mánadagur 17. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mai · Nr. 82
10
Sosialurin
Manntal í up
Rógvi Nybo
Ein millión krónur er í løtuni
munurin millum succés og fiasko
við stóru verkætlanini Manntal,
sum í 2007 varð sjósett til tess at
skráseta allar upplýsingar um
føroyingar.
Í øllum framkomnum londum
í Vesturheiminum finnast hagtøl
yvir øll ting, tú hugsandi kann
hava brúk fyri at vita um íbúgvar
í ymsu londunum, økjunum,
bygdunum ella býlingunum.
Men eingin slík skráseting er í
Føroyum. Í roynd og veru vita vit
bert, at her búgva um 48.000 fólk,
og at bróðurparturin av teimum
eru mannfólk, hin konufólk, og
at tey eru so og so nógv í teimum
ymsu
aldursbólkunum.
Og
tað er, groft sagt, tað. Seinasta
fólkateljingin,
sum
skrásetir
hagtøl útyvir tað vanliga, var í
1977, fyri 33 árum síðani.
Tí varð í 2007 ein stór
verkætlan stáplað upp á beinini,
sum skuldi syrgja fyri, at land,
kommunur, virki og fólk aftur
fingu nøktandi hagtøl at brúka,
tá avgerðir um eitt og annað
skulu takast.
Eitt manntal skuldi haldast
tann 1. november 2011, har hesir
upplýsingar skuldu fáast til vega.
Men
nú
stendur
henda
verkætlanin
til
at
fella
í
stríðnum
um
eina
millión
krónur, sum fíggjarnevndin hjá
Løgtinginum ikki vildi játta í
eykajáttanarlógini.
Steðgar upp
Arbeiðið
at
fyrireika
Fólkateljingina í 2011 hevur koyrt
við fullari ferð, síðani Manntal
varð sett á stovn.
Serliga verður arbeitt við at
framleiða tey spurnarbløð, sum
skulu sendast út til fólk, og at
menna eina logistikkskipan, sum
skal kunna skráseta og halda skil
á øllum upplýsingunum, sum
koma úr teimum ymsu økjunum,
soleiðis at alt ikki blandast
saman.
Hetta
eru
eisini
nøkur
av
tingunum,
sum
skulu
royndarkoyrast í heyst, fyri at
finna møguligar feilir áðrenn
sjálva fólkateljingina.
- Hetta var sum at fáa eina
ordans spann av køldum sjógva
omanyvir seg. Vit hava nakrar
avgerandi deadlines og eina
stramma tíðarætlan at halda
okkum til, tí Manntalið skal vera
í 2011. Og royndarteljingin er
avgerandi fyri at uppdaga feilir,
áðrenn sjálva fólkateljingina.
Tað er ein fadesa, um tað er
okkurt
sum
gongur
galið
við
fólkateljingini,
staðfestir
Heini Hátún, sum er leiðari og
samskipari av Manntali.
Men nú er vandi fyri at hetta
arbeiðið steðgar fullkomiliga
upp, sigur Heini Hátún.
- Alt arbeiðið at fyrireika
royndarteljingina steðgar upp,
fáa vit ikki hesa eykajáttanina
upp á eina millión, sum vit
millum
annað
skulu
brúka
til
at
fáa
logistikksystemið
liðugt, og til øll tey fólkini, sum
vit skulu brúka til at fara út
við spurnarbløðunum og so
framvegis, vísir Heini Hátún á.
- Verður eingin royndarteljing
í ár, so verður eisini trupult
at
kunna
gjøgnumføra
fólkateljingina í 2011, sigur Heini
Hátún.
Einki politiskt
kommitment
Ein
stórur
trupulleiki
er,
sambært Heina Hátún, at tað
er nærum ógjørligt at vita,
hvar mann flýtur í tí óendaliga
politiska leikinum um pengar og
játtan og politiskan vilja.
- Herfyri høvdu vit eitt
aðarlorðaskifti
á
Løgtingi,
har mann viðgjørdi øll tey
tingini,
sum
eru
tengd
at
Manntal,
eitt
nú
at
mann
eigur
at
gera
virkisskráðir,
dagføra
landsfólkayvirlitið,
bústaðaskráðir og so framvegis.
Har var givið eitt ávíst politiskt
kommitment til, at hetta var
tað, sum man vildi gera. Men
har er einki hent. Eingir pengar
eru settir av til at gera eina
virkisskrá,
bústaðasskrá
og
so framvegis. Trupulleikin við
játtanarskipanini er, at hon er
ikki projekt orienterað. Tað eru
bara framskrivingar av einari
játtan í so og so nógv ár, og so tá
hon skal væntast at verða liðug,
so endar játtanin bara, sigur
Heini Hátún.
Í morgin verður fundur í
stýrinum, og tá fara tey at viðgera
allar framtíðar møguleikar hjá
Manntali av nýggjum.
- Ja eitt nú, um mann
yvirhøvur vil hava eitt manntal.
Tað er ótrúliga ringt at vita, hvar
mann flýtur, og mann veit ikki,
um tað yvirhøvur verður nøkur
játtan komandi ár. Og vit fara
eisini at viðgera, hvat vit skulu
gera, um vit eitt nú mugu útseta
fólkateljingina og bara leggja øll
projektini á ís, tá játtanin í ár ikki
røkkur longur, sigur Heini Hátún.
rogvi@sosialurin.fo
Manntal Stóra fólkateljingin í 2011 er við at fara fyri
bakka. Ein royndar fólkateljing skal gerast í heyst, fyri
at tryggja góðskuna á fólkateljingini, men ein millión
restar í. Fíggjarnevndin vildi ikki játta eitt oyra