fríggjadagur 14. mai 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mai 2010 · Nr. 81
24
Sosialurin
Vit skulu
politikkur Skal norðurlendska vælferðarskipanin standa seg
í altjóða kappingini, mugu vit duga meira og betur enn hini. Tí er
einasta gongda leiðin útbúgving og aftur útbúgving. Hetta sigur
Helle Thorning-Schmidt, sum vitjar í Føroyum um vikuskiftið
Rigmor Dam
Tá Sosialurin liggur í sølu búð unum
um middagsleitið í dag, er kvinn
an, sum eftir øllum at døma verður
komandi, og fyrsti kvinnu ligi, for
sætis ráð harrin í Danmark, við í flog
fari num til Føroyar.
Hetta er fyrstu ferð, at Helle
ThorningSchmidt,
forkvinnan
í
danska javnaðarflokkinum, vitjar
Før oyar og føroyska systurflokkin,
sum hevur landsstevnu um viku
skift ið.
Arbeiða meira
Hóast tíðin var knøpp eydnaðist tað
í gjár Sosialinum at fáa orðið á Helle
ThorningSchmidt til eitt stutt prát
um ferðina her upp og um av bjóð
ingarnar, sum norður lendsku væl
ferðar statirnir standa yvirfyri.
Seinastu dagarnar hevur Helle
ThorningSchmidt, saman við Villy
Søvn dal úr SF, lansera eitt upp skot til
ein búskaparreform, sum skal bjarga
Dan mark úr krepp u ni. Tí hevur frúan
havt úr at gera í seinastuni.
Í pakkanum, sum hevur fingið
heitið ”En fair løsning”, verður mill
um annað skotið upp, at senda
donsku arbeiðsmegina til arbeiðis
12 minuttir longri hvønn dag, at fáa
fleiri fólk at útbúgva seg og at lata
tey lesandi enda útbúgvingarnar eitt
hálvt ár skjótari.
Norðurlendskur hugni
Men aftur til prátið við Helle Thorn
ingSchmidt og prátið um norð ur
lendsku vælferðina.
Í hesum, fyri norðurlond, eins og
fyri restina av heiminum, so av bjóð
andi tíðum, kann vera ilt at síggja,
hvussu norðurlendska væl ferðar
skipan in fer at hóra undan. Hendan
skip an, sum flokkar bæði á høgra og
vinstra vonginum í dag taka undir við
og ynskja at varð veita kjarnuna av.
Í einum heimi í svárari fíggjar ligari
kreppu, har hug tøk sum globalisering
og verður lags broytingar seta polit
isku dags skránna á altjóða pallinum,
kann ein freistast at spyrja, um vit
fram haldandi kunnu, ella sleppa, at
sita her uppi í horninum og hugna
okkum.
Vit skulu duga best
Hvørjar avbjóðingar heldur Helle
ThorningSchmidt verða tær mest
átrokandi í norðurlendska væl ferðar
skipan ini, spyrja vit danska javn aðar
politikaran.
Hon staðfestir beinanvegin, at
tað, sum skal bjarga norður lendsku
skipanina er útbúgving og før leika
menning av fjøldini.
Í hesum sambandi greiðir hon frá,
at tá hon er runt í landinum og vitjar
fyritøkur, hoyrir hon upp í saman
starvsfólk og leiðarar tosa um, at
fram leiðslan fer at flyta úr Dan mark.
Og her tosa vit um næstan alla
framleiðslu, staðfestir Helle Thorn
ingSchmidt, sum vísir á, at tey, eitt
nú í Kina, eru næstan líka dugnaligt
at framleiða sum vit í Norður londum,
men, at tey eru nógvar ferðir bíligari.
Tí noyðast vit at duga betri enn
tey, skulu vit standa okkum í kapp
ing ini. Og skulu vit alla tíðina út
búgva og førleikamenna fólkið í
okkara londum. Og so nyttar tað
also onki, at so nógv ung fram vegis
ikki fáa eina útbúgving, sig ur Helle
Thorn ingSchmidt.
Stabilitetur og sosialur javni
Eyðkenni við vælferðarstatunum í
Norður londum er, at hesi lond hava
skipað seg við felags skaps loysnum.
Her hava øll atgongd og rætt til
vælferðartænasturnar, sum verða
fíggj aðar úr almenna kassa num ella
gjøg num solidar iskar loysnir.
Eitt annað eyðkenni er, at lønar
mun urin er lítil, og at arbeiðs
markn aðurin
er
væl
skipað ur.
Megin parturin av løn takara fjøldini
er skipaður í fakfeløg, sum saman
við arbeiðs gevara feløgum og polit
iska myndug leikanum eru við til at
tryggja eitt ávíst sosialt og fíggjar
ligt støði. Hendan skipan er við til
at skapa stabilitet og sosial an javna,
sum so skal tryggja londunum kapp
ingar føri í mun til um heimin.
Felagsskapurin er styrkin
Men hvat heldur Helle Thorning
Schmidt verða størsta fyrimunin í
væl ferðarskipanini?
Uttan iva er felagsskapurin tann
allar størsta styrkin. At vit hjálpa
hvørjum øðrum. Soleiðis verða vit før
fyri at tryggja, at øll hava atgongd til
ein góðan skúla og eitt gott heilsu
verk, og hetta gevur tryggleika, stað
festir Helle ThorningSchmidt, sum
eisini vísir á, at sosiala trygdar net ið
gev ur fleksibilitet á arbeiðs mark nað
i num.
So, hóast nógv vilja vera við, at
skatturin er høgur og at vælferðin
kostar nógv, so eru norðurlondini
mill um tey allar ríkastu og mest
kapp ingarføru londini í heiminum,
sigur Helle ThorningSchmidt við
Sosialin.
Hatar fólk sum snýta
Men hvørjar veikleikar heldur hon so
vera í skipanini?
Pengarnir skulu passa. Tí nyttar
tað onki at geva skatta lættar, um hol
er í statskassanum, sigur forkvinnan
í danska javn að ar flokkinum.
Og so skulu vit als ikki góð taka
at fólk snýta. Eg verið ras andi óð,
tá eg hoyri um fólk, sum snýta við
almennum pengum. Tí væl ferðar
samfelagið er ikki eitt sjálvtøkuborð,
men ein felags skapur, sum bara
riggar, um vit øll geva okkara íkast,
staðfestir Helle ThorningSchmidt.
rigmor@sosialurin.fo
Helle í
Føroyum
Í sambandi við ferðina
til Føroyar sigur Helle
Thorning-Schmidt, at
hon hevur ongantíð
vitjað í Føroyum áður.
So hon hevur fylgt væl
við í veðurtíðindunum
seinastu dagarnar, og
hon vónar sjálvsagt
ikki, at øskan fer at
darva ferðina ov nógv.
- Eg eri vís í, at
tað verður ein stór
upp living
at
síggja
náttúru na, og eisini
síggi eg fram til at læra
systurflokkin
betri
at kenna. Men mest
av øllum gleði eg meg
til at hitta eina rúgvu
av
fittum
fólk um,
sigur Helle Thorn ing-
Schmidt, sum í sam-
bandi við ferðina eisini
fer suður til stóra silo-
til takið á Drelnesi.
Vil hava fólka
tingsumboð
Um luttøkuna á lands-
stevnuni hjá Javn að ar-
flokkinum leygardagin
sigur hon seg fyrst og
fremst koma fyri at
lurta.
- Men eisini fyri at
fortelja, at vit ynskja
ein
ríkisfelagsskap,
sum byggir upp á sína-
mill um virðing og at
vit júst eru felags í
ríki num. Og so vóni eg
sjálv andi eisini, at eg
kann hjálpa við til, at
føroyingar aftur fáa
eitt javnaðarumboð á
Fólkating, sigur Helle
Thorning Schmidt við
Sosialin.