fríggjadagur 14. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
13
VIKUSKIFTI
num
ChrIsty TurlingTon
Aldur: 41 ár
Familja: Maðurin Edward Burns, 42
og børnini Grace, 7, og Finn, 4.
Starv: Lesur og arbeiður sum modell fyri
Yves Saint Laurent og Escada
Bústaður: New York
»Eg vil ikki, at dóttur
mín verður modell«
Christy Turlington og merkini Calvin Klein
og Maybelline vóru í nógv ár samanbundin.
Myrkhærda Christy var kend fyri at vera løtt
at hava við at gera, serliga samanborið við
Naomi Campell. Mamma Christy er ættað
úr El Salvador, og pápin er amerikumaður.
Christy er fødd í Kalifornia.
Hóast at hon var at síggja allastaðni,
og pengarnir rullaðu inn á bankabókina,
vildi Christy nakað annað, enn at bara
liva av sínum vakra andlitið. Í 1994
byrjaði hon tí at lesa filosofi og átrúnað
á universitetinum í New York. Hon byrjaði
við yoga og gjørdi eitt klædnamerkið við
yogaklæðum.
Í 2004 hitti hon sjónleikaran Edward
Burns, sum hon nú eigur tvey børn saman
við. Hóast Christy enn hevur ein fót í
modellheiminum, vil hon ikki, at børn
hennara skulu ganga í hennara fótasporum.
– Eg vóni, at dóttur mín heldur satsar
uppá eina góða útbúgving enn at gerast
modell, hevur hon millum annað sagt við
blaðið Daily Telegraph.
NaomI Campbell
Aldur: 39 ár
Familja: Sjeikurin Vladislav Doronin, 47
Starv: Starvast sum modell og
hevur sítt egna luktilsi
Bústaður: London og Moskva.
Fyrsta myrka supermodellin
Naomi Campell er kend fyri tvey ting - at
vera fyrsta myrka supermodellin og fyri
sítt illsinni.
Hóast hon er 39 ára gomul, stendur
hon seg enn í kappingini við tær ungu
modellirnar. Hon byrjaði sína yrkisleið sum
modell í heimbýnum London, tá hon var 15
ár. Í 1988 var hon fyrsta myrka modellin,
sum kom á forsíðuni á franska blaðnum
Vogue.
Naomi hevur haft nógvar trupulleikar
við rúsevnum, og meðan modellkarrieran
hevur gingið væl, hevur privatlívið ikki
verið eins lætt. Sjeikarnir hava avloyst
hvønn annan, og fleiri ferðir er hon dømd
fyri at hava sligið fólk, sum hava arbeitt
fyri seg.
Nú livur hon saman við russiska
milliarderinum Vladislav Doronin og vil
giftast við honum - trupulleikin er bara,
at hann longu er giftur.
ClaUdIa SChiffer
Aldur: 39 ár
Familja: Maðurin Matthew
Vaughn, 39, og børnini Caspar,
7, og Clementine, 5
Starv: Starvast sum modell
fyri L'Oreal, Salvatore
Ferragamo og Chanel
Bústaður: Garður í
Suffolk, Onglandi
Gerst mamma
fyri triðju ferð
Claudia Schiffer er týsk
og kemur frá eini ríkari
familju í Rheinberg. Hon
varð uppdagað sum modell á
einum náttklubba, tá hon var
17-ára gomul. Hon líkist nógv
Brigitte Bardot, og nógv
vildu hava hana at gerast
tann nýggja Brigitte.
Gjøgnumbrotið sum modell
kom, tá sniðgevin Karl
Lagerfeld vildi hava hana sum
modell fyri merkið Chanel.
Hon helt í nógv ár saman við
gandakallinum David Copperfield,
men tað var filmsleikstjórin
Matthew Vaughn, ið fekk vøkru
Claudiu. Tey eiga tvey børn
saman, og ein av komandi
døgunum kemur triðja barnið
til verðina.
Claudia arbeiður enn sum
modell, men er givin at ganga á
»catwalkinum«.
Renée Toft Simonsen var nógv
brúkt sum modell í 1980-unum.
Hon vann kappingina "Face of
the 80's" í 1982 og helt saman
við John Taylor úr bólkinum
Duran Duran. Tá modellkarrieran
fór at halla, búsetti hon seg í
heimbýnum Århus og las sálar-
frøði á uni versi tet in um. Seinastu
árini hevur hon skriv að barna-
bøkur, sum hon hev ur vunnið fleiri
virðislønir fyri. Hon er gift við
sangaranum Thomas Helmig, og
saman hava tey eitt barn. Renée
eigur eisini tvey børn frá fyrr av.
Helena Christensen kann roknast
ímillum tær heilt stóru super-
modellirnar frá 1990-unum.
Mamma hennara eru úr Peru, og
pápin er dani. Hon gjørdist Miss
Dan mark 1986 og flutti síðani
til París, haðani hon arbeiddi
sum modell í nógv ár. Seinastu
árini hev ur Helena Christensen
starvast sum fotografur og sum
sniðgevi. Mill um annað hevur
hon gjørt vist frøðilig barnaklæði
til "Name It". Helena eigur ein
son, 10-ára gamla Mingus.
... og so gekst
teimum donsku
Kelda: Aftonbladet