mánadagur 17. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 17. mai · Nr. 82
Sosialurin
Tíðargrein
Jógvan Arge
formaður mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs
Gróðurstøðin Gundadalur
Tað eru eisini 100 ár síðani,
Tórshavnar býráð samtykti at
keypa stóran part av Gundadali
til ítróttarendamál. Býarins vísu
fedrar sóu hetta sum tann besta
møguleikan at útvega havnar
ungdómi umstøður til ítrótt.
Teir fóru langt út um býin, og í
dag kunna vit bara ásanna, at rætt
gjørdu teir. Vónandi verða vit, sum
í dag ráða fyri borgum, eisini før
fyri at taka onkra avgerð, sum fer
at bera líka langt fram í tíðina.
Hesi mongu ár hava vit, sum
aftan á komu, havt til uppgávu at
fylla út í karmin, sum Gundadalur
jú er. Her hevur verið gjørt mangt
og hvat til tess at fullfíggja tilboðini.
Alt við einum og sama endamáli
at útvega havnarfólki umstøður
fyri einum sunnum ítróttalívi til
frama fyri heilsu og trivnað hins
einstaka.
Sumt er farið undir grót og
asfalt aftur, og annað er komið
upp úr toftunum, men saman um
tikið er Gundadalur okkara sanna
miðstøð fyri ítrótti og frítíðarlívi, og
her eru ríkir møguleikar fyri tann,
sum hevur hug til spæl og áræði til
kapping.
Seinir á veg
Framstig eru gjørd alla tíðina, men
ferðin hevur verið ymisk eins og
politiski hugburðurin. Í tíðunum
undan okkum var ansurin fyri tí
mikla margfeldni, sum er í ítrótti,
kanska nakað lítil.
Hetta varð ásannað, tá vit tóku
við leiðsluni í Tórshavnar býráð
fyri fimm árum síðani. Ovast á
breddan settu við rennibreytina,
sum er tann fyrsta av sínum slag í
høvuðsstaðnum – og er vorðin eitt
so heppið bragd, sum tú sjáldan
sært.
Við henni fingu vit umstøður til
tann frælsa frumítróttin. Tað vil
siga, at vit langt um leingi komu
ájavnt við antikka Grikkaland, har
ítróttavøggan stóð. Tað var upp á
høgu tíð!
Niðanfyri Hálsin høvdu vit um
støður til frumítróttina í tí váta
elementinum, og onki var meira
natúrligt, enn at útvega sjálvari tí
føroysku fólkaítróttini, fimleikinum,
umstøður í sama umhvørvi millum
hyljar og bóltsvøllir.
Fólkaítróttin fimleikur
Vit ivaðust ikki í, at fimleikurin
eis ini stóð fyri tørni. Tað er í fim
leikinum, vit hava tey størstu
ítrótta feløgini og teir flestu íðk
ararnar í øllum aldrum frá tí, tey
duga at ganga, til tey ikki eru ment
at flyta seg longur.
Stórt arbeiði hevur verið gjørt
fyri at halda hesum týdningarmikla
frítíðarítrivi og heilsubata uppi,
men nógv hevði farið fyri skeytið,
um hóskandi innivist ikki var.
Niðurstøðan hjá okkum var tí,
at kommunan sjálv mátti taka
stórum til – og kvinnurnar stóðu
ikki aftastar í raðnum, tá ábyrgdin
skuldi takast.
Hetta vísti seg at gerast ein øgi
lig íløga upp á seg, og eitt skifti
steðgaðu vit á til tess at meta um av
nýggjum, um kommunan orkaði at
bera alla íløguna. Í felag sannførdu
vit kvinnur og menn okkum um, at
hetta var leiðin.
Nú er loksins komið á mál ein
ans við skattakrónum frá borg
ar unum í Havnar kommunu í
rygginum. Takk skulu tit hava fyri
tær.
MT Højgaard hevur bygt
Sáttmáli varð gjørdur við MT
Højgaard á sumri 2008, og fyrsti
spakin varð settur í til valið í
november 2008 – fyri bara hálvum
øðrum ári síðani. Fyri MT Højgaard
gjørdi felagið BBP Arkitektar í
Keypmannahavn projektið.
Kommunan metti hetta vera
bestu
byggifrøðiligu
loysnina.
BBP Arkitektar eru serfrøðingar í
ítrótta byggingum og hava vunnið
fleiri virðislønir fyri slíkar. Øll
hend an serfrøðin er nú eisini komin
Havnini og havnarfólki til góðar.
Ráðgevandi virkini Lands byggi
felagið og Sofus M. Jacobsen hava
fyri kommununa havt eftirlit við
byggingini, og hava ansað væl eftir.
MT Højgaard hevur havt fleiri
undirveitarar: RTS til rørarbeiði,
Sea Star til betongarbeiði, LMElec
tric til elarbeiði, Demich til HVS
arbeiði, Una Nielsen til málara
arbeiði, JCC til timburarbeiði og
Articon til hornabygningin.
Serkønir úr Svøríki gjørdu ein
serligan takmembran, og tey mongu
amboðini til sjálvan fimleikin hava
serkønir úr Danmark og Fraklandi
sett upp.
Kommununan hevur havt sína
egnu bygginevnd. Har sótu fyrstu
tíðina Hildur Eyðunsdóttir, Sjúrður
Olsen, Mikael Viderø, Heri Olsen og
Ingibjørg Berg í nevndini. Seinni
komu Jákup Simonsen, Jákup Eg
holm Hansen og eg sjálvur í nevnd
ina fyri og Jákup Egholm loysti
Ingibjørg av sum formaður.
Ikki undir hvørjum steini
Tá vit hildu reisigildi, varð flent at,
at Jákup Egholm Hansen var mis
maltur og segði, at skil kom ikki á,
fyrrenn hann kom upp í ætlanina.
Nú loyvi eg mær at staðfesta, at
tað, sum hann segði, var ikki heilt
av leið. Men øll, sum hava havt við
byggiætlanina at gera, eiga tøkkina
fyri, at byggingin er framd sum
ætlað, og at kostnaðarætlanin
hevur hildið upp á oyrað.
Fimleikurin í Havn hevur nú tær
glæsiligastu umstøður, sum hugsast
kunnu. Hendan nýggja høllin er
ikki bert eindømi hjá okkum. Slíkar
hallir finnast ikki undir hvørjum
steini uttanlands heldur.
Tann størsti saknurin var høllin
til fjølbroyttan amboðsfimleik. Hon
hevur nú fingið heiðursplássið mitt
í Fimi við hallum til rytmiskum
fimleik í hvør sínum borði.
Tað kunna byggjast einar tvær
hæddir oman á hesa høllina. Onkur
vil tí vera við, at hetta er dýrasti
kjallari, sum nakrantíð er bygdur
norðanfyri Ekvator. Tað kann gott
vera, men upp aftur betri verða
umstøðurnar í Gundadali, tá tær
báðar hæddirnar kom aftrat við
sínum tilboðum til havnarfólk –
nær tað so verður.
Gundadalur ongantíð
liðugur
Sum skilst eru ikki allar súður
syftar. Ein heildarætlan fyri Gunda
dal er á borðinum. Hetta er eitt
arbeiði, sum ongantíð verður liðugt,
tí avbjóðingarnar troðka alsamt á.
Eitt hol gapar millum HBhúsið
og B36húsið. Tann seinna helvtin
av Gundadalshøllini er ikki komin,
og Ítróttarhøllin á Hálsi kann
byggjast út.
Tórsvøllur trongir til eina bøt
andi hond og kanska graslíki aftrat,
so tímarnir verða nógv fleiri.
Og alt meðan umstøðurnar til
svimjing eru í trengra lagi, eru vit
við sterkum tøkum farin at leggja
okkum út í sjálvan heimstoppin.
Tað setir eisini krøv til okkum,
sum taka avgerðirnar um, hvørjir
møguleikarnir skulu verða.
Alt verður ikki útvegað eftir
fáum døgum. Býráðið hevur vakið
eyga við teimum møguleikum, sum
eru, og fer alsamt at arbeiða við at
menna teir til frama fyri heildina.
Gróðurstøð fyri ungdómin
Sum ítróttagrein hevur fimleikurin
ta longstu tradisjónina í Føroyum.
Hann byrjaði í Realskúlanum fyri
útivið 150 árum síðani, og tíðliga
fóru næmingarnir at spjálka undir
bjálkunum í Leigubúðini í Tinga
nesi.
Seinni
varð
býarins
fyrsta
ítróttahús bygt við Boysensgarð
við Havnar Kirkju. Tað var ein
fimleikahøll, sum Realskúlin fekk
afturfyri Leigubúðina. Har vóru
eisini almennar venjingarnar, og har
hevði býarins fyrsta ítróttafelag,
Ítróttafelagið Fimur, sína fyrstu
fimleikaframsýning í árinum 1901.
Søguna um fimleikin fingu vit
alla, tá Havnar Fimleikafelag fylti
100 í desember. Unglingar í Havn
fingu læraran Jógvan Waagstein at
hjálpa sær at fáa felagið í lag. Í dag
hava vit tvey fimleikafeløg í býnum.
Fimleikafelagið Ljósið varð stovnað
í 1975 á virksemið, sum Lydia Arge
fór undir í sekstiárunum.
Síðani hava feløgini bæði livað
lið um lið í kapping og samarbeiði.
Tað er við gleði og stórum
vónum, at Tórshavnar býráð letur
fimleikafeløgunum tey prýðiligu
hølini til nýtslu saman við tí stóra
og fjølbroytta eigaraskaranum –
borgarunum í Havnar kommunu.
Gundadalur hevur í 100 ár verið
ein gróðurstøð fyri ungdómin í
Havn – og verður tað ikki minni í
framtíðini.
Kristi Himmalsferðardag 13. mai 2010.
Nú eru 100 ár síðani fyrsti ítróttarvøllurin varð gjørdur í Gundadali. Tað var ein fótbóltsvøllur, sum
lá eystur og vestur á sjálvari Gundadalsfløtu, sum í dag er undir Niðaravølli og Tórsvølli.