Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 17. mai · Nr. 82 Sosialurin Leo Poulsen Í fjør var á fyrsta sinni roynt at skipa fyri sonevndu úti­ vikuni. Og hesar royndirnar hepnaðust so væl, at stig eru tikin til ein eina slíka viku í ár. Fólkaheilsuráðið og Heilsu málaráðið saman við Aksel V. Johannesen skipa fyri hesi vikuni, har tað í ár verð ur sett fokus á rørslu. Útivikan í fjør var sera væl hepnað, fólk tóku væl ímóti. Almenn og privat starvsfólk saman við privatum, og eisini ítróttafeløgini tóku væl ímóti vikuni, sigur Aksel V. Jo­ hanne sen. Landsstýrismaðurin vísti á tað sunna í rørslu og eisini tað fyribyrgjandi í at røra seg. – Útivikan hevur eisini tað positiva við sær, at hon kostar einki. Øll kunnu vera við uttan at tað kostar eitt oyra. Tað sparir eisini bæði í bensini og umhvørvi at lata bilin standa, sigur Aksel V. Johannesen. Hann vónar tí, at fólk fara at taka væl ímóti útivikuni í ár. – Vónandi fara fólk at halda fram við at ganga, eisini efti at útivikan er av í ár, sigur Aksel V. Johannesen. Á tíðindafundinum í morg un í Heilsumálaráðnum vóru eisini Pál Weihe frá Fólka heilsu ráðnum við, Heidi Abra ham sen umboðaði Sjóar kommunu, sum hevur fleiri tiltøk á skráni í komandi viku. Eydna Lindenskov frá Psykiartiska deplin um greiddi frá, hvat stendur á skránni hjá teimum í úti­ vik uni, og Marjun Poulsen greiddi eitt sindur frá, hvat tey í eldraøkinum ætla sær at gera í útivikuni. Tey ætla eitt nú at halda olympiskar leikir við kyndlagongu og tjóðsangi, og síðani verða ymsar kappingar. Inna Sigvardsen, virk andi starvsfólkaleiðari á Før oya Tele, greiddi frá heilsu poli­ tikkinum í FT, og at tey skipa fyri tiltøkum gjøgnum alt árið. Og at enda greiddi Ann Mari Anthoniussen, leiðari á Dagstovninum í Hoyvík frá, hvussu tey ætla at skipa útivikuna. Útivikan byrjar annan Hvítisunnudag, 24. mai, og heldur fram til 30. mai. Nú skulu øll út at gaNga Á tíðindafundinum í morgun vóru frá vinstru: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, Pál Weihe, frá Fólkaheilsuráðnum, Heidi Abrahamsen frá Sjóvar Kommunu, Eydna Lindenskov frá Psykiatriska deplinum, Marjun Poulsen frá eldraøkinum, Inna Sigvardsen, starvsfólkaleiðari á Føroya Tele og Ann Mari Anthoniussen, leiðari á Dagstovninum í Hoyvík. Mynd: Álvur Haraldsen Vónandi fara fólk at halda fram við at ganga, eisini efti at útivikan er av í ár, sigur Aksel V. Johannesen. útivika Annað árið á rað verður skipað fyri sonevndu útivikuni, sum hevur til endamáls at fáa fólk at seta bilin og heldur ganga ella súkkla til arbeiðis