Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 14 Sosialurin Góð bátastevn veðrið spældi VESTMANNA Vestmenningar eru sera væl nøgdir við bátastevnuna í ár, sum var hin níggjunda í røðini. – Alt eydnaðist væl, og vit hava bara fingið góðar afturmeldingar frá fólki. Tá gestirnir eru nøgdir, eru vit tað eisini, sigur Jónfinn Egilsnes, sum er ein av trimum limum í bátastevnunevndini undir VÍF Vilmund Jacobsen Tað var eitt sindur tvassut úti í Vestmannasundi, tá bátarnir loystu av Vestmanna og sigldu út undir Fútaklett, haðani ferðin inn á Vestmanna skuldi byrja. Einir 70-80 bátar tóku teinin heilt út undir Vágalandið, og síðan lá ein ”klumpur” av bátum innanfyri Egilsnes og bíðaði eftir, at bátarnir nærkaðust inneftir. Síðan komu eisini teir upp í bátafylgið, sum tá allir vóru samlaðir taldi einar 130 bátar. Jónfinn Egilsnes, sum er ein av trimum í bátastevnunevndini, sigur, at talið av bátum onkuntíð hevur verið størri, enn tað var hesaferð. – Okkurt árið var talið oman fyri 200. Men vit mugu bara síggja í eyguni, at líkindini í ár ikki eydnaðust so væl, sum fólk kundu ynskt sær. Streymurin var einki serligur í vikuskiftium, og í grovu ælunum var frískt lot – fyri ikki at siga frískur vindur. Vit vita um menn, sum høvdu loyst og ætlaðu sær til Vestmanna, men sum vendu aftur, tá líkindini ikki vóru nóg góð. Jónfinn vísir á, at væl av fólki, sum plaga at koma til Vest- manna í báti, soleiðis settust aftur og komu í staðin í bili – ella í húsvogni. Hann sigur, at meðan talið av húsvognum í fjør var umleið 40, vóru einir 60-70 húsvognar í Vestmanna í vikuskiftinum. – Tað er soleiðis eisini vorðið ”in” at ferðast á bátastevnur í húsvogni, og hetta vísir seg at vinda meiri og meiri upp á seg. Áðrenn vit fara víðari, kunnu vit leggja aftrat, at hóast vest- menningar enn ikki hava eftir- mett stevnuna, er longu støða tikin til, at næsta bátastevnan og hin tíggjunda í røðini í Vestmanna verður leygardagin hin 21. mai næsta ár. Jónfinn Egilsnes sigur, at hend an dagin um eitt ár verður góður streymur, og sjálvandi vóna fyrireikararnir, at veðrið eisini fer at hátta sær væl – og betri enn hesaferð. – Tað er nú einaferð so, at veðrið er rættiliga avgerandi fyri, hvussu undirtøkan á eini bátastevnu er. Roynast líkindini ikki best, verður talið av bátum heldur ikki størst. Men bátastevnan í Vestmanna hevur onnur ár verið vælsignað við góðum veðri. Væl nøgdir Bátarnir eru sjálvandi krump- tappurin í eini bátastevnu, men um talið av bátum er nakrir fleiri ella færri, er ikki altavgerandi fyri, hvussu tiltakið eydnast.