fríggjadagur 14. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
14
Sosialurin
Kjak
Parturin sum FHMF ger við
merking til, er um gongdina
seinastu árini, har Landsverk
í eini tilgongd í nøkur ár nú
er komið har til, at stórt
sæð allar verkætlanir verða
bodnar út til vinnuna at
útinna.
Hetta
hevur
LV
mett, og metir enn, er rætti
leisturin. Tó er ein vandi í
allari vælferð. Hetta skal
lesast soleiðis, at tað er ikki
líkamikið,
hvussu
hetta
verður gjørt. Allir trupul
leikar eru ikki loystir bara tí
ein verkætlan verður boðin
út. Hetta er sostatt ikki ein
spurningur um at bjóða út
ella ikki at bjóða út, men ein
staðfesting av, at neyðugt
er at velja rætta leistin, tá ið
bjóðað verður út.
Í frágreiðingini verður tað
nevnt sum ein trupulleiki,
at játtanirnar eru lítlar og
óstøðugar, og gevur hetta
ofta
trupulleikar,
tá
ið
arbeiðir skulu bjóðast út.
Ein annar trupulleiki kann
vera manglandi kapping. At
kappingin ikki er nøktandi
í hesum førinum, er tá ið
eftirspurningurin er størri
enn útboði, og er vandin
fyri hesum altíð stórur, tá ið
marknaðurin er so lítil. Hetta
kann til dømis henda, tá ið
tíðirnar eru góðar og ov nógv
er at gera, ella tá ið talan er
sum serligar uppgávur, har
ein ella bert fáir veitarar eru
í landinum. Hetta er bert
staðfesting av einum veru
leika, sum ikki bara er gald
andi í Føroyum, men alla
staðni. Hetta er ikki nakað
sum Landsverk, byggivinnan
ella
kappingaráðið
kann
ábyrgd ast ella lastast fyri.
Í okkara grannalondum
hava eisini verið trupulleikar
við manglandi kapping, m.a.
tí at verkætlanirnar hava
verið so stórar, at bert fáir
veitarar hava verið førir fyri
at bjóða seg fram. Í tílíkum
førum hevur verið umhugsað
at býta verkætlanirnar í
smærri eindir fyri at fáa
størri kapping. Í sambandi
við manglandi kapping í
Norðurlondum, setti Norður
landaráðið eina verkætlan
í gongd fyri nøkrum árum
síðani, við tí endamáli at
skapa størri kapping. Fleiri
frágreiðingar eru gjørdar,
men komið er ikki á mál.
Í Føroyum hava vit í góð
um tíðum upplivað, at áhugin
fyri eini uppgávu hevur
verið so lítil, at onki tilboð
er komið inn, at eitt tilboð er
komið inn, og at fá tilboð eru
komin inn, sum hava verið
upp til 40 % dýrari, enn tey
áttu. Vit hava eisni upplivað,
at bert eitt tilboð er komið
inn, har nógvar fyritøkur á
marknaðinum hava bjóðað
saman. Hetta hendir ikki tí,
at arbeiðir verða boðin út,
men tí at kappingin er ov lítil.
Hetta er heldur ikki nakað,
sum Landsverk, byggivinnan
ella
kappingaráði
kann
ábyrgd ast ella lastast fyri.
Seinasta árið hava vit
upplivað stóra kapping, har
verkætlanir
eru
blivnar
bíligari enn roknað var við,
millum annað flogvøllurin,
og er hetta eisini nevnt í árs
frágreiðingini. Hetta upp
livir Landsverk ikki sum
ein beinleiðis trupulleika,
men sjálvt tá má ansast
eftir, tí tryggjast má, at
frytøkurnar ikki spenna seg
ov nógv út, og ikki megna
at fullføra uppgávuna. Fyri
byggivinnuna er talan sjálv
andi um strævnar tíðir, sum
Landsverk, byggivinnan ella
kappingarráðið heldur ikki
hava so stóra ávirkan á.
Í viðmerkingunum frá
FHMF
verður
nevnt,
at
Landsverk skal ikki tryggja
kapping, men vera ein kom
petentur innkeypari, meðan
kappingarráðið skal taka
sær av kappingini. Hetta
er partvís rætt, men ein
kompetentur
innkeypari
hevur millum annað sum
uppgávu at fáa sum mest
fyri minst, og tað gerst
ikki við ongari kapping.
Kappingarráðið skal tryggja,
at lógin og karmar verða
hildnir, men kappingarráðið
kann ikki skapa kapping um
til dømis bert ein veitari er
á marknaðinum, sum hevur
førleikan ella tíð at loysa
eina uppgávu.
Í viðmerkingunum frá
FHMF
verður
nevnt,
at
Landsverk ábyrgdar byggi
vinnuna fyri, at verkætlanir
ikki ganga sum tær skulu,
og at tær verða dýrari, tí
tær verða bjóðaðar út. Hes
in boðskapur hevur ikki
verið tilætlaður, og hevur
Landsverk eitt sindur trupult
við at síggja, hvussu FHMF er
komið til hesa niðurstøðu út
frá ársfrágreiðingini. Eisini
verður nevnt, at Landsverk
rør upp undir, at størri partur
av projektering og bygging
skal gerast av Landsverki
sjálvum. Hesin boðskapur
hevur
heldur
ikki
verið
tilætlaður, og havandi í huga,
at ársfrágreiðingin júst lýsir,
at so at siga allar verkætlanir
verða bodnar út, og at hetta
er skjalprógva fyri FHMF , er
tað púra óskiljandi, at FHMF
kemur til hesa niðurstøðu.
Ein lítil rætting skal gerast
í sambandi við, at FHMF
nevnir,
at
miðnámskúlin
í Suð uroy bleiv so dýrur,
tí at hann ikki varð boðin
út. Rætta søgan er tann, at
hann var boðin út í undan
góðkenning, og at bert ein
byggifyritøka bjóðaði seg
fram at gera skúlan. At bjóða
eitt arbeiði út til bert eina
fyritøku er meiningsleyst,
og vóru samráðingar tí um
ein prís, sum ikki fekst niður
um eitt vist. Ein kundi taka
av, ella bíða við byggingini.
Eitt gott dømi um manglandi
kapping.
Tá ið FHMF saknar ein
kompetentan
innkeypara,
verð ur helst sipað til Lands
verk og møguliga kommunur,
sum ikki gera sítt arbeiði til
lítar. Landsverk er altíð til
reiðar at lurta eftir FHMF,
soleiðis at hetta arbeiðið
kann
gerast
betri.
Í
tí
sambandi kann nevnast, at
Føroya
Byggiharrasamtak
og FHMF hava havt eitt
gott samstarv, har øll mál av
tílíkum slagi eiga at takast
upp, men okkum vitandi
hevur ikki verið nakað serligt
av ábreiðslum frá FHMF í
nýggjari tíð.
Landsverk og byggivinnan
eiga ikki at misteinkja og
illgita um líkt og ólíkt, men
heldur at samstarva fyri at
loysa mál á virðiligan, skjótan
og effektivan hátt. Vit kunnu
í tí sambandi nevna, at skipað
samstarv er sett í verk millum
Vinnuhúsið og Landsverk,
júst fyri at fyribyrgja, at
misskiljingar av hesum slagi
ikki koma fyri.
At enda ein áhugaverdur
spurningur til FHMF/Vinnu
húsið, ella onkran annan,
sum veit: Hví bjóðar tað
privata vinnulívið ongantíð
verkætlanir út í almenna
kapping?
Landsverk lastar ikki
føroyska byggivinnu
Oyvindur Brimnes
Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2009 er júst komin á gøtuna. Í
eini viðmerking í fjølmiðlunum ger Føroya Handverksmeistarafelag
í vikuni vart við ymsar niðurstøður í ársfrágreiðingini, sum felagið
ikki tekur undir við. Viðmerkingin frá Føroya Handverksmeistarafelag
gevur ta fatan, at FHMF ikki hevur skilt boðskapin, og vilja
vit tí nýta høvi til at útgreina hesi viðurskifti gjølligari
Helena Dam á Neystabø
landsstyriskvinna
Fólkaatkvøða
um vallógina
Áhugavert er, at spurn
ing urin um valskipanina
til løgtingið fyllir so nógv.
Tann meiri ótespiliga síð
an av hesari søk er, at
spurningurin
um
val
skipanina tykist einans at
verða reistur á Løgtingi av
egináhugamálum.
Vit fingu eitt valdømi, tí
at nøkur tingfólk væntaðu,
at tey fóru at dumpa á
næsta løgtingsvali, um vit
høvdu 7 valdømi. Onkur,
sum síðani fall, ella var um
at fella á seinasta vali við
einum valdømi, fekk nú
ein møguleika fyri at taka
málið upp aftur, og at venda
aftur til 7 valdømi.
Men soleiðis nýtist tað
ikki at vera. Tað eru nógvar
góðar grundgevingar fyri
bæði einum valdømi og fyri
fleiri valdømum. Og tað ber
til at avgreiða spurningin
um valdømir virðiliga.
Eitt gott argument fyri
einum valdømi er til døm is
at bøta um tað óhugna liga
demokratiska undirskotið
av kvinniligari umboðan
í okkara parla menti. Ein
onnur góð grund er, at
Før oyar, sum framm an
undan eru ein útjaðari í
størri globalum høpi, hava
brúk fyri, at vit hugsa
landspolitiskt.
Sjálv haldi eg, at tað
demokratiska undirskotið
av kvinnum í Føroyskum
politikki er so álvarsamt, at
tað er átroðkandi at tryggja
eina betri javnsstøðu mill
um kynini. Tað er eins
sjálv sagt, sum tað er at
tryggja javnstøðu millum
landsfrøðiligu økini í Før
oyum.
Hvør
valskipan
tryggj ar bæði, vita vit helst
ikki enn.
Tað eru eisini nógv
góð argument fyri fleiri
valdømum. M.a. at tryggja,
at Føroyar ikki brotna av
um tvøran millum mið
staðarøki
og
útjaðara..
Men tað er ikki vist, at val
skipanin einsamøll kann
forða fyri, at tað hendir.
Eg rokni við, at tað skulu
onnur tiltøk til, enn ein
broytt valskipan.
Tað sum er átaluvert
og burtur úr vón og viti er,
at tað yvirhøvur ber til at
gera so stórar broytingar í
vallógini bara so hissini,
over night. Og at tað er
tilvildin sum ræður. Hetta
tekur alt trúvirði úr okk
ara politisku skipan. Og
tí skal tað sjálvandi vera
líka trupult at broyta val
skipanina, sum tað er at
broyta stýrisskipanina.
Skilagott at seta
valkommissión
Nú endaði allur ruðuleikin
um valskipanina við, at ein
kommisión
verður
sett,
sum kannar øll sjónarmið í
sambandi við ta valskipan,
sum skal vera galdandi í
Føroyum frameftir. Hetta
var ein skilagóð avgerð.
Vit hava sostatt fingið
møguleikan fyri at vísa, at
tað hóast alt er eitt sindur
av virðing fyri teim um
demokratiskum
spæli
reglum, sum eiga at ráða í
einum fólkaræði.
Umráðandi er, at ein
nýggj valskipan fær bert
gildi, um hon verður sam
tykt av tveimum løgtingum,
á sama hátt sum broytingar
í stýrisskipanarlógini.
Tað eru fólksins áhuga
málum, sum valskipanin og
Løgtingið skulu tæna, ikki
egináhugamálum.
Tí eiga vit at hava eina
fólkaatkvøða um val skip
anina.
– Tað skal vera líka trupult
at broyta vallógina sum
stýrisskipanarlógina.