fríggjadagur 14. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
14
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herdis Gaardbo á Toftum hevur átt og
rik ið Kiosk Bonus á Glyvrum í fleiri ár,
men nú heldur hon, at tíðin at komin til
at gevast. Enn er lykilin ikki snaraður
enda liga, men tað verður hann um
heilt stutta tíð. Hon ætlar sær nú at
selja kioskina, sum hon keypti, eftir at
mað ur hennara Ivan doyði av sjúku,
bert 54 ára gamalur í 1989.
– Enn havi eg opið onkra løtu av
og á, tí enn er onkur vøra eftir. Her
er nakað av sodavatni og okkurt smá
veg is aftrat. Tað er ein tíð síðan, at eg
segði bløðini frá mær, so tey koma ikki
long ur. Nakað av vøru kann eisini latast
inn aftur.
Herdis, sum er fødd 19. oktober í
1940, heldur, at skal hon eiga nøkur ár
eft ir, har hon ikki er so bundin, sum
hon hevur verið hesi meiri enn 20 árini,
hon hevur átt og rikið kioskina, so skal
tað verða nú.
– Nú ætli eg mær at njóta pen sjóns
ár ini, soleiðis sum eg higartil ikki havi
havt stundir til at gera. Kioskin hev ur
verið opin hvønn dag í árinum, undan
tikið á jólum og páskum, og í nógv ár
havi eg onga fasta hjálp havt. Onkur
hevur tó verið at heitt á, tá tað hevur
bor ist mær frá at fara til arbeiðis, sigur
hon.
Saknur kortini
Kiosk Bonus á Glyvrum hevur havt op
ið hvønn yrkadag frá klokkan 14 til 23.
– Hetta vóru mangan langir dagar í
eini keðiligari tíð á degnum og kvøldi
num. Eg dugi ikki ordiliga at siga,
hvussu avgerðin kennist, men tað verð
ur ivaleyst saknur í ikki longur at fara
inn í kioskina um dagarnar. Øll hesi ár
hava fleiri viðskiftafólk gingið aftur,
og tað hevur verið ein serligur hugni
at hava havt við hesi fólk at gera. Eg
væn ti, at eg fari at sakna tað sosiala,
sum hetta virksemi hevði við sær, sigur
hon.
Herdis sigur, at tá hon keypti kiosk
ina, var meiri virksemi í umhvørvinum
kring um økið, og hon hevði eisini
onkran at hjálpa sær, tá ástóð.
– Her var Glyvra Bio við sínum
virk semi, skótar í kjallaranum í
Missións húsinum, meiri virksemi í
Kvinnufelagshúsinum, og størri næm
ing ar gingu í Glyvra skúla. Okkurt
skifti var eisini pylsuvognur, sum alt
til sam ans dróg meiri fólk til umhvørvið
her rundan um, sigur hon.
Sum kvinna í góðum árum og eftir
sit andi við trimum vaksnum dreingjum,
tá maðurin doyði, mátti hon taka sær
okkurt fyri, sum kundi geva henni eitt
fíggjar ligt grundarlag.
– Eg arbeiddi í Kiosk Bonus um tað
mund ið, tá eg keypti. Hetta var ein
lut fals liga stór íløga, sum eg noyddist
at fíggja við láni. Hetta var í eini tíð,
har fíggjarligu viðurskiftini í Føroyum
byrj aðu at gerast trupul, og at kalla alt
land ið fá ár eftir rendi seg í eina djúpa
fíggjar liga kreppu.
Herdis sigur, at hóast at kalla alt
sam felagið merkti kreppuna tíðliga í ní
ti ár unum sum ógvuliga tyngjandi, gekk
tað kortini hampiliga væl hjá henni tey
fyrs tu árini, hon átti og rak kioskina.
– Hetta var tungt, men sølan var
nógv betri, enn hon hevur verið seinnu
ár ini. Eg havi so átt kioskina øll hesi ár,
og eg havi megnað at havt hana gang
andi, leggur hon aftrat.
Fer at selja Bonus
Herdis og Ivan eiga tríggjar synir. Tveir
teirra búgva í Danmark, meðan hin
yngsti býr á Toftum.
– Eg haldi ikki, at nakar teirra hevur
hug til at reka hetta virksemi víðari,
sig ur hon. Enn er Kiosk Bonus ikki seld,
men okkurt er í umbúna, og Herdis
vænt ar, at tað ikki fer at ganga so long
tíð, til, at selt verður.
Sum blaðung arbeiddi Herdis nøk
ur ár í matvøruhandlinum hjá Miu
í Tróndargøtu í Havn, men annars
var hon eins og mangar kvinnur í
kommununi eitt langt áramál á flaka
virki num Nyki á Toftum.
– Eitt skifti arbeiddi eg eisini í mat
vøru handlinum í Oyrunum, sum tá
varð róptur Oyrahandilin. Mær dámdi
væl at arbeiða í handli, sigur fryntliga
kvinn an á Toftum.
Fekk handilsskúlaprógv
Meðan hon arbeiddi hjá Miu í Trónd ar
gøtu sum 1516 ára gomul, gekk hon um
kvøldarnar eisini á handilsskúla, men
hon gjørdi seg ongantíð lidnan har.
– Handilsskúlaprógv tók eg ikki fyrr
enn nógv ár seinni á Kambsdali. Hetta
var veturin 1974/1975, og tá var hetta
eisini kvøldskúli, sigur hon.
Herdis Gaardbo riggar nú av á Glyvr
um. Eitt langt og stundum stræv ið kapitul
í lívi hennara er av.
– Nú fari eg at njóta pensjónsárini
við øðrum enn at standa í eini kiosk frá
klokkan 14 um dagin til 23 á kvøldi. Eg
haldi, tað er rætt at gevast, meðan man
enn finnur hurðina, sigur Herdis Gaard
bo.
– Nú fari eg at njóta pensjónsárini.
Eg haldi, tað er rætt at gevast,
meðan man enn finnur hurðina,
sigur fryntliga Herdis Gaardbo,
sum í meiri enn 20 ár hevur átt
og rikið Kiosk Bonus á Glyvrum
mynd: vilmund jacobsen
til arbeIðIs
starv: Sjálv leiðari
besta við starvinum: Tað sosiala
ringasta við starvinum: Nógv bundin
starvstíð: 1990
starvsfólk: Einsamøll
staður: Glyvrar
stjóri: Eg sjálv
fakta herdis gaardbo
Gevst meðan tú
enn finnur hurðina
– Tað var eiTT sTórT Tak í sínari Tíð aT keypa KiosK Bonus. íløgan var
luTfalsliga sTór, men sølan var BeTri Tá, enn hon hevur verið seinnu
árini. eg havi so áTT kioskina øll hesi ár, og eg havi megnað aT havT hana
gangandi, sigur herdis gaardBo, sum nú er í ferð við aT rigga av á glyvrum