Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81 16 Sosialurin 30 ára føðingardagur Hósdagin 20. mai, fyllir Elvin Weihe, Runavík, 30 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 22. mai kl. 18, á Sjókaféini í Runavík. Øll eru hjartaliga væl komin. 60 ára føðingardagur Leygardagin 22. mai verður Lisabett Egilstrøð Hansen 60 ár. Brunch verður á Verkstaðnum Vón, Hóvabrekka 1, á Argjum frá kl. 12. 60 ára føðingardagur 29. mai fyllir Magnus Hansen, Norðskála, 60 ár. Dagurin verður hildin í Eydnuni á Oyrarbakka leygardagin 15. mai frá kl. 19. 60 ára føðingardagur 4. august verður Heiðveig Tindskarð 60 ár. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum 17. juli kl. 18. Tey ið vilja gleða Heiðveig við at koma í føðingardagin, verða vinarliga biðin um, at siga frá áðrenn 20. juni. Tlf.: 317326/264030 (Heiðveig), 277556 (Barbara), 227796 (Yvonna). Silvurbrúdleyp Týsdagin 22. juni hava Bodil og Eliesar Finnsson, Hólavegur 23, Porkeri, silvurbrúdleyp. Veitsan verður fríggjakvøldið 25. juni kl. 19 á Hotel Øravík, tey ið vilja gleða okkum at koma, verða biðin at siga frá á tlf. 373860 ella 227496. Konfirmatión 16. mai verður Hjørdis Joansdóttir konfirmerað í Kvols kirke. Konfirmatiónin verður hildin í Føroyum í summar. Nøvn Herfyri skipaði Bowling­ høllin á Hálsi í Havn fyri eini firmakapping, har vinn­ ararnir fingu ein kekk upp á 5.000 krónur at geva burtur til eitt valgerandi endamál. Tað vóru 10 lið sum kapp aðust við trimum per­ sónum á hvørjum liði. Liðið sum vann var eitt lið hjá bilstøðini Auto. Á liðnum vóru Kári Enghamar og brøðurnir Jón og Thorvaldur Haraldsen. Teir valdu at geva tær 5.000 krónurnar til Umsorganarheimið hjá Bláa Krossi í Grønalíð 3 í Havn. Bilførarar hjá Auto hava annars bowlað hvørja viku, síðan Bowlinghøllin lat upp fyri umleið 10 árum síðan. Í 1960 tóku 32 næmingar prógv á Tórshavnar Handilsskúla. Hesi kunnu sostatt halda 50 ára jubileum í ár. Myndin er tikin í auluni í Tórshavnar Kommunuskúla. Næmingar í Tórshavnar Handilsskúla í 1960 Fremsta rað f.v.: Hildubjørg Vesturklett, Jórun Dam Jacobsen, Marita Christian­ sen, Jórun Gunnarsson, Sólrun Hentze Rasmussen, Jonnvá á Steig, Kára Tofte­ næs og Jórun Hansen. Annað rað f.v.: Elinborg Nysted Danielsen, Johanna Hammer, Nanna Poulsen, Oddvør Hansen, Eyrith Gutte sen, Ása á Dul, Annika Thomsem, Johanna Gaard­ lykke, Sunnuva Clement sen og Jóhanna Danielsen. Triðja rað f.v.: Kjartan Dalsgaard, Jógvan Hammer, Poul Johannes Lindberg, lærari, Holger Bærentsen, skúlastjóri, Jacob Wenningsted, lærari, Hans Huusgaard, lærari, Peter Højgaard Simonsen, lærari, Sofus Rasmussen og Eli Poulsen. Aftasta rað f.v.: Heðin Mikkelsen, Vilmund Hvít­ hamar og Meinhard Hentze. Sjey næmingar vanta á myndini, teir eru: Sigurd Carlsson, Gunvør Christiansen, Ketty Hansen, Fríðbjørg Olsen, Ottar Olsen, Judith Næs Joensen og Grimhild Mohr. Fyri 50 árum síðan: Handilsskúlaprógv í 1960 Gávukekkurin verður handaður í Bowlinghøllini, f.v. Jón Haraldsen, Thorvaldur Haraldsen og Kári Enghamar frá bilstøðini Auto handa kekkin til Yvonnu Drangberg leiðara á Umsorganarheiminum hjá Bláa Krossi í Grønalíð 3 Mynd: Jens Kristian Vang Bowlingvinningur til Bláa Kross