fríggjadagur 14. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
Sosialurin
Jógvan Skorheim
Formaður í Atlantis
Rættleiðing til
Kringvarpið
Útvarpið visti at siga, sum
rætt var, at ætlanin var at
spara kr. 300.000 við at gera
hesa umskipan, men nú var
knappliga neyðugt at brúka
eina millión. Lurtarin fær
óiva ta fatan, at Klaksvíkar
Kommuna
hevur
gjørt
nakað bítt við at broyta
bygnaðin, tí hetta ikki er
nøkur sparing, men heldur
bleiv ein eyka útreiðsla.
SO ER IKKI!!!
Ætlanin hjá Klaksvíkar
Kommunu var at spara kr.
300.000. Sparingin skuldi
byrja í 2011, og á hvørjum
ári eftir hetta kemur Klaks
víkar Kommuna at spara kr.
300.000. Tað vil siga, at um
10 ár, so hevur Klaksvíkar
Kommuna
spart
kr.
3.000.000, sjálvandi minus
tað sum eitt nýtt filmstól
kostar, uml. 1.000.000, altso
netto 2.000.000. Skuldi vit
hildi áfram við tí gomlu
skipanini, so merkti hetta
fyri Klaksvíkar Komm un
una, at vit á hvørjum ári
skuldu út við kr. 300.000
meiri, umframt at vit skuldu
keypt nýtt filmstól fyri kr.
1.000.000. Tað vil siga, at
um 10 ár hevði Klaksvíkar
Kommuna skula út við kr.
4.000.000.
Tí er tað sera harmiligt,
at hetta ikki kom við í
sendingini í Kringvarpinum
í dag. Eg bleiv spurdur um
sparingina, men bleiv hetta
klipt vekk. Sjálvur haldi eg,
at hetta hevur sera stóran
týdning fyri at málið er
nógv væl lýst.
Í útvarpinum hjá Kringvarpinum
var eitt rímuliga langt innslag,
har støðan viðvíkjandi Atlantis
varð lýst. Søgan byrjaði við at
lýsa hvussu nógv Klaksvíkar
Kommuna ætlaði at spara við at
gera eina umskipan av stovninum,
men fór síðani at lýsa, hvussu
nógv hetta nú veruliga fór at
kosta Klaksvíkar Kommunu.
Hví samanbera skúlaskipan
okkara við eina vælsmurda
fyritøku, har ið tað »neyðuga«
verður sett í fokus? Eigur
ein ikki heldur at gleðast
um ta undirtøku, landsins
ungdómur vísir skúlunum og
loyva ungdóminum at nema
sær vitan?
Ein
hornasteinur
í
før
oyska samfelagnum er at
hava eins gott skúlakervi
í eitt nú Klaksvík sum í
høvuðsstaðnum. Umráðandi
er at geva pláss fyri at menna
tey øki í Føroyum, har ið
menning er neyðug og ikki
savna alla megi á einum stað,
har ið rationalisering skal
vera høvuðsendamál.
Um fá ár stendur vænt
andi ein nýggjur mið náms
skúladepil klárur at taka í
nýtslu í Havn. Hesin vil óivað
geva synergi í bæði rakstri og
undirvísingargóðsku.
Men
skal hetta ikki nýtast sum
amboð til at taka lívið av
restini av landinum. Tískil
skulu vit heldur arbeiða av
øllum alvi at skapa karmar,
so
rationalisering
kann
fremj ast. Tað er eingin loysn
at gera rationaliseringina
fyri at seta hundraðtals ung
dómar, ið annars vilja nema
sær útbúgvning, á dyr. Í
staðin fyri at forða ungdómi
okkara, sum skal bera hetta
landið, at útbúgva seg, skulu
vit seta neyðuga orku til. Tí
endaligi spurningurin er:
Hava vit ráð at lata vera?
Sparingin, HUXA eftirlýsir
í samanleggingini, vil í lítlan
mun verða munandi positiv.
Lønir, ið er tann størsti part
urin av útreiðslunum, vilja
stórt sæð verða tær somu.
Tað einasta, ein vinnur, eru
23 mió í sjálvum rakstrinum,
og haldi eg ikki, at hetta er
grundarlag til at hála tepp
ið undan eystur og norð
oyingum.
Heldur enn at yvir ratio
nali sera øki sum skúlaverk
okkara, áttu landsins leiðsla
og harvið fólkavaldir politik
arar heldur at vent pílinum
inneftir og byrja í egnum
rekkjum, áðrenn farið verð
ur eftir teimum lesandi, sum
hava tað nóg tungt framm
anundan.
Mær dámar væl hugsan
ina um flytirákið, sum av
gjørt er neyðugt, fyri at vit
mennast sum samfelag, og eg
eri fult samd í, at hetta ikki
skal verða í morgin, men í tí
tempo, samtíðin loyvir.
Tó má nevnast, at við at
skerja skúlaveitingina í dag
veit eingin frá at siga, hvar
vit í morgin gista.
Til seinast: Ansið eftir at
tann einkulti ikki gerst ein
skarpur dupultur!
Heitt land kólnar skjótt!
Katrin Hovaland Petersen
Spurningurin er ikki, um vit hava ráð til verandi skúlaskipan, tvørturímóti
er spurningurin, um vit hava ráð til at lata vera. At tosa um effektivisering,
kraftsentur, snúðningsdeplar, ovurnýtslu av játtanum og flytirák er at
vevja krydd saman av ymsum hillum, sum ikki hoyra heima í sama potti.
»Fólksins rødd« ein sending,
har »vanligi« borgarin og ikki
politikarar og aðrir almennir
persónar – sleppa framat at
siga sína hugsan. Hetta var
ætlanin við sendingini, søgdu
tey, ið sendingina gera.
Men hví er so formaðurin
í Huxa í hesi sending? For
maðurin, sum júst hevur
sagt alment, at hann stillar
upp til næsta val, fær hann
møguleikan.
Í sendingini hjá »vanliga«
borgaranum hevur Hanus
Samró, formaður í Huxa,
fría atgongd til profilera seg
sjálvan og síni sjónarmið. Í
kvøld (13.05.10.) fekk hann
eisini møguleikan at úttala
seg um, at listafólk ikki
skulu fáa løn, men heldur
skattalætta.
Ikki skal hetta skiljast,
sum at Unga Tjóðveldið
heldur, at tað er skeivt, at
Hanus Samró er við í eini
sjónvarpssending.
Tað
er
tað ikki, Hanus Samró er
ein skilagóður persónur við
áhugaverdum sjónarmiðum.
Kanska
tað
hevði
verið
meira hóskandi at gjørt eina
sending, sum einans snúði
seg um hann og hansara lív,
men ikki í einari sending sum
»fólksins rødd«, har »vanligi«
borgari sleppur framat við
sínum meiningum.
Fólksins rødd er ikki bara
rødd »vanliga« fólksins
Gunnhild Dahl Niclasen
landsnevnd Unga Tjóðveldisins
Ein hornasteinur í før
oyska samfelagnum er at
hava eins gott skúlakervi
í eitt nú Klaksvík sum í
høvuðsstaðnum.