um flokk og
politikara.
Havi roynt at fingið hetta
uppskotið fram sum broyt
ingaruppskot til 3. viðgerð
av valskipanini í dag. Men
orsakað av, at tað verður mett
sum eitt heilt nýtt uppskot,
kann tað ikki setast fram
sum eitt broytingaruppskot
til 3. viðgerð.
Uttan mun til, hvussu
úrslitið verður, fari eg tó at
virka fyri einum uppskoti
sum hesum – og løgtingið
hevur jú eisini samtykt, at
ein endurskoðan skal gerast
undir øllum umstøðum.
Enn
eina
ferð
Johan Petersen roynir
framvegis at snúgva sær
undan at svara mínum
einfalda spurningi um
hvat ið hann hevði sagt
um
fólkaatkvøðuna
1946, um so var, at stjór
n aruppskotið tá hevði
fingið fleiri atkvøður enn
loysing.
Men hann skal hava
tøkk fyri at hann skrivar
so nógv um hetta mál. Tað
prógvar betri enn nakað
annað, at tað er í tøkum
tíma at eg havi gjørt
keldusavnið um tað sum
fór fram í tíðarskeiðinum
frá september 1930, tá
uppskotið kom fram um
at hava fólkaatkvøðu í
Føroyum um hvørt vit
skuldu vera saman við
Danmark ella ikki, og til
fólkaatkvøðan varð hildin
tann 14. september 1946.
Í hesum keldusavni ber
til hjá einum og hvørjum
at síggja svart upp á hvítt,
hvat ið varð ført fram frá
báðum síðum. Høgg verða
ikki spard frá nakrari síðu.
Jóhan Petersen kann har
fáa ivaleyst tilfar at skriva
um hetta mál so leingi
hann livir, og tey sum eru
ósamd við Jóhan, kunnu
svara honum aftur um
tey tíma.
Tað undrar meg bara,
at Jóhan ikki enn hevur
boðað frá, at hann vil
gerast ein av stuðulunum
til hesa útgávu. Tað kann
væl ikki vera tí at hann er
bangin fyri, at veruleikin
ikki fer at koma honum so
væl við?
Við triðju viðgerð av upp
skotinum til eyka játt anar
lógina fyri 2010 samtykti
Løg tingið í gjár at skerja
játtanina, sum varð ætlað
verk ætlanini
at
byggja
ítróttarhøll á Sandoynni.
Hetta var ein óheppin
og kanska ikki nóg væl
umhugsað avgerð.
Men lat ongan iva vera
um, at tað verður farið undir
verkætlanina í hesum ári.
Projekteringin av høllini er
komin væl áleiðis, og tá ið
hon er liðug, verður farið
undir at bjóða byggingina
út. Eftir hetta verður besta
og bíligasta tilboðið valt, og
síðani verður farið til verka.
Hvussu langt játtanin, sum
kortini er eftir á fíggjarlógini
røkkur, er ilt at meta um
beint nú.
Men í heyst verður enn ein
eykajáttanarlóg
væntandi
løgd fyri Løgtingið, og tá
ber til at útvega neyðugu
írest andi játtanina til verk
ætlanina. Verklagslógin er
samtykt eins og tann samlaði
fíggjarkarmurin.
Nú er at fara til verka við
góðum treysti.
Arbeiðið at fyrireika
Sandshøllina heldur fram
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum
Tilvild, eykafólk, sjúka,
forføll og hava avgjørt
og kunnu aftur avgera
ta valskipan, sum er
høvuðs táttur í okkara
fólkaræði.