fríggjadagur 14. mai 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
12
VIKUSKIFTI
LInda EvangElista
Aldur: 44 ár
Familja: Sonurin Augustin, 3 ár og
sjeikurin Peter Morton, 63 ár.
Starv: Starvast enn sum modell fyri millum
annað L'Oreal og John Galliano.
Bústaður: New York og Los Angeles
»Nú havi eg alt sum eg
havi droymt um«
Tað sitat sum Linda Evangelista er mest
kend fyri er: »Eg fari ikki úr songini fyri
minni enn 10.000 dollarar um dagin«.
Hon er fødd í Kanada og visti longu
sum 12-ára gomul, at hon vildi gerast
modell.
Linda var ein tann fyrsta supermodellin,
og í endanum av 80-unum gjørdist hon sera
vælumtókt við sínum stutta, dreingjahári.
Hon skifti oftani útsjónd og bleiv tí kalla fyri
»kameliónin«.
Linda gavst at starvast sum modell í 1998,
tá hon hitti fótbóltsspælarin Fabien Barthez.
Men byrjaði aftur í 2001, og var kløkk av, at
hon sum 36 ára gomul enn var vælumtókt
sum modell.
Linda hevur leingi vilja verið mamma,
og fyri trimum árum síðani gjørdist tann
dreymurin veruleiki, tá sonurin Augustin
kom til verðina. Sama ár hitti hon eisini
mannin í sínum lívi, Peter Morton.
– Nú er mítt lív fullkomið, alt handlar
um Augustin. Eg kenni meg vælsignaða,
og í dag havi eg alt, sum eg nakrantíð havi
droymt um, hevur hon sagt við blaðið
ELLE.
SoleiðiS gekSt
super modellu
Cindy, Claudia, naomi, linda og Christy vóru
tær fyrstu vEruligu supermodellirnar.
tær komu fram í 90-unum, forvunnu
milliónir og vóru at síggja í øllum bløðum.
nú Eru 20 ár liðin, tær Eru í 40-unum, og
vit hava funnið út av, hvat tær gEra nú
CIndy Crawford
Aldur: 44 ár
Familja: Maðurin Rande Gerber, 48 ár og
børnini Presley, 10 ár og Kaia 8 ár.
Starv: Hevur fleiri egin merki innan skógvar, vakurleika
og inrætting. Modell fyri klokkurnar Omega.
Bústaður: Malibu
»Í dag hevði eg ikki blivið
supermodell«
Cindy Crawford er helst tann kendasta av
supermodellunum. Hon er fødd í einum lítlum
býi í USA, og varð upp dagað sum modell,
tá hon arbeiddi á einum majsákri. Hon var
dugnalig í skúlanum, men gavst og satsaði
alt upp á at gerast modell.
Fyri tíggju árum síðani gavst hon sum
modell. Hon segði við týska blaðið Bunte,
at hon orkaði ikki at samanberast við 20-
ára gamlar modellir. Cindy hevur eisini
funnist at teimum sera klønu modellunum
í dagsins mótaheimi.
- Eg hevði ongantíð blivið modell ídag, eg
síggi ov sunn út við mínum normala kroppi,
sigur hon.
Cindy Crawford var eitt skifti gift við
sjónleikaranum Richard Gere, men nú er hon
gift við Rande Gerber, og tey hava tvey børn
saman.
Hon arbeiður enn eitt sindur sum modell,
men mest fæst hon við síni egnu merki innan
skógvar, vakurleika og inrætting.
Lagt til rættis: inna tørnroos