Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 Sosialurin Umhvørvi á breddan Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Hesa vikuna er serstøk Umhvørvisvika í Tórshavnar Kommunu. Við ymiskum tiltøkum á skránni verður enn einaferð víst á týdningin av at hava eitt reint umhvørvi í høvuðsstaðnum. Sum ein part av skránni hava bæði høg og lág í kommununi verið úti og ruddað, og í morgin er almennur ruddingardagur í býnum. Mikudagin vóru vit úti við myndatólinum og fangaðu tá fólk, sum á einhvønn hátt gera sítt til at røkka málinum um ein reinan bý. Børn og starvsfólk í býlingshúsinum vesturi á Flat høvdu verið í Nólsoy og sett epli niður. Við hesum læra tey, at einki kemur av ongum, og at tað er neyðugt at fara væl við náttúru okkara Fólk frá umsitingini í býráðnum vóru eisini úti og ruddaðu mikudagin. Her eru tvey teirra - v.m. Hanna og Julianna - og rudda í Sandagerði Børnini úr frítíðarskúlanum í Hoyvík leitaðu eftir steinum og øðrum, sum skal gerast til teirra listaverk. Tey vóru øll sera væl nøgd við dagin