fríggjadagur 14. mai 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
16
VIKUSKIFTI
Søgan um p-bollan
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Spurningurin er, um nøkur uppfinning
man hava havt so stóra ávirkan á
vesturheimin, sum p-bollin hevur havt.
Tað, at parlagið ikki longur merkti ein
stóran barnaflokk og nógvar munnar
at metta, hevur havt alstóran týdning
fyri menningina og sosialu gongdina í
vesturheiminum.
Barnatalið ein trupulleiki
Kunningin um barnsburð og biologi
var lítil og eingin fyrst í farnu øld, tí
evnið var strangt tabu. Tískil merkti
hjúnarbandið ein riðil av børnum, og
serliga kvinnurnar liðu undir hesum, tí
tað var strævið at eiga og passa so nógv
børn. Kvinnurnar vóru somuleiðis illa
kroystar, tí maðurin hevði eftir lógini
rætt at stinga í sekkin,
um konan ikki vildi gera
sína hjúnaðarligu skyldu. Og at
standa einsamøll við einum stórum
barnaflokki var ógjørligt. Tí var tað
nærum ógjørligt at avmarka barnatalið.
Eingin fyribyrging var, og tey vóru
fá, ið vóru so ósømilig at taka evnið
uppá tungu. Tað var eisini beinleiðis
ólógligt, tí lógir vóru, sum bannaðu
øllum fyribyrgjandi evnum. Ymsu
trúarsamfeløgini høvdu somuleiðis so
stórt vald, at sjálvt ikki heilivágsfeløgini
hildu seg til at finna eina loysn.
Men tað vóru tó nakrar damur,
sum løgdu líka í hvat var lógligt og
hvat var sømiligt og sum bardust fyri
kvinnusakini. Ein teirra var Margaret
Sanger, sum alt sítt lív hevði stríðst fyri
at fáa fyribyrging til kvinnurnar. Hon
var vorðin 71 ára gomul, tá hon umsíðir
fann ein granskara, Gregory Pincus,
sum var føðingarlækni og sum vildi
á t æ k a
sær
upp-
gávu na. Men teim-
um manglaðu pening,
inntil tann tá 78 ára gamla og
sera ríka Katherine McCormick játtaði
at gjalda. Eitt heilivágsfelag og ein
gynækologur, John Rock, komu eisini
upp í leikin, og so var grundin undir
p-bollanum løgd.
Eingi mótmæli
Tá arbeiðið kom so mikið langt, at tað
var klárt at avdúka p-bollan, høvdu
tey ímyndað sær risastóra mótstøðu
og eitt satt rok. Men tað komu bert
fá mótmæli, og ístaðin streymaðu
milliónir
av kvinnum
til læknarnar fyri at
fáa hendur á hesi lítlu
tablettini við stóra árininum.
Bert katólska kirkjan var áhaldin í
sínum mótmælum.
Tey allarflestu sóu nú fyrimunirnar
av at kunna sleppa undan óynskum
børnum uttanfyri hjúnarlag – ella
ótalligum barnsburðum innanfyri
Lítli bollin,
sum broytti
vestur heimin
Sunnudagin 9. mai hevði p-bollin 50 ára føðingardag. lítla undrið var
leingi ávegiS, áðrenn amerikonSku myndugleikarnir í 1960 loyvdu nýtSlu av
p-bollanum Sum fyribyrging. tað var eitt Stórt frambrot í kvinnufrígeringini
– og í dag taka yvir 100 milliónir kvinnur kring allan heim p-bollan dagliga