fríggjadagur 14. mai 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 14. mai 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
BáTaSTEvna í
vESTmanna
Seinastu átta árini hevur árlig bátastevna
verið í vestmanna, og nú vit koma inn í
hálvan mai verður ársins stevna hildin.
Umframt teir mongu bátarnar, sum
savnast í vestmanna, koma fólk eisini við
húsvognum. Ymiskt tiltøk verða á skránni
fríggjadagin og leygardagin.
Bátastevna
vestmanna
Fríggjadagin 14/5 og leygardagin 15/5
Legendarisk steypafinaLa
kendasta steypakappingin í fótbólti er helst enska fa Cup kappingin, og leygardagin
verður finalan í hesi kapping spæld. Í finaluni eru ensku meistararnir Chelsea og
niðurflytararnir portsmouth. Chelsea kann vinna greipuna leygardagin, ella skapar
portsmouth eina óvanliga ævintýrsøgu við at vinna steypakappingina.
Chelsea-Portsmouth
fa Cup finala
Leygardagin 15/5 kl. 15.00
pÍLagrÍmsgonga
úr ØravÍk
sunnudagin verður pílagrímsgonga í suðuroynni.
gingið verður úr Øravík til fámjins. Byrjað verður við
stuttari gudstænastu í Bønhúsinum. síðan verður
gingið eftir gomlu bygdagøtuni um tingstovuna niðan
á mannaskarð. har verður ein steðgur og matpakki
etin. haðani verður so gingið til fámjins, har endað
verður við gudstænastu í fámjins kirkju. tað verður
eisini steðgað á við ávís støð á leiðini, har komið
verður við nøkrum hugleiðingum og sálmur verður
sungin.
Pílagrímsgonga
úr Øravík til fámjins
sunnudagin 16/5 kl. 13.00
ThE Road
Ein pápi og sonurin ganga ígjøgnum eitt
oyða landslag. Øska er í luftini, kuldin
bítandi og kavin gráur. Teir hava bert ein
revolvara at verja seg við ímóti teimum
lógleysu, og málið fyri ferðini er strondin.
Filmurin byggir á skaldsøgu við sama navni,
sum í 2007 fekk amerikansku Pulitzer
virðislønina. høvuleiðsleikari í filminum er
viggo mortensen
the road
dvd-filmur
forsetakonan
taLar
hon er kona amerikanska forsetan george W. Bush,
men hon gjørdi ikki so nógvan háva burtur úr sær
sum forsetafrúa. nú hevur Laura Bush skrivað sínar
endurminningar. hon greiðir frá uppvøkstrinum
sum einabarn í eini familju, sum misti trý børn beint
fyri ella beint eftir føðing, og hvussu hon endaði í
hvítu húsunum. Laura Bush sigur eisini søguna um
mannin, sum drakk illa, men megnaði at gevast –
og endaði sum amerikanskur forseti.
laura Bush
spoken from the heart
simon & schuster Ltd
stór konsert
Í siLo
Leygardagin verður stóra saltsilokonsertin
á drelnesi í suðuroy. ein rúgva av kendum
tónleikarum fara at spæla á stuðulskonsertini
til frama fyri siloprojektið. teirra millum eru
frændur, teitur Lassen, Jens marni hansen, hallur
Joensen, tinganest, Brandur enni og fleiri. Íroknað
atgongumerkjaprísin er ferðingin við smyrli.
silokonsert
drelnes
Leygardagin 15/5 kl. 18.30