Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo HB snávaði í FuglaFirði vodafonedeildin Fyrsta tapið hjá Føroyameistarunum gjørdist veruleiki, tá teir taptu ímóti ÍF, sum hevur fingið fult í trimum teimum seinastu dystunum Heri Simonsen ÍF fekk eina dreymabyrjan ímóti HB. Tá bert 12 minuttir vóru farnir av dystinum stýrdi Øssur Dalbúð, sum var staddur við handara stólpa eitt gott innlegg frá Jan Ellingsgaard í netið til 1-0. 24 minuttir seinni fekk ÍF ein eyðsýndan fyrimun, tá dómarin, Rúni Gaardbo metti, at ein ÍF-ari var togaður niður í brots- teiginum. HB-arnir vóru als ikki samdir við avgerðini, men hetta rein ikki við Andy Olsen, sum sendi bólt- in í netið til 2-0 til HB. Løtu seinni mundi Andy Olsen økt til 3-0, og tað sá veruliga gott út hjá ÌF. Satsaðu HB satsaði og spenti álopsbogan. Tá seinni hálvleikur var bert átta minuttir gamal, framdi venjarin hjá HB eina duppultútskifting, har hann tók Hans á Lag og Hendrik Rubeksen út, og setti Rógva Holm og Tór Ingar Akselsen inn á vøllin. Tá eitt korter var eftir kom HB inn aftur í dystin. Levi Hanssen og Tór Ingar Akselsen høvdu eitt gott samanspæl, Jákup Mikkelsen í ÌF- málinum hálvbjargaði atsóknini. Bólturin stakk út til Rógva Poulsen, sum setti bóltin í málið. Í yvir- tíð ini var nær við, at HB aftur bjargaði sær, men Jákup Mikkelsen bjargaði royndini. ÍF hevði eisini sínar málmøguleikar, tá teir fóru í skjótálop, men teir tóku heldur ikki av. Tógvið stríð Venjarin hjá ÍF viðgekk, at tað stóð nógv á ímóti dystarenda: – Tað var við tógvið stríð, at vit vunnu. Vit fingu eitt øðiliga gott mál tíðliga í dystinum, og tað gav okkum trúnna uppá, at tað fór at eydnast at vinna. Tá vit so fingu tað seinna mál ið, tá trektu vit okkum longur aftur á vøllin, og tá byrjaði HB at spæla langar bóltar. Eg vil siga, at sjálvt um HB hevði bóltin nógv, og spældi betur, so meti eg, at vit høvdu rættiliga gott tamarhald á støðuni, staðfesti Ábraham Løkin aftaná dystin. Hann viðgekk, at tað bleiv heldur nógvur panikkur ta seinastu løtuna, og at liðið tá lá alt ov langt afturi á vøllinum. Rættaðu uppá tingini Hjálparvenjarin hjá HB, Jóanes Jakobsen segði aftaná dystin, at tað stóð teimum greitt, at teir máttu rætta uppá teir høvdu gjørt í fyrra hálvleiki. – Eg haldi lutvíst, at tað eydnaðist at bøta um hetta. Vit sats- aðu rættiliga álopskent, og í yvir- tíðini hava vit ein rættiliga stóran málmøguleika til, at javna til 2-2. Vit løgdu ÍF undir eitt øðiligt trýst ta seinastu løtuna, og vit høvdu bóltin meginpartin av tíðini. Men teir vóru sjálvandi øðiliga vanda miklir, tá teir fóru í mótálop, og tí spældu vit við einum ógvuliga stór um vága. Har vóru fleiri støður, har vit høvdu miðverjuna við frammi, greiddi Jóanes Jakobsen frá. Hjálpar venj- arin hjá HB fegnast kortini um, at tann komandi uppgávan 2. hvítu- sunnudag er ímóti B36, tí tað er neyvan nakar betur dystur hjá HB at reisa seg í aftur, enn ein granna- uppgerð ímóti HB. ÍF møtir Víkingi í Sarpugerði komandi umfar, har talan verður um ein dyst millum tvey lið í leikligari viðgongd. Lið ini møtast eisini í hálvfinaluni í kapp- ingini um løgmanssteypið komandi hóskvøld. heris@sosialurin.fo íF 2 HB 1 á knøðunum ÍF hevði føroyameistararnar á knøðunum í Fuglafirði Mynd: Álvur Haraldsen Bjørk Herup betraði metið Bjørk Herup Olsen kutaði leygardagin góð 9 sek. av føroyska metinum á 5.000 metrum, hetta gjørdi hon í Esbjerg, tá hon umboðaði Helsingør í 1. umfari av liðkappingini í donsku Elitu-deildini fyri vaksin, har Bjørk kapp- aðist móti teimum allar-bestu donsku kvinn unum. Bjørk kom á mál á einum 3. plássi, eftir at hava verið á odda til 200 metrar restaðu í. Tíðin hjá Bjørk í Esbjerg var 18 min. 03sek. Gamla metið átti Bjørk sjálv, og varð hetta sett á Oyggjaleikunum í Álandi í fjør.