týsdagur 15. januar 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 9 - 15. januar 2002
Nr. 9 - 15. januar 2002
33
Deildarleiðarastarv
á
Menningarstovuni
Til tess at styrkja virksemið og ráðgevingina í
útflutningsviðurskiftum á Menningarstovuni (Faroe
Islands Trade Council) verður deildarleiðarastarv
við hesum lýst leyst at seta 1. februar 2002 ella
skjótast gjørligt.
Stovan arbeiðir við at umskipa sítt virksemi innan
útflutningsøkið burtur frá higartil kendu framsýn-
ingarluttøku til uppsøkjandi tørvs- og marknaðar-
kanningar, upplýsing um marknaðarmøguleikar og
føroyska vinnu, skeiðsvirksemi og kunningarferðir
v.m.
Hon/hann, ið sett/ur verður, skal taka sær av hesari
umskipan og fremja hana í verki.
Førleikakrøv:
Vit hugsa okkum, at hon/hann, ið sett/ur verður,
hevur ástøðiligan, akademiskan førleika í altjóða
handli ella líka útflutningskenda útbúgving, vinnu-
ligar royndir og hevur í verki sýnt kreativ avrik á
hesum øki.
Tað er ein fyrimunur, at tann setti hevur innlit og
kunnleika um traditionella føroyska vinnu, men við
vinnupolitiska setninginum um nýggjar vinnur
verður størri dentur lagdur á førleika/kunnleika til
altjóða marknaðin av hesum vinnum.
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti verða sbrt. avtalu mill-
um avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálastýrið ella
avtalu, ið kann góðkennast av Fíggjarmálastýrin-
um.
Umsóknir um starvið verða at senda Menningar-
stovuni, att.: Kjartan Kristiansen, stjóra, í seinasta
lagi 27. januar 2002. Nærri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til Kjartan Kristiansen.
Menningarstovan
Faroe Islands Trade Council
Bryggjubakki 12
Postrúm 259
FO-110 Tórshavn
Tlf. +298 31 30 28
Fax +298 31 04 59
e-mail: kjkr@trade.fo
Lóg og reglugerð fyri Menningarstovuna áseta, at
Menningarstovan skal stuðla menningini av før-
oyskum ídnaði, handverki og tænastuvirksemi við
ráðgeving innan tøkni, búskap, leiðslu og útflutn-
ing og fyriskipan og luttøku í vinnufremjandi átøk-
um innan nevndu øki. Við at byggja brýr millum
politiska viljan og vinnuna um vinnumenning eigur
virksemið serliga at vera málrættað ímóti
– átøkum, sum menna útflutningsførleikan hjá
føroyskum fyritøkum
– skipaðari menning av ávísum vinnugreinum og
nýggjum vinnugreinum
– at seta ávís menningarøki í brennidepilin
– menning av vinnuligum undirstøðukervi
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Honda Civic 1,5 I VTEC – 5 hurðar
Árg.: 1996
KM.: 105.000
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú og
kann síggjast hjá tryggingini á Smyrilsvegi, 100
Tórshavn.
Beinleiðis tlf. 345727
Fax. nr. 345607
e-mail: fm@trygging.fo
Fróði Müller
at hitta mánadag til hósdag millum kl. 08.30 til
10.00 og fríggjadag millum kl. 08.30 til 16.00.
KT-vørður
til Sjónvarp Føroya
team85
Sjónvarp Føroya er sjálvstøðugur stovnur undir landinum,
sum mótvegis borgarunum hevur skyldu til at útvarpa
sjónvarpssendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan
og undirhald. SvF fíggjar sjálvt rakstur sín. Inntøkurnar
stava frá hyggjaragjaldi, umframt handilsligum virksemi.
Sjónvarp Føroya
Eitt starv sum KT-vørður er leyst at søkja í
Sjónvarpi Føroya.
Arbeiðið umfatar umsiting av servarunum
hjá SVF, backup og support av brúkarum.
Umframt tað eru eisini ymiskar aðrar ad-
hoc uppgávur, sum javnan stinga seg upp í
einum livandi umhvørvi.
Viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroynd-ir.
Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur arbeitt við
netloysnum, og at umsøkjarin hevur hegni
til skjótt at seta seg inn í nýggj forrit og
nýggjar skipanir. Neyðugt er, at umsøkjarin
er fyrikomandi og hevur lætt við at starvast
saman við nógvum ymiskum fólkum.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Sjónvarp Føroya, telefon 340400 og
spyrja eftir Jónheðin Tróndheim.
Løn sambært sáttmála millum Starvs-
mannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir við CV, prógvum og viðmælum
verða at senda til Sjónvarp Føroya,
postboks 21, 110 Tórshavn, og skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagi tann 25.
januar, 2002.
Førleikakrøv:
Pedagogar
til Dagstovnin í Fuglafirði
Til stovuna undir Hamri verður søkt eftir 1
pedagogi 35 t.viku og 1 pedagogi 40 t.viku,at byrja
1. mars 2002. Størvini eru á stovu við 12 børnum 0-
3 ár.
Til stovuna í Króki verður søkt eftir 1 pedagogi 40 t.
viku at byrja 1. mars 2002. Starvið er á stovu við 12
børnum 0-3 ár.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag/Fíggjarmálastýrið og kommunurnar.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til leiðaran í dagstovninum tlf. 225222.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og við-
mælum skulu verða býráðsskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 1. februar 2002 kl. 10.00.
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 14. januar 2002
Fuglafjarðar býráð
Skúrur til sølu
Skúrur, uml. 2,80 x 5,00 m, til sølu fyri hægsta,
hóskandi boð.
Skúrurin er av Tekniska Skúla sniðnum,bygdur síðst
í 80-árunum.
Verður seldur í tí standi, hann er í nú.Kontant gjald.
Skúrurin kann sýnast á Gróðurstøðini, Hvítanesvegi
3, Hoyvík.
Skrivlig boð skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 22. januar 2002.
Skógrøkt landsins
Hvítanesvegur 3, Hoyvík
Postrúm 1174
110 Tórshavn
telefon 310922, telefaks 310944,
teldupostur: skogrokt@skogrokt.vms.fo
Skeiðlærari til Trygdar-
miðstøðina fyri sjófólk
Vegnað tað, at ein av okkara lærarum fer í annað starv, søkir Trygdarmiðstøðin í
Klaksvík hervið eftir einum fólki,sum kann undirvísa í trygd á sjónum.Starvið er
leyst til setan skjótast gjørligt.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
undirvísa í trygd á sjónum, sum umfatar bæði ástøðiliga frálæru og venj-
ingar í at nýta bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við altjóða krøv og
tørvin hjá vinnuni
vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini.
Førleikakrøv:
Tað verður sett sum krav, at umsøkjari skal hava hægstu nautisku
útbúgving
starvsroyndir frá sjóvinnuni ella frá frálandavinnuni.
Fyrimunur er, um viðkomandi hevur royndir í at undirvísa og fyriskipa
trygdarvenjing umborð á skipi.
Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna taka ymisk endurútbúgvingarskeið,
sum eru viðkomandi fyri starvið.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og
avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið er Fiskimálastýrið, og stovnar/deildir undir tí,
umframt onnur aðalstýri og løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er
Trygdarmiðstøðin.
Tann,ið settur verður,má kunna tola broytingar í virkisøkinum og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálstýrinum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera
Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. januar 2002 kl. 15.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálastýrið, att: Sjóvinnufyrisitingin, Postsmoga 347, 110 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Trygdarmiðstøðina á tlf.
455882,og tosa við Marius Magnusson,leiðara,ella til Sjóvinnufyrisitingina á tlf.
353030 og tosa við Eyðun Berth Jacobsen, deildarstjóra.
Trygdarmiðstøðin fyri sjófólk, sum heldur til í Klaksvík, er skipað sum ein deild undir Fiskimálastýrinum,
Sjóvinnufyrisitingini.Á Trygdarmiðstøðin undirvísa 2 lærarir burturav.Umframt hesar er ein leiðari,sum
partvís tekur sær av frálæruni.Árliga eru tað umleið 600 næmingar,sum taka trygdarskeið.Tann verka-
ligi parturin, sum umfatar bátavenjingar og grundleggjandi eldsløkkivenjingar fara fram á støðini við
Borðoyavík.Tann ástøðiligi parturin ferð fram í hølunum hjá Trygdarmiðstøðini í Bøgøtu 38. Umframt
trygdarskeið, ið verður fyriskipað sambært ásetingunum í altjóða sáttmálanum STCW, veitir
Trygdarmiðstøðin eisini bátaførara og FRC - skeið í samarbeiði við Nutec í Noregi. Trygdarmiðstøðin
hevur eisini samarbeiði við hini norðanlondini um trygdarskeið og er limur í altjóða felafskapinum
IASST.
Fiskimálastýrið
Aðalskrivstovan
Hesa vikuna
-20%
útsølan byrjar mánadagin 21. januar kl. 08.00
Tel. 317661
Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn •
UNITED COLORS
OF BENETTON.
Gráur posi frá IRF
Frá mánadegnum 14. til leygardagin 19. januar
2002 fær hvørt húski í limakommununum eina
rullu við 26 gráum posum frá IRF.
Gráu posarnir eru ætlaðir til dagliga ruskið, sum
skal brennast.
Ein gráur posi verður heintaður frá hvørjum van-
ligum húski um vikuna.
Víst verður annars til kunningarsíðurnar fyri mars
og apríl í IRF-kalendaranum 2002.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Lýsið
við
brúktum
bilum
C
M
Y
K
33
32