Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 14. mai 2010 15 VIKUSKIFTI Hví kallast oyrað, sum vit lág­ lønar trælir fáa 1.mai, frítíðarløn? Tilvild? Nei. Heldur ikki, tí at í ár var stríðsdagurin ein leygar­ dag, so tey flestu høvdu frí allan arbeiðaraarbeiðsdagin. Er hon løn fyri frítíðina, tit hava havt í arbeiðstíðini til at roykja ella vera heima hjá sjúk­ um børnum? Nei, heldur ikki. Tann frítíðarlønin er við í føstu lønini hjá teimum, sum hava fasta løn. Jú, hon eitur frítíðarløn, tí hon skal brúkast til at hava frí, summarferiu, fyri. Tað er í veruleikanum hálvgum eitt lógar­ krav. Í lógini um frítíð við løn stend ur millum annað, at avtala um at siga frá sær rætt til frítíð, frítíðar løn, frítíð við løn ella frítíðar ískoyti er ógildug. Tú kanst ikki nokta at fáa frítíð ar løn. Andin í lógini, sum tað eitur so øgiliga fínt, er so tann, at pengarnir skulu brúkast til feriu. Ikki at keypa fyri í arbeiðs tíðini. Tí og men í veruleikanum er veruleikin tann, at tá frítíðin kem ur, er frítíðarlønin brúkt og farin. Handlar og onnur, sum eisini hava brúk fyri okkara peng­ um, sótu sum rægammar og bíðaðu eftir okkara frítíðarløn. Post kassin var hesar dagarnar á tremur við tilboðsbløðum og mátti tømast tvær ferðir um dagin fyri at finna brævið um frítíðarlønina í glitrandi blað­ dungunum. Tunnilsdagur var, so fólk kundu fara í aðrar oyggjar fyri einki at keypa sama skramb­ ul, sum tey kunnu koyra nakrar hundr að metrar og keypa, har sum tey búgva. Rúsan var tó eina viku ov sein at hava opið leygardag. 8.mai var øll frítíðarløn longu brúkt. Men úr Rúsuni kom tíverri heldur einki tilboðsblað. Rætt og slætt: frítíðarlønin skal brúkast at halda summarfrí fyri. So hon skal ikki brúkast í tilboðshandlum í Føroyum, teim­ um dýrastu í Evropa, sigst, men í Danlandi og Lallandilalandia, sum eisini hava tilboð. Vit láglønartrælir eiga, nei, eru tvingað til at hava summarfrí, so vit koma væl hvíld og lødd aftur til flutningsbandið. Sum maðurin kortini segði: einki er so ringt, at ikki okkurt er verri. Handilsfólkini fáa onga frí tíð ar løn aðra enn okkara, og tey hava ikki stundir at fara í summar frí. Tað hava tingfólk. Tey hava langa feriu, 11 vikur, tí tey skulu røkja valdømið. Tey gera annars lítið annað í arbeiðstíðini. Og nú alt landið er valdømið hjá øllum, noyðast suðringar at fara heilt til Mykinesar ella í Fugloynna at pleyga valdømið. Tað er langt at fara, eisini hjá suðringunum, sum búgva í Havn. Men summarferian hjá løgtinginum var longri fyrr, tá sjey valdømi vóru. Sjáldan, fyri ikki at siga ongan tíð, ber til at siga løgtingið og logikkur í sama setningi. So....nú blivu valdømini sjey aftur. Kanska eru tey vorðin fimm ella eitt ella ein fólkaatkvøða ella fimm serfrøðingar ella okkurt heilt annað eftir evstamark hjá mær. Tað einasta rætta er einki val dømi. Gevið løgtinginum frí uttan løn í 500 ár. Sum sagt, tað er forboðið ikki at halda summarfrí. Eina ferð bað Uttanríkisráðið okkum ferðast í egnum landi, ikki í egnum ríki. Sendi stovan gjørdi faldaran, minn ist meg rætt. Minnist tó ikki, um hann kom 1.mai sum eitt tilboð. Eg kann bara siga, at eg havi ferðast ikki sørt í egnum landi, á flogvøllin og aftur haðani til Havn ar. Tú fært tvær oyggjar í ein um høggi, tríggjar, um vit telja hasa á vegnum við Sandavág við. Jú, nógv supertilboð vóru, meðan frítíðarlønin var á lønar­ kontuni og vendi. Hvussu við til dømis einari ísøks til havan? Eykajáttan til tilboð UmaftUrafturum høgni djurhuus Hvør rakar holið? her er gjørt klárt til eina øðrvísi kapping, har tað ræður um at skjóta ein golfbólt í stóra trailaraholið. hole in one ella ikki, so er hetta eitt stuttligt og nýskapandi spæl. EB/Streymur er vinningurin Fyri aðru ferð í fýra dagar fekk NSÍ fulla úrtøku á heimavølli. Í kvøld vunnu teir 2-1 móti EB/ Streymi, sum bara hevur vunnið ein av seks dystum. Liðið hevur annars verið mett sum eitt gott boð uppá føroyameistaraheitið. Kringvarp.fo Og tey siga, at tað er ikki ótrygt Stórt fall í flogferðsluni Portal.fo Hetta hevur Elvis sagt eftir at hann doyði Elvis Presley doyði ikki av hjartaslag, sum tíðindini vildu verða við, men av nøkrum sum Elvis sjálvur helt vera ”flovisligt”, skrivar læknin hjá Elvis Norðlýsið Ger kvettið! Bóndagarður til sølu fyri 140 krónur Sosialurin Ja, hvar blíva várið og summarið av? Nýtslan av gjaldskortum kavaði Dimma Reytt kort til dómaran Dómarin metti, at hann feldi Klæmint Olsen Portal.fo Skjótt arbeitt Skjóttarbeiðandi bólkurin skjótt arbeitt í tvey ár Dimma Fastar millum fríggja- og mánadag Sjálvtøkur óvirknar í vikuskiftinum Fráboðan frá peningastovni Pent píkaland Píkafríðar Føroyar, so sleppast kann undan "Bummun" Facebook-bólkur Helst tí teir vunnu NSÍ vann á sperdum sundalagsmonnum Kringvarp.fo 21 dystir eru eftir! ÍF nærkast heiðursmerkjum Dimma Teir fingu onga skaðar Fysioterapeutarnir vunnu virkiskappingina Dimma ranga í strúpan smádrognurin hyun Bong tímdi ikki at verða í einum haldi fyri føðingardegnum hjá Buddah, sum verður 21. mars. hyun royndi at rýma frá haldinum, men hann slapp ikki langt. næstu tríggjar vikurnar skal hann halda til í einum templi, har hann og sjey onnur børn skulu royna lívið sum munkar. Tosa ov nógv Tað er einki stuttligt at sita í bíðirúminum hjá læknanum. Eitt er, at tað tekur evigheitir at sleppa fram at, og nakað annað er, at hini fólkini eru ikki so festlig at hoyra uppá. Tey tosa so nógv, um hvat feilar teimum, at mann sleppur ikki at fortelja um sína egnu sjúku. rýmir frá føðingardegi Mynd: Polfoto